hósdagur 5. februar 2015síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. februar 2015
sosialurin 15
9
Øðrvísi tiltøk
í fólkakirkjuni
Barbara Holm
K
irkjan er vorðin meira
fjølbroytt, og tað hevur
eisini elvt til kjak í sam
felagnum. Summi halda,
at kirkjan skal halda seg til sið
bundnu tiltøkini, og lata onnur um
at skipa fyri rockkonsertum, meðan
onnur halda, at kirkjan júst skal skipa
fyri tí, sum kirkjufólki hevur áhuga
í. Hvussu er og ikki, so hava nøkur
øðrvísi tiltøk verið á skránni í kirkj
unum kring landið seinastu árini. Her
síggja vit eitt yvirlit yvir nøkur teirra.
Í 2012 framførdi tungmálms
bólkurin Hamferð í Havnar Kirkju.
»Nýbrot verður gjørt í føroyskari
tónleikasøgu, tá tungmálmsbólkurin
Hamferð fer at framføra sín hugvekj
andi og sorgarbundna tónleik í dóm
kirkjuni í Tórshavn, Havnar Kirkja.«
– stóð at lesa á heimasíðuni hjá Fólka
kirkjuni í samband við konsertina.
Í 2013 bjóðaðu presturin og býráðið
í Kvívík inn til konsert við sangum
eftir Leonard Cohen. Tvær konsertir
vóru á skránni, og fullsett var báðar
ferðir.
Á Eiði spældi bólkurin Marius kon
sert í kirkjuni í 2014. Fullsett var, og
býráðslimir á Eiði søgdu við miðlar
nar eftir konsertina, at tað riggaði
stak væl, og at fólk vóru glað fyri at
nýta kirkjuna á hendan hátt.
Í januar ár bjóðaði Christians
Kirkjan í Klaksvík til konsert við
Martini Joensen. Martin framførdi
egnar sangir og greiddi frá um lív sítt.
Pinkubarnasálmasangur er eitt
tiltak, sum hevur verið stak væl um
tókt, og er í dag í fleiri kirkjum kring
landið. Mammur koma við teirra
smábørnum, og hittast í kirkjuni til
sang og rørslur.
Síðst í 2014 vitjaði Stanley
Samuelsen í Hoyvíkar kirkju, og
bjóðaði sostatt inn til konsert í
kirkjuni.
Fuglafjarðar kirkja hevur í fleiri
førum bjóða inn til góðanáttsøgur og
hugnaløtu. Hetta hevur verið skipað
soleiðis, at ein persónur verður biðin
at siga eina søgu/spæla sjónleik fyri
foreldrum og børnum, eftir at hesi
hava verið til ein lættari døgurða
saman.
Í samband við mentanarvikur í
teimum ymsu kommununum hava
fleiri kirkjur valt at luttaka á ymsam
hátt. Á Glyvrum hava tey eitt nú havt
listaframsýningar í kirkjuni.
Tað er blivi alsamt meira vanligt,
at kirkjurnar bjóða inn til fyrilestrar
av ymsum slag. Eitt nú bjóðaði kirkjan
í Miðvági í fjør inn til ein fyrilestur
um at »liva í nú’inum«, og var tað Joen
Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur,
sum hugleiddi um evnið. Samstundis
var konsert á skránni. Eisini hevur
Christians Kirkjan bjóða inn til fyri
lestur frá Livari Nysted um tað, at
fylgja sínum dreymum.
Leygardagin á G! festivalinum í
fjør var festival guðstænasta við
altargongd umborð á Norðlýsinum.
Marjun í Kálvalíð, prestur, stóð fyri
prædikuni, og limir í Kingobólkinum
og kórinum Eystanljóð vóru partur av
guðstænastuni.
Vesturkirkjan er farin undir eina
øðrvísi gudstænastu, sum tey rópa
G2. Á skránni er nýggjari kristin
sangur, har ein tónleikabólkur spælir
undir. Serligur dentur verður lagdur
á felagsskapin við millum annað
kirkjukaffi, har fólk kunnu koma
hvørjum øðrum við. Dentur verður
eisini lagdur á øðrvísi evni – eitt nú
hvussu vit menniskju stríðast við
ringari samvitsku yvir ikki at halda
teir karmar, vit meta vera sunnar og
góðar.
Tað eru ikki bara tær siðbundnu gudtænasturnar og ritualini, sum
eru at finna í føroysku fólkakirkjuni í dag. Seinastu árini hevur
kirkjan flutt nøkur mørk, og bjóðað inn til heldur øðrvísi tiltøk
Tungmálmsbólkurin,
Hamferð, í Havnar Kirkju.
Marius í Eiðis Kirkju.
Martin Joensen í Christians
kirkjuni í Klaksvík.
Pinkubarnasálmasangur