hósdagur 5. februar 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. februar 2015
sosialurin 15
10
Vit skulu í stundini gevast at brúka orku upp á negativa fokusering upp á
teir 2500 føroyingarnar, sum arbeiða og rinda skatt uttanlands, og heldur
brúka orku upp á at menna og effektivisera verandi vinnur her heima og
almennu umsitingina. Tað sigur Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur, sum
í nýggjari kanning staðfestir, at føroysk arbeiðsmegi uttanlands gevur eins
stórt íkast í heimliga búskapin og arbeiðsmegin, sum arbeiðir í Føroyum
Ferðandi arbeiðsmegi
tema
Arbeiði
uttanlands
er gott fyri
búskapin
Ingolf S. Olsen – PRESS
S
einastu árini hevur nógv
verið tosað um nógvu føroy
ingarnar, sum, hóast teir og
teirra familjur verða búgv
andi í Føroyum, leita sær uttanlands
eftir arbeiði og rinda meginpartin av
skattinum har.
Og oftast hevur útgangsstøðið
fyri kjakinum verið, at tað er ein
samfelagsligur trupulleiki, at so
nógvir føroyingar – 10 prosent av
samlaðu arbeiðsmegini – arbeiða
uttanlands, tí trot er á faklærdari
arbeiðsmegi her heima, og serliga
smærri kommunur við lutfalsliga
nógvum íbúgvum, sum starvast
uttanlands, hava merkt sviðan av
vantandi kommunuskattinum frá
hesum borgarum.
Men sambært kanningini, sum
Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur,
hevur gjørt fyri Áhugafelagið Antares
og Føroya Skipara- og Navigatørfelag,
eigur myndin at vendast á høvdið.
Íkastið í føroyska samfelagsbúskapin
frá hesari okkara ferðandi arbeiðs
megi er nevniliga eins stórt í krónum
og oyrum per persón og íkastið frá
teimum, ið arbeiða í Føroyum. Við
øðrum orðum er samlaða almenna
inntøkan frá einum persóni, ið hevur
sína inntøku í einum øðrum landi, í
miðal á sama stigi sum tilsvarandi al
menna inntøkan frá einum føroyingi,
sum arbeiðir og rindar sín skatt í
Føroyum.
Rinda avgjøld
– Tey, sum arbeiðia uttanlands,
hava gjøgnumgangandi eina væl
hægri nettoløn enn tey, ið arbeiða
í Føroyum. Tað merkir so, at keypi
orkan og harvið nýtslan er størri, og tí
kemur í miðal væl meira inn í mvg og
øðrum avgjøldum frá einum føroy
ingi, ið arbeiðir uttanlands, enn frá
Magni Laksáfoss
Tápuligt at
reagera við
ógvusligum
politiskum inn
trivum í møgu
leikarnar at fara
uttanlands at
arbeiða«
Næstan allir
fiskimenn við
útlendskum skipum
rinda skatt
í Føroyum