Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. februar 2015síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. februar 2015 sosialurin 15 11 6 síður tema Í temasíðunum í Sosialinum hesaferð kanst tú lesa um positivu árinini, sum føroysk arbeiðsmegi uttanlands sambært einari nýggjari kanning hevur á føroyska búskapin. einum, ið arbeiðir í Føroyum. Tað er henda størri nýtslan og ring­virkn­ing­ arnir av henni, ið gera, at roknistykkið við almennu inntøkunum er líka pent fyri tey, ið arbeiða uttanlands, sum fyri tey, ið arbeiða her heima, greiðir Magni Laksáfoss frá. Við støði í kanning síni er hann komin til ta niðurstøðu, at før­oyska arbeiðsmegin uttanlands ikki er nøkur byrða fyri samfelagið, tvørtur­ ímóti, og at vit tí ikki eiga at brúka orku uppá at royna at fáa hesi fólkini heim til Føroya at arbeiða. – Eg veit væl, at vit hava onkran fløsku­háls, tá tað snýr seg um fak­ lærda arbeiðsmegi, serliga er trot á elek­trikarum her heima. Men vit tosa her um eitt sera avmarkað trot, og samanumtikið er lætt at stað­festa, at vit ikki hava størv til nógv tann størsta partin av teimum 2500 føroy­ ingunum, sum arbeiða uttan­lands í dag, sigur Magni Laksáfoss. Íkast ella byrða Hann ávarar tí staðiliga ímóti, at skattligar ella aðrar forðingar verða settar í verk politiskt, soleiðis at tað ikki fer at loysa seg eins væl og nú at fara uttanlands at arbeiða. – Tað hevði havt við sær, at íkastið í samfelagsbúskapin frá føroysku arbeiðsmegini uttanlands knappliga hevði farið frá at vera fult á hædd við tað frá tí heimligu arbeiðsmegini til at vera negativt – teir høvdu blivið ein byrða fyri samfelagið. Tí teir høvdu í stóran mun komið heim til arbeiðs­loysi – ella teir høvdu trokað onnur út í arbeiðsloysi. Tað hevði elvt til mink­andi og kanska negativan vøkst­ur, sum síðani aftur allarhelst hevði elvt til fólkafráflyting. Tí hevði tað eisini verið beinleiðis tápuligt at reagera við ógvusligum politiskum inntrivum í møguleikarnar at fara uttan­lands at arbeiða, bara tí vit fáa eyga á onkran lítlan strukturellan trupul­leika, til dømis at tað eina tíð er trot á elektrikarum her heima, sigur Magni Laksáfoss. Hann heldur, at bæði politikarar og vinnan fokusera alt ov nógv á negativ árin av, at føroyingar leita sær uttanlands at arbeiða. – Trýstið á føroysku lønirnar veksur, tá tað er so lætt at fara til dømis til Noregs at arbeiða, og tí verð­ ur føroyska lønarlagið drigið upp­ eftir, er ein atfinning móti ver­andi skipanum, sum eg ofta hoyri. Men hvat so, um føroyskir løn­tak­arar vilja verða løntir ájavnt við starvs­brøður­ nar í grannalondunum? Um vit ætla at menna hetta landið og vinn­ urnar her heima, so er tað neyvan serliga klókt at hava sum mál, at vit skulu hava lægri lønir enn í granna­ londunum, sigur hann. Fokus á menning Heldur enn at hava negativit fokus á føroysku arbeiðsmegina uttanlands, eiga politikarar og vinna at miðsavna seg um at menna og effektivisera verandi vinnur her heima, heldur Magni Laksáfoss. – Føroyska vinnan skal vera kapp­ingarfør við tilsvarandi vinn­ur í grannalondunum, eisini í løn­um, og tá verður heldur ongin trupul­ leiki at fáa fólk til arbeiðis í henni. Tað krevur sjálvsagt støðuga menn­ ing og effektivisering, og her má al­menna umsitingin eisini fylgja við. Men fólkatalið og støddin á før­ oyska búskapinum ger, at tað altíð fer at vera neyðugt hjá einum parti av okk­ara arbeiðsmegi at arbeiða uttan­ lands – og tølini í kanningi vísa jú, at tað bara er gott fyri búskapin. – Hvussu stórt hetta talið eigur at vera, er ilt at siga, men nógv bendir á, at tað eins og føroyski útflutning­ urin regulerar seg sjálvt og finnur eina náttúr­liga legu. Føroyski út­ flutn­ing­urin liggur javnt á umleið 40 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni. Í løtuni arbeiðir umleið 10 prosent av arbeiðs­megini uttanlands, og kanska er tað eisini tann náttúrliga legan fyri tað talið, sigur Magni Laksáfoss.. Tað má býtast rætt Tá alment kjak var um skattanýskipan í 2011, argaðust nógvir politikarar á støðuna, har føroyska arbeiðsmegin uttanlands lítlan og ongan skatt rindaði her heima. Serliga vóru tað kommunukassarnir í kommunum við lutfalsliga nógvum útisiglarum, ið bløddu. – Men eisini her var púra skeivt fokus. Tí Granskingardepilin, sum eg eisini var partur av tá, gjørdi longu í 2008/2009 eina kanning fyri Maskin­ meistarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag um búskparárinini av føroyskum sjófólki í starvi uttan­ lands. Hon vísti eins og henda nýggja, at árinini bara vóru positiv. Tí vóru tað og eru tað politikararnir sjálvir, ið við einum røttum for­ deilings­politikki skulu syrgja fyri, at almennu inntøkurnar frá før­ oysku ar­beiðs­megini uttanlands verða kanali­seraðar út har, sum tær náttúr­liga eiga at enda, millum annað hjá kommununum. Hetta, skilji eg, verður eisini gjørt nú, eftir at eldra­ økið er lagt út til kommunurnar at um­sita, sigur Magni Laksáfoss. ingolf@sosialurin.fo Tað er gott fyri føroyska búskapin, at so nógvir føroyingar sum nú arbeiða uttanlands, og tað hevði elvt til arbeiðsloysi, minkandi og kanska negativan vøkstur, um hesir vórðu tvungnir heimaftur, staðfesti Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur, millum annað, tá hann týsmorgunin legði fram kanningina um árinini á føroyska búskapin frá føroysku arbeiðsmegini uttanlands. – Tí hevði tað eisini verið beinleiðis tápuligt at reagera við ógvusligum politiskum inntrivum í møguleikarnar at fara uttanlands at arbeiða, bara tí vit fáa eyga á onkran lítlan strukturellan trupulleika, til dømis at tað eina tíð er trot á elektrikarum her heima, sigur hann. Talvan vísir, at arbeiðsmegin uttanlands ikki stendur aftanfyri arbeiðs­megina her heima, tá tað snýr seg um at leggja eftir seg í almennu kassarnar. Í so máta er arbeiðsmegin uttanlands næstan á hædd við ali­vinnuna og eitt fitt petti omanfyri flakavinnuna Kelda: Magni Laksáfoss, »Føroysk arbeiðsmegi uttanlands – ein fongur fyri samfelagið« Myndir: Álvur Haraldsen