hósdagur 5. februar 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. februar 2015
sosialurin 15
12
tema Ferðandi arbeiðsmegi
Trífaldað
lønar
inntøka
eftir 15 árum
Seinastu árini er talið av føroyingum, sum arbeiða uttanlands ella í FAS vaksið
munandi, men enn meira er miðalinntøkan hjá teimum vaksin. Beinleiðis
ávirkanin frá arbeiðsmegini uttanlands á føroyska búskapin er 12 prosent
Ingolf S. Olsen – PRESS
F
øroyingar, sum sigla undir
DIS, NIS, FAS ella øðrum
skipanum, ella sum arbeiða
á landi í til dømis Noregi og
Danmark, hava onki at skammast
um, tó at teir ikki rinda beinleiðis
skatt í Føroyum.
Tað staðfestir nýggja kanningin,
sum Magni Laksáfoss, búskapar
frøðingur, hevur gjørt fyri Áhuga
felagið Antares og Føroya Skipara- og
Navigatørfelag.
Kanningin varð løgd fram á
framløgu fyri innboðin á Hotel Før
oyum týsmorgunin, og niðurstøðan
er greið longu í heitinum á kanning
ini: »Føroysk arbeiðsmegi uttanlands
– ein fongur fyri samfelagið«.
Í formælinum skrivar Magni
Laksáfoss, at kanningin er ein dag
føring og víðkan av einari líknandi
kanning, »Føroysk sjófólk, sum sigla
í øðrum londum«, sum Granskingar
depilin fyri Samfelagsmenning gjørdi
fyri Maskinmeistarafelagið og Føroya
Skipara- og Navigatørfelag, og sum
varð almannakunngjørd í november
2009. Tann kanningin snúið seg bert
um føroyska sjófólkið uttanlands.
Tann kanningin staðfesti eisini,
at útisiglandi føroyingar hava eitt
positivt árin á føroyska búskapin,
men almenni áhugin fyri tí kann
ingini var kortini ikki serliga stórur.
Kanska var orsøkin til hetta, at
áhugin fyri føroysku arbeiðsmegini
uttanlands heldur ikki var so stórur
tá. Tað gjørdist hann hinvegin við lít
sløk tvey ár seinni, tá nógv alment
kjak var um skattaskipanina undan
løgtingsvalinum í 2011.
Atfinningar
Fleiri politikarar funnust alment at,
at so nógvir føroyingar ikki rindaðu
skatt i Føroyum, tó at teir hava somu
rættindir til kommunalar og lands
almennar veitingar og sømdir, sum
skattgjaldandi føroyingar.
Hóast sjófólkið við Áhugafelagnum
Antares á odda royndi at varpa ljós
á kanningina frá 2009, eydnaðist
ikki rættiliga at fáa boðskapin fram
tá. Vantandi skattgjaldingin kundi
tá eisini síggjast beinleiðis aftur í
trongdu kommunukøssunum, serliga
Føroyingar undir føroysku altjóða skipaskránni, FAS, eru í
kanningini roknaðir upp í arbeiðsmegina uttanlands. Sum
tað sæst á talvuni er talið av føroyingum undir FAS vaksið
støðugt síðani 2003, og í 2012 vóru teir útvið 800.
Eftir seks árum, í árunum 2006 – 2012, trýfaldaðist samlaða inntøkan
hjá føroyingum, sum arbeiða uttanlands úr 400 milliónum krónum í
1200 milliónir krónur. Økingin er brattari enn økingin í talinum av fólki,
sum arbeiðir uttanlands, tí miðallønirnar eru eisini munandi øktar.