Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. februar 2015síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. februar 2015 sosialurin 15 13 í komm­ unum, har lutfalsliga nógvir úti­ siglarar og fólk ann­ars við starvi uttan­lands búgva. Nú er ein skipan gjørd, har komm­un­ur­nar fáa eina aftur­bering sam­svar­andi mistu skatta­inn­tøk­unum. Men nýggja kanningin vísir enn einaferð, at hóast arbeiðsmegin uttan­lands lítið og onki rindar í beinleiðis skatti í Føroyum, so skapar hon eins stórar inntøkur í almennu kassarnar og heimliga arbeiðsmegin. Kanningin byggir á tøl frá 2012, í fyrsta lagi frá Taks, men onki er, sum bendir á, at niðurstøðan hevði verið ein onnur, um nýggjari tøl høvdu verið tøk. Magni Laksáfoss endar sína kann­ ingarfrágreiðing soleiðis: »Samanlagt vísir hetta okkum týðiliga, at føroyska arbeiðsmegin uttanlands er ikki nøkur byrða fyri samfelagið, men er ein vinningur fyri bæði samfelagið sum heild og fyri almennu kassarnar.« Í frágreiðingini eru hópin av út­ rokningum og grafiskum myndum, ið stuðla undir niðurstøðuna, men her í blað­num verður bert pláss fyri at endur­geva nakrar fáar. Ingolf S. Olsen – PRESS »Um tann sosiala kon­traktin syndrast, fáa vit eina støðu við líka­sælu og uttan felags ábyrgdarkenslu. Eitt tað fyrsta tekinið upp á tað plagar at verða, at øvundin fær valdið, fólk fara at skelda sínamillum, og ongin leggur nakað í, um tað verður snýtt í til dømis skatti og við sosialum tænastum. Skatturin verður tá bara sæddur at vera órættvísur og av tí ónda.« Soleiðis segði Eyðun Christiansen, tá­ver­andi aðal­skriv­ ari í Kommunu­sam­skipan Føroya, tá vit fyri einum góðum ári síðani, 4. november 2013, høvdu skatta­ politikk sum tema í Sosial­inum. Síðani eru tey bæði kommunu­ feløgini, sum tá vóru, løgd saman í Kommunufelagið, har Eyðun Christiansen nú er stjóri. Hann óttaðist í november 2013, at hin sonevnda sosiala kontraktin var í vanda fyri at syndrast, um kommunurnar ikki skjótt vóru kompenseraðar fyri skattamissin, tær vóru fyri orsaka av nógvu føroyingunum, ið arbeiddu og rindaðu skatt uttanlands. Tann sosiala kontraktin merkir, at borgararnir í einum sam­felag hava kenslu av at liva undir somu skipanum, reglum og lóg­um, og at borgararnir í hesum sam­felag hava nakrar felags skyldur og rættindi. Misjavni Orsøkin til, at sosiala kontraktin var í vanda, var, at landsins komm­unur vórðu sera ymiskt raktar av skattamissi vegna borg­arar, sum leitaðu sær uttan­ lands at arbeiða. Serliga í teim­um smærru kommununum í útjað­ ar­anum vóru lutfalsliga nógvir borgarar, sum arbeiddu ella sigldu uttanlands. Í sama blað lovaði Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri tó, at trupulleikin fór at verða loystur, sam­stundis sum eldraøkið varð flutt út til kommunurnar, og tað er eisini hent – ella í øllum førum er støðan munandi bøtt. Nú fáa kommunurnar eina árliga kompensasjón á tilsamans út­við 120 milliónir krónur, og fyri ta einstøku kommununa er sam­ svar millum endurgjaldið og talið av borgarum, sum arbeiða og rinda skatt uttanlands. Tó tekur endur­gjaldið støði í tølunum tvey ár frammanundan. Tað merkir, at afturberingin í ár verður roknað út í mun til, í hvørjum kommun­ um arbeiðsmegin við arbeiði uttan­lands var skrásett at búgva í 2013. – Afturberingin svarar til, at arbeiðsmegin uttanlands hevði rindað 19,6 prosent í kommunu­ skatti, so vit eru tíbetur ikki so hart rakt longur, sigur Eyðun Christiansen. ingolf@sosialurin.fo Fyri einum góðum ári síðani ávaraði stjórin í Kommunufelagnum móti sosialum mismuni, um kommunur­ nar ikki fingu endurgjald fyri vant­andi skattainntøkurnar frá fólki, ið arbeiddu og rindaðu skatt uttan­lands. Síðani er tann trupul­leikin loystur Kommunurnar fáa endurgjald Eyðun Christiansen ávaraði fyri einum góðum ári síðani politikararnar um, at sosiala kontraktin var í vanda, um kommunurnar, sum missa skattainntøkur, tí borgarar fara uttanlands at arbeiða, ikki fingu endurgjald fyri missin. Hann fegnast um, at kommunurnar síðani hava fingið eina endurgjaldsskipan, so tær ikki longur eru so hart raktar. Samlaðu almennu inntøkurnar, sum stava frá arbeiðsmegini uttanlands umvegis nýtslu og avleiddum virksemi, eru næstan líka stórar sum samlaðu lønarinntøkurnar hjá hesum fólkum. Samlaðu lønarinntøkurnar vóru 1200 milliónir krónur í 2012, og tær hava havt við sær almennar inntøkur á tilsamans 1086 milliónir krónur. Av tí, at føroyska arbeiðsmegin uttanlands rindar sera lítið í beinleiðis skattum her heima, eru almennu inntøkurnar frá henni í størstan mun nýtslugjøld, serliga mvg. Nógv tann størsti parturin av inntøkunum endar tískil í landskassanum, meðan kommunurnar fáa lítið í sín part. Í 2012 elvdi ar­beiðs­megin uttan­lands til avleitt virksemi í Føroyum, sum gav 200 mió kr. í almennum inntøkum Kelda: Magni Laksáfoss, »Føroysk arbeiðsmegi uttanlands – ein fongur fyri samfelagið« Framløgan á Hotel Føroyum var fyri innboðin. Løgtingspolitikarar vóru eisini bodnir við, men bert fáir komu. Her práta Dánjal Jákup Meinertsson, formaður í Antares, og Alfred Olsen, formaður í Løgtingsins vinnunevnd um kanningina. Myndir: Álvur Haraldsen