Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. februar 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. februar 2015 sosialurin 15 14 tema Ferðandi arbeiðsmegi Antares fegnast um kanningar­ úrslit Við nýggju kanningini av føroysku arbeiðsmegini uttanlands eru tøl og fakta komin á borðið, so grundarlag nú er fyri einum sakligum kjaki um viðurskiftini hjá hesum stóra samfelagsbólki og tess leikluti í samfelagnum. Tað heldur Dánjal Jákup Meinertsson, formaður í áhugafelagnum fyri føroyskar útisiglarar, Antares Ingolf S. Olsen – PRESS T ey rinda millum lítið og onki í skatti í Føroyum, men kortini leggur føroyska arbeiðsmegin uttan­lands samanumtikið líka nógv eftir seg í almennu kassarnar her heima sum tey, ið arbeiða og gjalda skatt her. Íkastið frá føroysku arbeiðsmegini uttanlands er í veruleikanum væl størri fyri hvønn persón enn til­svar­ andi íkastið frá fólki í føroysku flaka­ vinnuni og næstan líka stórt sum íkastið frá teimum, sum arbeiða í heimligu alivinnuni. Tað vísir nýggja kanningin, sum Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur, hevur gjørt fyri Áhugafelagið Antares – áhugafelagið hjá føroyskum úti­ siglarum – og Føroya Skipara- og Navigatør­felag. Góð tøl Úrslitið kemur tó ikki óvart á Dánjal Jákup Meinertsson, formann í Antares. – Eg væntaði góð tøl eins og í kann­ ingini, sum í 2009 var gjørd bara um føroysk sjófólk í vinnu uttanlands, men kortini var eg spentur, og eg eri sera fegin um, at vit nú hava fingið fesk tøl á borðið, sum prógva, at vit ikki eru nøkur byrða fyri sam­felagið, sigur hann. Dánjal Jákup Meinertsson vónar, at nýggja kanningin fer at verða lisin, so hon kann gerast grundarlag fyri einari sakligari viðgerð og kjaki um tann stóra samfelagsbólkin, sum før­ oyska arbeiðsmegin uttanlands er, og tess leiklut í samfelagnum. Hann dylir ikki, at ofta negativa ljósið, ið seinastu árini eru varpað á føroysku arbeiðsmegina uttanlands – ikki minst sjófólk í altjóða skipa­skrá­setingum við serligum skattaskipanum sum danska DIS og norska NIS – er ein høvuðsorsøk til, at Áhuga­felagið Antares hevur verið við til at taka stig til hesa kanningina. Nassarar og snúltarar – Hesi seinastu árini er tónin vorð­ in alsamt meira nega­tivur mótvegis før­oy­ingum, sum ikki rinda skatt í Føroyum ella ikki eru fult skatt­skyld­ ugir her. Vit eru skýrdir at vera bæði nassarar og snúltarar, og tá politiskt kjak var um broytingar í skatta­skip­ an­ini undan seinasta vali, vóru enntá toppoltikarar í fremstu røð at seta okkum í ringt ljós. – Kanningin um føroysk sjófólk í vinnu uttanlands, sum Magni Laksáfoss og Granskingardepilin fyri Sam­felagsmenning gjørdu fyri Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskin­meistarafelagið í 2009, vísti annars nøkulunda somu mynd sum henda nýggja kanningin, og vit royndu eisini tá at fáa politikarar og miðlar at geva henni gætur, men onkurs­vegna eydn­aðist kortini ikki at fáa boð­skapin fram, tá skattakjakið tá leik­aði á upp á tað harðasta, sigur Dánjal Jákup Meinertsson. Vón um sakligt kjak Við nýggju kanningini, sum er víðkað til eisini at umfata fólk, ið arbeiða á Nú er ongin um­bering fyri at sleingja um seg við leysum uppá­haldum og illgitingum« Dánjal Jákup Meinertsson, for­maður í Áhugafelagnum Antares, bjóðaði vælkomin á tíðindafundinum á Hotel Føroyum týsmorgunin og hugleiddi eitt sindur um søguligu gongdina. – Tá føroyingar í síni tíð vóru til lands í Íslandi ella róðu út í Grønlandi, vóru teir hetjur her heima. Soleiðis er ikki longur, tá føroyingar fara uttanlands at arbeiða, staðfesti hann.