hósdagur 5. februar 2015síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. februar 2015
sosialurin 15
15
Ingolf S. Olsen – PRESS
A
nnfinnur Garðalíð,
nýggjur formaður
í Føroya Skipara-
og Navigatørfelag,
fegnast um, at íkastið í samfelags
búskapin av føroysku arbeiðs
megini uttanlands er so stórt,
sum nýggja kanningin hjá Magna
Laksáfoss, búskaparfrøðingi, vísir.
Tað er Føroya Skipara- og
Navigatørfelag, sum saman við
Áhugafelagnum Antares hevur
bílagt kanningina, men tað var
áðrenn Annfinnur Garðalíð varð
valdur til formann í felagnum.
Hann varð valdur til formann á
aðalfundinum beint fyri nýggjár.
Sjón fyri søgn
– Eg má viðganga, at eg ikki,
fyrr enn eg fekk úrslitið av hesi
nýggju kanningni, havi sett meg
ordiliga inn í, hvussu alt hetta
hongur saman. Og mín áskoðan
er fullkomiliga broytt, tí eg má
viðganga, at eg eisini onkuntíð
havi argast inn á, at fleiri av mín
um kenningum ikki rindaðu
skatt í Føroyum. Men nú er sjón
fyri søgn, at okkara útisiglarar í
DIS, NIS og øðrum skipanum og
annars øll, ið arbeiða uttanlands
í ríkiligt mát geva sítt íkast í al
mennu kassarnar. Tað gleðist eg
sjálvsagt um, sigur hann.
– Pengarnir enda ikki beinleiðis
í til dømis kommunkassanum,
men teir koma inn í almennu
kassarnar sum ymisk nýtslugjøld
og eru annars við til at økja um
virksemið í landinum, sum
síðani aftur hevur positivar ring
virkningar við sær. Tað er so upp
til politikararnar at býta køkuna
rætt.
– Skipanin var skeiklað, ongin
ivi um tað, tí onki kom til dømis í
kommunukassarnar frá almennu
inntøkunum, sum stavaðu frá før
oyingum í arbeiði uttanlands, og
beinanvegin vórðu eyguni vend
móti teimum. Men eyguni skuldu
av røttum verið vend móti politik
arunum, sum ikki høvdu syrgt
fyri at býtt rætt, sigur Annfinnur
Garðalíð.
Hvílandi limir
Føroya Skipara- og Navigatørfelag
hevur góðar 1000 limir, harav ein
partur er hvílandi limir. Nakrir av
teimum hvílandi limunum sigla í
útlendskum reiðaríum, men hava
samlagstrygging umvegis teirra
limaskap í Skipara- og Navigatør
felagnum.
– Vit hava sjálvsagt áhuga í
at halda fast í hesar limirnar og
tala teirra søk, og tað er jú vorðið
hópin lættari við hesari nýggju
kanningini, staðfestir Annfinnur
Garðalíð.
Formaðurin í Føroya Skipara- og
Navigatørfelag viðgongur, at
hann eisini onkuntíð sjálvur hevur
argast inn á føroyingar, ið ikki
hava goldið skatt í Føroyum, men
hansara áskoðan er fullkomiliga
broytt, eftir at hann hevur sæð
positivu árinini, sum føroyska
arbeiðsmegin uttanlands
hevur á føroyska búskapin
Formaður broytt áskoðan
landi uttanlands,
vónar hann tó, at
kjakið fram eftir
verður sakligt og
undirbygt.
– Nú er ongin um
bering fyri at sleingja um
seg við leysum uppáhaldum og
illgitingum, tí nú hava vit eitt gott
talgrundarlag og eina góða lýsing
av støðuni at halda okkum til.
Kanningin
hjá
Magna Laksáfoss
leggur upp til kjak
um fleiri áhugaverd
evni á hesum økinum,
og tað er bara at fegnast
um, sigur formaðurin í
Áhugafelagnum Antares.
Sjálvur siglir hann sum maskin
meistari við norska veitaraskipinum
North Sea Atlantic, ið er útgjørt við
stórum, máttmiklum kranum og
fjarstýrdum kavbátum at gera kon
struksjónsarbeiðir á havbotninum,
eins og tað eisini er útgjørt sum
kaðalskip.
Skipið er skrásett á Malta, og
skattliga er skipanin hjá Dánjal Jákup
Meinertsson soleiðis, at hann rindar
skatt í Noregi, tá skipið arbeiðir í
norskum sjóøki, men í Føroyum, tá
skipið arbeiðir í øðrum sjóøkjum.
Annfinnur Garðalíð, nýggjur formaður í Føroya Skipara- og
Navigatørfelag, viðgongur, at hann hevði eina aðra áskoðan
á føroyska arbeiðsmegi uttanlands, áðrenn hann sá tølini í
nýggju kanningini hjá Magna Laksáfoss. – Men nú er sjón fyri
søgn, at okkara útisiglarar í DIS, NIS og øðrum skipanum og
annars øll, ið arbeiða uttanlands í ríkiligt mát geva sítt íkast í
almennu kassarnar. Tað fegnist eg sjálvsagt um, sigur hann.
Í temanum um skattapolitikk í Sosialinum
4. november 2013 stóðu hjúnini Høgni Davidsen
og Anna Sofía Næs úr Sørvági fram og søgdu
frá, hvussu nívandi tað var støðugt at fáa
ákoyringar og niðrandi viðmerkingar, tí
hann sigldi undir DIS og ikki rindaði hvørki
landsskatt ella kommunskatt í Føroyum.
Tey fingu javnan at vita, at tey snúltaðu upp
á onnur, men hildu tað vera órættvíst, at
tey og onnur í somu støðu skuldu standa til
svars fyri eini skattaskipan, sum tey hvørki
høvdu gjørt ella biðið um. Men sambært
nýggju kanningini hjá Magna Laksáfoss
hava tey bæði onki at skammast um, tí
føroyska arbeiðsmegin uttanlands spýtir
líka nógv í almennu føroysku kassarnar per
persón, sum heimliga arbeiðsmegin ger.
69% av teimum
427 føroyingunum,
sum í 2012 arbeiddu
á landi uttanlands,
arbeiddu í Noregi
Myndir: Álvur Haraldsen