Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-05, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. februar 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. februar 2015 sosialurin 15 16 kjak klumman Familjan: ein flokkur av einstaklingum Rætting til »Landsstýris­ útnevndir milliardingar« V it standa á einum vegamóti í menningini av menniskjanum. Børnini, sum í mong, mong ættarlið hava verið sjálv meiningin við lívinum, enda­málið við okkara fetum á foldum, sita ikki longur eins trygt á sigurstrónuni. Onnur ting gerast støðugt týdningarmeiri fyri modernaða menniskjað. Hipstarin hevur nógvar leiklutir, krøvini eru mong, tíðin strekkir ikki til og staðbundnið er nærum upployst við alnetinum. Vit fáa verið allastaðni í senn, og áminningarnar um alt tað, vit støðugt skulu taka støðu til og hugsa um og vera við í, merkjast og hoyrast bæði við ljóði og vibratiónum. Vit vilja so nógv, tí vit kunnu so nógv. Men gera vit ikki púra greið val, ja, so verða vit tikin av ræði. Eru vit ikki tilvitað um at velja og velja frá, ja, so verður tað skermurin, sum vinnur. Trupulleikin við skermunum, sum taka meiri og meiri yvir, er lýstur út í æsir. Vit eru helst øll samd um, at tað fyllir ov nógv. Vit seta skermtíð av til børnini og hava strangt eftirlit við teimum. Men hvussu við okkum vaksnu? Hvussu tá ein mailur plingar inn á telefonina mitt í ævintýrinum. Ella tá telefonin ringir mitt undir døgverðanum. Ella tá tað vibrerar í lummanum, meðan tú gert skúlating við børnunum? Vit vita tað væl. Vit geva alt ov ofta eftir. Og nú byrja ringarnir av tøknini av okkara on- mentan spakuliga at breiða seg. Teir merkjast fyrst og fremst hjá okkara hálvvaksnu børnum. Ein donsk kanning, sum varð almannakunngjørd í vikuni, vísir, at foreldrini hava ikki stundir at taka sær av børnunum. »Familjan« er skift um við ein bólk av individum, sum búgva undir somu lon. Ein beinleiðis avleiðing er, at tey ungu mistrívast. Tað er hart at vera tannáringur, og tað er steinur omaná byrðu, tá foreldrini ikki megna at vera nærverandi og skapa tær tryggu, fjálgu løturnar, har familjan bara er saman. Hesar løturnar eru ein barlast í ungu, viðbreknu sinnunum. Vit pástanda framvegis, at børnini eru tað týdningarmesta í lívinum, men hvønn vitnisburð ber okkara gerandisdagur? Hvar fer størsti parturin av orkuni? At uppmerkseminum? Av tíðini? Kanningin vísir, at tað er ósamsvar millum tað, vit siga vera týdningarmest, og tann mátan, vit nýta okkara tíð. Trupulleikin gongur útyvir børnini og tey ungu, men tey koma sjálvi við loysnini. Tey sakna samveru við foreldrini, har tey sleppa at seta dagsskránna. »Eg hevði ynskt, at foreldrini tosaðu við okkum um, hvussu vit hava tað« var svarið, sum oftast kom fyri í kanningini. Hevur tú sløkt allar skermar og bara tosað við títt barn í dag? »Vit pástanda framvegis, at børnini eru tað týdningar­mesta í lívinum, men hvønn vitnisburð ber okkara gerandisdagur? « »Kanningar vísa, at dagsins tannáringar sakna uppmerksemi og nærveru frá foreldrunum, sum í stóran mun eru upptikin av skermunum í staðin« Eyðstein Poulsen M/S Ågot Tykist løgið, at fiski­vinnu­ royndir við dorg verða g jørd­ar til eink­is í send­ ing­ini. Eftir at makrelkvota varð tilluta línuflotanum í 2012, sóu vit stórar møguleikar í hesum. Vit gjørdu íløgu í útgerð til at royndarfiska við dorg. Vit brúktu tíð og orku fyri at vinna okkum yrkisligar royndir innan hetta fiskarí. Tað tykist løgið, at KvF í sendingini »Lands­stýris­út­ nevndir milliardingar« kemur til ta staðfesting, at línuflotin ikki hevði – ella hevur – møgu­ leikar at fiska makrel. Í sendingini staðfestir vert­urin at »Línuskip fiska eftir havbotninum, meðan makrelur heldur til upp í sjónum, tað ber tí ikki til at fiska makrel við línu.« Við hesi staðfestin verður lagt upp til, at fiskimálaráðið hevði í hyggju, at línuskipini skuldu selja kvoturnar. – Hetta er faktu­elt skeivt. Víðari í sendingini stað­ festir annar vertur, at línuskipini fiska ikki makrel og tað hava tey ongantíð gjørt. Hann staðfestir víðari at »Fiskimálaráðharrin visti væl, tá hann gav línuflotanum makrelkvotur, at hetta fór at verða ein handilsvøra, ið skipini fóru at selja víðari við vinningi – altso óbeinleiðis studningur,« leggur verturin afturat. Uppaftur staðfestir vert­ urin, at hann hevur tosað við formaðurin í Felagnum Línu­skip, har formaðurin við­gongur erliga, at allur línu­ flotin er farin ígjøgnum hesa karu­selluna. Eg vil staðiliga avvísa, at øll línuskip hava verið partur av hesi avtalu. Vit á M/S Ågot søktu um loyvi at fiska makrel, við eittans endamáli, at fiska hesa kvotu sjálvir. 21.02.12 sendu vit umsókn til fiskimálaráðið. »Sp/f Ågot vil vegna M/S Ågot KG 244 søkja um loyvi at dyrgja eftir makreli á opnum havi.« Fiskivinnuroyndir Vit gjørdu íløgu í útgerð, og vit brúktu tíð og orku til hesa roynd. – Um fíggjarliga orkan loyvdi tí, so er eingin ivi um, at okkara royndir at fiska makrel við dorg eisini høvdu givið fíggjarligt úrslit. Tað letur seg gera hjá línuflotanum at fiska makrel! Okkara royndir vóru avmarkaðar og ikki optimalar. Makrelurin var spjaddur í tíðarskeiðinum, ið vit gjørdu royndir, og tískil var trupult at finna makrelin, tá skipið ikki er útgjørt við tólum at leita við. Eg kundi hugsað mær, at tað var upp á sítt pláss, at KvF rættar hetta mistak, har línuflotin verður lýst­ur sum óskikkaður til makrel­ fiskiskap. Hetta skaðar okk­ ara framtíðarmøguleikar til makrel­tilfeingið. Sí leinkju til sjónband um­ borð á Ågot, har vit gjørdu royndir norðanfyri Føroyar. HYPERLINK "https://www. youtube.com/watch?v=U_ BmzqfHhuo&feature=youtu. be" https://www.youtube. c o m / w a t c h ? v = U _ BmzqfHhuo&feature=youtu.be Lasse Klein Fólka­flokk­ur­ in, Sam­bands­ flokk­urin og Mið­flokk­urin vilja hava eitt PRIVAT fá­manna­veldi, meðan Javn­ aðarflokkurin og Tjóðveldi vilja hava eitt politiskt ALMENT fámannaveldi til seg og síni. Hvar er munnurin?” Hetta tóktist at verða niðurstøðan í sjónarpssendingini um »FISKI­VINNAN – stríðið um tilfeingið«. Tað er ikki bara ein spurn­ ingur um at nøkur fáa gerast ríkari, og tey mongu ongan ágóða fáa. Spurningurin er, hvat samfelagið fær burtur úr. Tað eru politikararnir, sum hava skyldu at fáa sum mest burtur úr »makrelinum« – fyri land og fólk! Tað er sjálvandi vinnan, sum skal skapa gróðrarbotn fyri, hvat samfelagið er ført fyri at gjalda. Uppgávan hjá politisku skipanini er at stuðla upp undir førleikamenning, rættar og rættvísar karmar – á øllum økjum – á ein tryggan og rættvísan hátt. Stuðla upp undir frambrot og vinnuligt avlop, fremja nýggjar íløgur, fyri at skapa nýggj arbeiðspláss, og harvið størri avkast til fyritøkur, starvsfólk, nýggj arbeiðspláss og ikki minst pening í almenna kassan. Bert soleiðis eru vit før fyri at varðveita eina sam­ haldsfasta sosiala skipan, sum kemur øllum borgarum í hes­ um landi til góðar. Rokningin skal gjaldast, og hana skulu vit øll verða við til at gjalda! Rokningin skal gjaldast Ver við í kjakinum! Send teldupost til post@sosialurin.fo Meiningar og kjak Eydna Skaale