hósdagur 5. februar 2015síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. februar 2015
sosialurin 15
17
tíðargrein
Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi
fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum.
Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni,
sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú.
Apati light
Tina Kildegaard Jakobsen
Granskingarhjálpari á Fróðskaparsetri Føroya
Mín indignatión er burtur. Nærum, men ikki fullkomiliga horvin. Tað er seint
mikukvøld og eina góða løtu havi eg roynt at funnið mína indignatión. Tað eydnast
ikki serliga væl. Eg eri hvørki so ørg ella so ovurfegin um nakað, at tað merkist.
Hvussu ber tað til, at eg eri vorðin so líkasæl? Míni eygu og oyru síggja og hoyra alla tíðina
heilt forferdilig og sera góð tíðindir, so her er nóg mikið at gerast ørg ella fegin um.
H
vørja ferð eg riti inn
á Facebook, síggi eg
nýggjastu vidundrini
í heiminum, eg síggi
hvussu langt vinkonan hevur runnið,
hvat ein onnur hevur bundið, og
hvussu nógvar kanelsniglar systir
mín hevur bakað. Eg síggi enntá eina
mynd av kanelsniglunum, og beint
undir henni ein kona í renniklæðum,
ein fittur kettlingur og óalmindiliga
vakrar myndir av kavakløddu
føroysku náttúruni.
Inn ímillum hesar myndirnar
eru myndir og sjónbond av Óla
Breckmann, sum ikki hóvar útvarp
(og onnur honum á baki.... segði
nakar Hebdo?), einum homo
seksuellum, sum er blakaður út
av einum høgum bygningi, men
yvirlivir og verður síðani steinaður
til deyðis ístaðin, ein smílandi Raif
Badawi, sum gjørdi eina liberala
bloggu í heimlandi sínum, og sum
afturfyri fær 50 koyrlasløg hvønn
fríggjadag, ein sýriskur pápi, ið ber
sín deyðfrysta son til grøvina.
Og eg reageri so dánt. Eg havi
skrivað undir uppá, at Badawi
ikki skal revsast við koyrli, eg havi
goldið pengar til innsavningina til
køldu børnini í Sýria, eg fái javnan
teldubrøv frá Andre og Jeremy í All
Out, ið fortelja mær, hvussu røsk
eg eri at stuðla teimum í stríðnum
móti homofobi, og eg brokki meg
á Facebook, tá fólk siga, at vit
ikki skulu hava eitt útvarp, ella at
útvarpið ikki skal kritisera tey (segði
nakar Hebdo?), eg fái tíðindabræv,
hvørja ferð ein kvinna er sloppin
leys úr prostitutiónstrafficking
onkustaðni í heiminum, og tað
sama, tá onkur saudiarabisk kona
hevur sett seg handan rórið og
náddi heim, áðrenn hon bleiv
handtikin.
Men har steðgar tað. Hvørki tey
góðu ella tey ringu tíðindini ávirka
meg so mikið longur, at tey fáa meg
at reagera ordiliga. Kemur ov nógv
inn? Blívi eg ovurfylt við tíðindum
um alt, soleiðis at eg ikki kann
reagera upp á nakað meira? Og av tí
sama reageri eg ikki ordiliga upp á
nakað? Hvaðani kemur apatiin? Og
hvat hendir í einum samfelag, har
borgararnir gerast apatiskir?
Mikudagin kom ein videoupp
tøka av einum flogfari, sum flýgur
á liðini, rennur á ein bil og so í kav
í eini á. Vanliga hyggi eg ikki at
upptøkum, ið kunnu væntast at
vera ógvisligar, men í dag klikti eg
á og hugdi. Men eg reageraði ikki.
Eg registreraði, at júst hatta hendi.
Tað er fakta at júst tað hendi, ið eg
sá, men kenslurnar um, at tað sótu
fólk í flogfarinum, og vitanin um, at
fleiri teirra doyðu júst í hesi stund,
rørdu meg ikki, akkurát tá eg sá
videoupptøkuna.
Hvat merkir hetta fyri meg sum
menniskja og teg sum menniskja, at
vit venja okkum av við at reagera?
Tí tað er hent ótilvitað. Eg havi ikki
ætlað mær at gerast »kensluleys«.
Overkill av tíðindum segði ein,
ja kanska. Men røddin í mær sigur,
at eg hóast tað eigi at reagera meira
og effektivari. Sjálvt um eg ikki
fái bjargað øllum heiminum, so
eigi eg hóast tað, at blíva ordiliga
indignerað, tá prátið fellur á, at
útvarpið er óneyðugt, eg eigi at blíva
forfard inn á sálina í meira enn ta
løtuna, tað tekur at flyta pengar á
eina innsavning, tá eg síggi ein pápa
bera sín deyðfrysta son, og eg eigi
veruliga at blíva glaðari um teir 51
kanelsniglarnar, enn eg gjørdist.
Verri er, at tað viðførir eina
líkasælu yvirfyri tingum, sum eg
ikki má vera líkasæl um. Til dømis
spurningin um hvørt Føroyar
skulu taka ímóti flóttafólkum.
Síðst í farnu øld var ein flótta
fólkastreymur úr Kosovo. Vit,
føroyingar, vildu tá, eins og okkara
grannalond, fegin gera okkara
skyldu og taka ímóti okkara parti
av flóttafólkum. Men í dag, tá
prátið fellur á flóttafólk úr Sýria
(landið við deyðfrystum børnum),
so er talan frá einum stórum parti
av fólkinum, at “vit skulu hjálpa
teimum, har tey eru”, tí at tey mugu
ikki koma her og oyðileggja okkara
land.
So hvar endaði veruliga sam
kenslan við bæði okkum sjálvum
og okkara medmenniskjum
kring allan heim? Hvat ger tað
við okkara samfelag, tá borg
ararnir gerast so líkasælir?
Samstundis sum Raif Badawi
verður revsaður við koyrlasløgum,
situr danski krúnprinsurin til
eina samkensluseremoni fyri
saudiarabiska kong Abdullah...
Hetta sendir eisini tekin aftur í
okkara egna samfelag, og tað líkist
ongum. Vit mugu onkursvegna fáa
okkara líkasælu á beint aftur. Tí
hóast vit ikki kunnu reagera uppá
alt, sum hendir í heiminum, so
viðførir hesin streymur av tíðindum
og hendingum, vit alla tíðina frá
innlit í, at vit heldur ikki reagera
uppá tað, ið hendir í okkara egna
heimi. Og tað ber ikki til.
Í tíðindastreyminum farnu vikuna er millum annað brotið, har ISIS blakar homoseksuella mannin við bindi fyri
eyguni út av hægsta takinum í Tal Abyad í Sýria, og síðani verður hann steinaður, inntil hann er deyður.
»Hesin streymurin av tíðindum
og hendingum, vit allatíðina
fáa innlit í, viðførir, at vit ikki
reagera uppá tað, ið hendir í
okkara heimi«