hósdagur 5. februar 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. februar 2015
sosialurin 15
18
Makrelurin savnaði tjóðina
– nú spjaðir hann fólkið
Hanus Samró
Løgtingmaður fyri fólkaflokkin
Makrelurin var av
fyrstantíð ein sonn
sólskinssøga, har vit
stóðu saman (ikki øll),
men nú er nógv, ið
bendir á, at stríðið, sum
savnaði tjóðina, verður eitt innanhýsis
stríð, ið setur kílar í fólkið. Hvat er tá
vunnið?
Støðan í 2009
Tað vóru langt frá øll, ið tóku undir við
Jacobi Vestergaard, tá hann í oktober
2009 spurdi landsstýrið um heimild
at áseta Føroyum hægri makrelkvotu.
Orsøkin var ikki bara, at størri nøgdir av
makreli vóru í føroyskum sjógvi, men at
Ísland, sum ikki var strandaland, ásetti
stórar makrelkvotur í 2007 og 2008. Tað
kundu Føroyar ikki ganga við til. Sostatt
– og við góðari ráðgeving frá Árna Dam,
ið kannaði ferðingarmynstrið hjá
makrelinum - spurdi Jacob Vestergaard
landsstýrið um heimild at áseta størri
makrelkvotu.
Mótstøða
Ynskið hjá Jacobi Vestergaard elvdi til
stórt móttrýst. Sum sendingin »Lands
stýrissins útnevndu milliardingar«
eisini vísti, vóru tað serliga umboðini
fyri Felagið Nótaskip, ið settu seg í móti,
tí teir vildu ikki missa sínar kvotur í
Norra. Tað er kanska skilligt, tí tað kundi
koma at kosta teimum hundraðtals
milliónir kr., tí makrelur varð ikki
fiskaður í føroyskum sjógvi – ella ikki
av føroyingum. Føroysku hagtølini, ið
liggja til grund fyri føroyska kravinum,
byggja á russisk hagtøl. Føroyska kravið
elvdi ikki bert til stríð frá vinnulívinum,
men vóru tað ikki allir politikarar, ið
vóru samdir við Jacobi Vestergaard.
Formaðurin í tjóðveldi, Høgni Hoydal,
skrivaði í lesarabrævi “Makrelur í
landsstýrismannasós” dagf. 24.08.2010,
at “Í strandalandasamráðingum skulu
føroyingar krevja munandi størri part
av makrelkvotuni grundað á tilmæli frá
okkara egnu Havstovu.”
Trupulleikin við tilmælinum frá
Havstovuni var, at Føroyar høvdu
ikki neyðugu vísindaligu hagtølini,
tí makrelur var ikki fiskaður í
Føroyum, men Havstovan hevði tó
gjørt greitt, at tølini frá Árna Dam
kundu ikki brúkast, tí tey vóru ikki
vísindaliga prógvað. Tískil mátti
Havstovan brúka nøkur ár til at gera
neyðugu vísindaligu kanningarnar –
tað kundi hvørki Jacob Vestergaard
ella landsstýrið bíða eftir, tí so høvdu
vit staðið serstakliga veik mótvegis
íslendsku krøvunum.
Tjóðveldi kærdi Jacob til
landsstýrismálanevndina
Sjálvt um tað vóru fleiri, ið funnust at
ætlanini hjá Jacobi Vestergaard, har
hann m.a. varð kærdur í landsstýris
málanevndina av Torbirni Jacobsen,
tí hann ikki hevði umsiti §9 í lógini
um vinnuligan fiskiskap rætt, finnur
tú ongan føroying í dag, sum metir
avgerðina hjá Jacobi Vestergaard at
vera skeiva. Øll eru samd um, at Jacob
Vestergaard gjørdi eitt fantastiskt
arbeiði. Serliga, tá ES fyrst hótti og síð
an setti handilsbann fyri føroyskum
útflutningi (tað var orsakað av sild
ini, men eisini makrelinum), men
sheriffurin stóð sum drangur í brimi.
Hann veik ikki ein tumma.
Nógv arbeiðspláss
Tað er eingin ivi, at avgerðin hjá
Jacobi Vestergaard hevur havt stóran
samfelagsligan týdning fyri Føroyar.
Ja, eg vil enntá fara so langt at siga, at
hetta er eins stórt, og tá Føroyar fluttu
fiskimarkið út á 12 fjórðingar í 1964 og
200 fjórðingar í 1977. Áðrenn avgerðina
í 2010 var næstan ikki ein makrelur
landaður í Føroyum. Meginparturin
fór til Norra, tí tað var styttri at sigla
(fiskaðu hann í norskum sjógvi). Um
hann varð landaður, endaði hann hjá
Havsbrún sum laksafóður. Nú verður
allur makrelurin landaður í Føroyum
– tað samtykti samgongan í 2012 -, har
størsti parturin verður nýttur sum
mannaføði. Tað hevur millum annað
havt við sær, at tvey uppisjóvarvirkir
eru komin afturat: eitt á Tvøroyri í
2012 og eitt í Fulgfirði í 2014. Hesi teljast
millum størstu arbeiðsplássini í dag!
Og tá verður atlit ikki tikið til ymisku
ringvirkningarnar, sum makrelurin
hevur havt á ymisku feløgini, ið veita
trol, tøkni og tænastur, v.m. til pelagisku
vinnuna. Men einki uppisjóvarvirki
hevði verið, um so var, at uppboðssølan
hjá makrelsamgonguni (framsókn,
tjóðveldi, sambandsflokkinum og
javnaðarflokkinum) hevði hildið fram,
tí allur makrelurin hevði verið landaður
til teir hundraðtals kinverjarnar um
borð á Layfayette. Tað vísti uppboðs
sølan í 2011.
500-600 mió. kr. til
almennan rakstur
Tað, sum skuldi savna tjóðina, setur
í hesum døgum kílar í fólkið. Jacob
Vestergaad verður sæddur sum ein
stórur bandittur, tí hann sambært
búskaparfrøðingunum Kára Petersen,
Jóannesi Jacobsen og Hermanni
Oskarssyni lutar milliarda virðir til
ávísar familjur, men hendan sama
heimildina, sum landsstýrismaðurin
hevur, var orsøkin til, at Føroyar
yvirhøvur fingu so nógvan makrel.
Um vit gjørdu, sum Høgni Hoydal og
tjóðveldi mæltu til, hevði Havstovan
framvegis arbeitt við at fingið til vega
neyðugu vísindaligu hagtølini, og tað
hevði sett Føroyar í eina veika støðu.
Hesin sami landsstýrismaðurin, sum
nú verður lagdur undir líkt og ólíkt,
hevur gingið á odda við at fáa allan
fiskin til lands, sum hevur skapt eina
rúgvu av arbeiðsplássum. Nú verður
næstan ikki ein makrelur seldur
til norsk virkir. Men tað er nógv, ið
bendir á, at um so er, at tjóðveldi og
javnaðarflokkurin við vælsignilsi frá
búskaparfrøðingunum fáa sína upp
boðssølu, endar allur makrelurin
í útlendskum hondum. Tað verða
gamlar dangur, sum eru illa rustaðar
og dálka illa, sum koma at fiska stóru
makrelkvotuna. Stóru framstigini,
sum eru gjørd seinastu árini í upp
sjóvarvinnuni, verða til fánýtis, tí
nógvu milliónirnar, sum verða nýttar
til innovatión og nýskapan innan
fiskivinnuni, enda í landskassanum. Tað
veri seg trol, pumpuskipanir, kamera í
trolinum, know-how, v.m. Ja, sambært
Kára Petersen, búskaparfrøðingi,
skulu millum 500 og 600 mió. kr. í
landskassan. Tá verður tað stuttligt
at vera politikari, men minni stuttligt
at arbeiða í fiskivinnuni. Eri stórliga
bangin fyri, at um so er, at vit fáa upp
boðssølu, verður tað dagurin, tá vit
med alla veittra føroysku fiskivinnuni
og teirra framfýsni farvæl, men verður
tað byrjanin uppá eitt samfelag, ið økir
almenna raksturin við 500 til 600 mió.
kr.
Fiskivinnunýskipan
Tá tað er sagt, er tíðin komin til eina
nýggja fiskivinnuskipan. Tað, sum vit
uppliva í dag, er alt annað enn nøkt
andi. Serliga er tað avbjóðingin við út
lendskum eigarum, ið setur órímiligt
trýst á føroysku fiskivinnuna. Teir seta
seg alsamt á størri virðir og virkir, og
tað er næstan ómøguligt hjá nøkrum
at fyglja við í tí, sum teir gera. Men
tað gongur yvir meiniga føroyingin,
ið ætlar sær í vinnuna, tí hann skal
kappast við útlendsku íleggjarnar.
Tað er munur á at fara oman í Eik ella
Banknordik at spyrja um lán til skip,
enn tað er hjá pengasterkum útlendingi
at spyrja Rabobank ella ABN Ambro.
Tað eru heilt aðrar treytir við heilt
øðrum business konseptum. Tískil
mugu vit gera okkurt við útlendskan
eigaraskap, tí vit kunnu kanska síggja
á roknskapinum, hvussu stórur
vinningurin er. Men hvussu stórur er
vinningurin reelt? Kann tað hugsast,
at feløg við útlendskum eigarum hava
størri vinning, men tey við ymiskum
triksum senda pengarnar av landinum?
Uppboðssølan loysir tíverri held
ur ikki trupulleikan, tí hvussu skulu
reiðaríi fáa fígging til skip, tá óvissan
er so stór? Skulu tey fara oman í
bankan og spyrja, um tey kunnu
fáa 350 mió. kr. til eitt spildurnýtt
uppisjóvarskip, men tað er óvist,
um tey kunnu gjalda lánið aftur, tí
tað kemur ann uppá, um teir kunnu
keypa fiskin á uppboðssølu? Og um
so er, at teir fáa lán upp 350 mió. kr.,
mugu teir í minsta lagi brúka tíggju
tals milliónir av krónum afturat um
árið fyri at sleppa at fiska. Sama verð
ur galdandi á hvørjum ári.
Tað, sum skuldi verða
gott, endaði keðiligt
Og nú standa vit í einari óunniligari
støðu, har fólkið er sett upp í móti
hvørjum øðrum. Grannin, ið siglir við
nótaskipi, sum annars altíð er fittur
og fryntligur, er brádliga partur av
makrelmafiuni. Konan hinumegin
vegin, ið starvast sum lærari, hon
verður snýtt, tí hennara partur av
makrelinum, av fólksins ogn endar í
lummanum hjá grannanum - hatta
bartrogið. Landsstýrismaðurin, ið
umsitur føroysku fiskivinnuna, er
føroyska svarið uppá Don Corleone,
ið býtir makrelloyvini út til vinir
og kenningar - figlio di puttana.
Tíbetur fyri lærarinnuna kann
hon seta sítt álit á journalistarnar
og búskaparfrøðingarnar, tí teir
hava avdúkað rotinskapin hjá
fiskimálaráðharranum og eru komnir
fram til æviga sannleikan. Soleiðis
verða Føroyar settar móti hvørjum
øðrum: tey góðu móti teim óndu.
Vit móti tykkum. Gjøgnumskygni
móti korrputión. Tað er út frá hesum
kjakinum, at vit skulu finna konsensus
og langtíðar semjur. Tað ber sjálvandi
til, men vónandi kunnu vit loysa
fløkjuna við at lata vera við at seta fólk
móti hvørjum øðrum, vit móti tykkum,
og ístaðin gera tað, sum er best fyri
føroyska samfelagið.
Og tað gera vit við at avmarka
útlendskan eigaraskap og sleppa
undan uppboðssøluni.
kjak
Bent Erdland
Hejmdals Brovej 139
6500 Vojens
Det er altid utrolig dejligt at besøge
Færøerne. Den fantastiske smukke
natur – uanset årstid og vind og vejr
– er en fantastisk oplevelse. Den store
gæstfrihed og varme der møder én
alle steder, gør oplevelsen til noget
man aldrig glemmer.
Bygdernes meget farverige og
meget velholdte huse er en stor
oplevelse i sig selv. Den lands
dækkende konkurrence om, at være
”Den bedst vedligeholdte bygd” på
Færøerne, er en konkurrence de fleste
tager meget alvorligt og med stor
ildhu deltager i.
I oktober 2014 var jeg – med et par
af mine sønner og et par børnebørn
– på besøg på Færøerne. Vi skulle
bl.a. til Haldórsvík hvor vi skulle
besøge venner og bekendte fra den
gang vi selv boede i bygden i 80érne.
Børnebørnene var naturligvis
spændte at på at se hvor deres fædre
var vokset op og havde gået i skole.
Dengang boede vi i Pállstova og
drev VÌKAR GRILL. Tidligere havde
vi fortalt om livet i Halórsórsvík og
store var forventningerne naturligvis.
Pállstova er sidste hus på højre side i
bygden ved broen over Kluftá og tæt
ved den smukke kirke.
Skuffelsen var meget stor da
de så den faldefærdige rønne som
Pállstova er i dag.Døre stod åben,
vinduer var smadret og området
omkring huset lignede en losseplads.
Alt var faldefærdig og misligholdt.
Ejeren skulle skamme sig. Han er den
direkte årsag til, at Haldórsvík ikke
kan vinde konkurrencen om ”Bedste
vedligeholdte bygd på Færøerne”
Et andet spørgsmål melder sig !!!!
Hvor er de kommunale myndigheder
i denne sag. Kan de acceptere at der
i bygden er en losseplads der til
trækker rotter og mus m.m.? Det kan
hurtigt blive til stor gene for bygdens
øvrige beboere.
Rejsearrangører og turristfor
eninger må græmmes når de sender
den ene bus efter den med turister
gennem Haldórsvík . At stoppe op
ved parkeringspladsen, ovenfor
kirken er naturligt, for at se den
smukke udsigt over bygden og
kirken. Her har turisterne desværre
også første parket til, den alt andet
end smukke udsigt over lossepladsen.
Ved samtaler med flere af bygdens
beboere, blev det klart for mig, at de
alle er umådelig kede af, at der ikke
kan gøres noget ved denne skændsel.
Det burde simpelt hen ikke være
tilladt at ejeren kan opfører sig på
denne måde og lade hånt om hvad
naboer og andre mener om sådant et
svineri. Et gammelt ordsprog siger:
»Mod dumhed kæmper selv Guderne
forgæves«. Det ser sandelig ud til at
være tilfældet i denne situation.
»PÁLLSTOVA« Skammens hus i Haldórsvík