hósdagur 5. februar 2015síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. februar 2015
sosialurin 15
19
Nú skal Løgtingið kjakast
um føroysku landsjørðina
Árni Gregersen
T
að var framlagt í dag – ett
upplegg um, hvussu tað
fer at bera til at einskilja
landsjørðina í Føroyum.
Tað er landsstýrismaðurin við
landbúnaðarmálum, Jacob Vester
gaard, Fólkaflokkurin, sum leggur upp
til aðalorðaskifti um landbúnaðin.
Hetta orðaskiftið verður hósdagin í
komandi viku í Løgtinginum.
Frágreiðingin sum skal vera
grundarlag undir orðaskiftinum var
løgd fyri tingið í dag.
Talan er um eina frágreiðing, sum
varð gjørd liðug í summar, og hon
hevur ligið alment frammi eina tíð.
Ein arbeiðsbólkur gjørdi frágeið
ingina fyri fiskimálaráðið, sum altso
eisini umsitur landbúnaðin.
Endamálið við einskiljingini er at
loysa tey bundnu fíggjarligu virðini,
ið eru í landsjørðini.
Tey íbornu virðini í jørðini eru tey
somu, líkamikið hvørt jørðin er privat
ella almenn, men við einum privatum
ognarrætti til jørðina, vil viðkomandi
hava størri áhuga og møguleika at fáa
mest møguligt burtur úr jørðini sum
landbúnaðarjørð, og umframt tað
eisini at fáa mest møguligt burturúr,
tá tað snýr seg um atknýtt virksemi,
ið natúrliga kann rekast saman við
landbúnaðarvirksemi.
Eigur viðkomandi sína egnu jørð
og hartil hoyrandi ognir og útgerð,
verða eisini fíggjar- og lániviðurskift
ini greiðari enn við verandi festi- og
festikontoskipan.
Tilmælir
Verkætlanarbólkurin, sum hevur
arbeitt við frágreiðingini, hevur bæði
gjørt eina niðurstøðu og tilmælir til
hvat eigur at gerast.
Í niðurstøðuni verður sagt, at
verður landsjørðin einskild, so kann
roknast við meira kapping og meiri
dynamikki í vinnuni. Harumframt
heldur bólkurin, at atknýttar vinnur
eisini fara at mennast enn meira.
Ein annar fyrimunur verður, at
fíggjarviðurskiftini hjá festarum
verða greiðari við einskiljing. Har
afturat verður sagt, at tað neyvan er
nakar trupulleiki at selja landsjørðina
um heimildirnar fyriliggja.
Fyri at hetta kann henda, so er
neyðugt við nøkrum broytingum í
lógini frá 2007.
Landsstýrismaðurin skal fáa
heimild at sleja landsjørðina og Bún
aðarstovan skals tanda fyri søluni.
Mælt verður eisini til, at tað, sum
verður definerað sum dyrkilendi, ikki
verður býtt sundur, men framhald
andi verður dyrkilendi.
Bústaðarskyldan fyri einskildu
jørðina heldur fram og ein brúks
skylda verður eisini áløgd teimum,
sum keypa jørðina.
Har stendur eisini, at keypa ver
andi leigarar av festum ikki jørðina,
so verður hon seld hægstbjóðandi, tá
ið leigutíðin er útgingin.
Har eru onnur tilmælir eisini,
millum annað, at ein landbúnað
arpolitikkur verður orðaður, sum
skjótast.
Torført orðaskifti
Fleiri ferðir er lagt upp til orðaskiftir
um landsjørðina í tinginum seinastu
mongu árini, men torført er at fáa
tingfólk at siga seína meining í hes
um máli.
Jørðin hevur so fastatøkur á før
oyingum, at hon ofta hevur elvt til
klandur – bæði í familjum og í ein
støku bygdum.
Helst er tað hetta, sum hevur hild
ið tingfólki frá at luttaka í orðaskifti
um landsjørðina.
Nú tykist tó ein broyting vera
hend, tí tað í dag er ein sannroynd,
at skal bera til at fáa eina ársinntøku
burturúr jarðarbrúkinum, so er neyð
ugt, at garðarnir gerast størri og hava
meira jørð og dyrkilendi.
Tað er eitt aðalorðaskifti um øll hesi
viðurskifti, sum landsstýrismaðurin
hevur lagt upp til og sum verður í
Løgtinginum hósdagin.
Ætlanin var, at pensjónin skuldi
hækka eitt sindur 1.juli í ár, men
hetta er útsett, sum tað sær út í
løtuni.
Løgtingið setti ikki nóg mikið
av pengum av á fíggjarlógini, so
pensjonistarnir kundu fáa eina
eitt sindur hægri veiting í seinna
hálvári í ár enn í fyrra.
Tað ger landsstýriskvinnan við
almannamálum, Annika Olsen,
Fólkaflokkurin, vart við nú og al
mannaráðið hevur sent eitt upp
skot til hoyringar, sum hevur til
endamáls at útseta hækkingina
av pensjónini í tveir mánaðir.
– Hetta verður gjørt fyri at
tryggja, at pengarnir passa og ráð
ið ikki kemur út í eina støðu, har
peningur verður brúktur, sum Løg
tingið ikki hevur játtað, sigur Ann
ika Olsen.
Fleiri royndir
Í fjør vóru fleiri uppskot fyri í løg
tinginum, har skotið var upp, at
pensjónin hækkaði eitt sindur.
Flestu av uppskotunum komu
frá andstøðuni, men tey vóru ikki
samtykt. Í september var eitt sklíkt
uppskot lagt fram, men tað var felt
av samgonguni, tí samgongan sjálv
fór at koma við einum uppskoti um
at hækka pensjónina.
Tað er hendan hækkingin, sum
nú verður útsett í tveir mánaðir, tí
ikki nóg mikið av pengum er sett av
til endamálið.
Møguleiki er fyri, at samgongan
kortini fer at gera eina hækking,
sum fer at gera at til ber at hækka
pensjónina frá 1.juli í ár.
Pensjónin hækkar ikki sum ætlað
Landsstýrismaðurin, sum umsitur landbúnaðin, Jacob
Vestergaard, leggur nú upp til kjak um landsjørðina
úr tinginum
Pensjónin hækkar ikki, tá ið ætlanin annars
var, tí ov lítið avpengum var sett av
Tað er landsstýrismað
urin við landbúnaðar
málum, Jacob Vester
gaard, Fólkaflokkurin,
sum leggur upp til
aðalorðaskifti um
landbúnaðin.