hósdagur 5. februar 2015síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. februar 2015
sosialurin 15
20
1
Tað eru so nógv góð argu
menti fyri hví havnarlagið
við Skansan skal útbyggjast.
Eitt teirra er, at vit fram
tíðartryggja týdningar
mikla havnarlagið við at
útbyggja við Skansan.
Vit fáa harvið nógv
virksemi á økinum, og
vit skapa fleiri arbeiðspláss í
kommununi. Og fleiri arbeiðs
pláss kasta samstundis nógv
annað virksemi av sær, og hetta
verður til gagns fyri allan býin og
alt samfelagið.
2
Summi hava ført fram, at
Tórshavnar
Kommuna
heldur skal byggja eina stóra
havn uttanfyri miðstaðarøkið. Men
havnin liggur best í Tórshavn og ikki
uttanfyri, tí hetta gevur tann stytsta
flutningin á landi, og er harvið best
fyri umhvørvi. Samstundis kunnu vit
vísa á, at við einari stórari havn fáa
vit eisini størri fleksibilitet, og tað
merkist aftur hjá kundunum, sum
fáa fyrimun júst av hesum. Fyri
vinnulívið og fyri annað virksemi
á havnini er hetta sostatt ein
stórur fyrimunur.
3
Summi hava stúrt fyri
ferðslu til og frá stóru
havnini, men hetta verður
ikki ein trupulleiki.
Ferðslan til og frá
havnarlagnum verður
nógv betri skipað og
ferðslutryggari. Og samstundis er tað
munandi bíligari at samla alt virk
semið á einum stað, og harvið fáa vit
eisini meira fyri hvørja skattakrónu.
4
Vit kunnu eisini hugsa um tann
trivnað, sum hetta fer at skapa.
Við at byggja havnina út fáa vit eitt
fantastiskt trivnaðarstað framman
fyri Skansan við bátahyli og øðrum.
Hetta verður ein fyrimunur fyri allar
borgarar hjá Tórshavnar Kommunu,
og kann elva til fleiri avleiddar fyri
munir og eina enn størri nýtslu av
økinum. Tað er umráðandi, at økið
kring havnalagið verður gagnnýtt til
fulnar – eisini tá nýggja havnin eftir
ætlan verður útbygd.
5
Áhugin fyri Føroyum sum ferða
mannaland gerst størri og størri,
og tí er eisini neyðugt, at høvuðs
staðurin er klárur at taka ímóti eitt
nú ferðamannaskipum. Vit hava
ynski um eisini at hava pláss til
fleiri og størri ferðmannaskip. Men
verandi havn kann ikki taka tey
stóru ferðamannaskipini, tí hon
er ikki gjørd til tað. Ein útbygging,
sum bara skal brúkast til tey lut
falsliga fáu ferðamannaskipini er
ov kostnaðarmikil, tí er tað ein fyri
munur at bingjuskip og onnur skip
kunnu brúka bryggjurnar tá onki
ferðamannaskip er til bryggju.
6
Aðrir fyrimunir eru eisini við
ætlaðu havnaútbyggingini. Fyri
bara at nevna eina jaliga avleiðing av,
at verandi havnaøkið verður útbygt
kunnu vit siga, at verandi havn og
bátahylurin á Argjum blívur nógv
kyrrari.
7
Og hóast tað kann tykjast sum,
at eitt so stórt byggjarí mitt í
hjartanum av høvuðsstaðnum kann
vera til ampa fyri samfelagið, fyri
borgararnar og fyri virksemi kring
økið annars, so er tað kortini ikki
so. Tórshavnar Kommuna hevur í
hyggju at skipa so fyri, at útbyggingin
av havnaøkinum verður gongur
so smilligt fyri seg sum gjørligt.
At byggja sjálva havnina verður tí
ikki tyngjandi fyri høvuðsstaðin.
Havnin kann eitt nú byggjast uttan
at tyngja veganetið, tí grótið verður
flutt sjóvegis.
Bakgrund...
orðadráttur
Mynd: álvur haraldsen
Skal havnin við Skansan bygg
Barbara Holm
Ætlanirnar hjá atkvøðumeirilutanum
hava eisini elvt til alment orðaskifti
um hvørt tað er rætt ella skeivt, at
byggja uppfyri Skansan. Tey, sum eru
fyri útbyggingini siga, at tað fer ikki
at órógva vakra søguliga gimsteinin
Skansan, meðan tey, sum eru ímóti
halda júst tað øvugta. At byggja
uppfyri Skansan er av summum
mett at vera beinleiðis vanæruligt
móti okkara siðsøguliga arvi. Og
júst okkara søguligi varði – Skansin
– hevur elvt til heitastu kjakini fyri
og ímóti.
Tað eru tó eisini onnur argu
mentið, sum hava verið førd fram
í hesum sambandi. Eitt nú verður
kjakast um hvørja avleiðing hetta fær
fyri ferðsluna í Havnini og til og frá
høvuðsstaðnum. Eisini verður skift
orð um, hvørt tað er betri at byggja
eina nýggja havn uttanfyri mið
staðarøkið ella ikki. Summi halda, at
júst miðstaðarøkið er best, tí so fáa
ferðafólkini í ferðamannaskipunum
bestu upplivingina. Onnur halda, at
tað fer at tyngja ferðsluna og elva til
ruðuleika at blanda bingjuskip v.m.
og ferðamannaskip saman. Her síggja
vit hvat Jógvan Arge, umboðandi
Tjóðveldi, og Sjúrður Olsen, umboð
andi samgongumeirilutan í kommun
uni, halda um ætlanirnar.
Síðani Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, fyri tíð síðani boðaði frá
sínum ætlanum um at útbyggja havnarlagið við Skansan, hevur rættilig orrusta tikið seg
upp millum samgonguna í Tórshavnar Kommunu og Tjóðveldi, sum situr í andstøðu
Lagt til rættis: Barbara Holm
Sjúrður
Olsen (Fólkafl.)
argir
Sølustjóri
hjá Balslev
Formaður í
Vinnunevndini í
Tórshavnar kommunu
Havnin liggur
best í Tórshavn
og ikki uttanfyri,
tí hetta gevur
tann stytsta
flutningin á
landi, og er
harvið best fyri
umhvørvi«
JA!
Sjúrður Olsen