hósdagur 5. februar 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. februar 2015
sosialurin 15
21
1
Hetta er eitt ivasamt projekt.
Byggiætlanin er ikki nágreiniliga
hildin upp ímóti øðrum møguleikum
í Tórshavnar kommunu. Her er bara
við eini handakeipu avgjørt, at
bryggjan skal útbyggjast á Skansa
bryggjuni og Eystara havnaøki.
Afturímóti hevur Tjóðveldi skotið
upp ítøkiliga at kanna umstøðurnar
fyri eini góðshavn aðrastaðni í okkara
stóru kommunu. Sund er nevnt, men
kanningar kunna eins væl eisini
verða gjørdar á Gulanum millum
Glyvursnes og Argir og á Kollafirði,
har møguleikarnir eru fleiri.
2
Staðsetingin framman fyri
Skansan er meir enn ivasom.
Tað er onki minni enn at bjóða
náttúruni og umhvørvinum av á
fleiri hermótum at leggja eina nýggja
bingjubryggju út í streymasjógvin í
Nólsoyarfirði og brimið Yviri við
Strond. Hetta krevur, at bygt verður
út á sjógv framman fyri býarins varð
tekni, Skansanum. Krevur eisini eina
nýggja farleið úti í briminum framvið
Eik, Advokatunum og Bústøðum yvir
á Eystfallsker.
3
Kostnaðurin fyri hesa havnar
bygging kann ryggbróta Tórs
havnar kommunu. Nú ein ófull
fíggjað byggiskrá hevur sæð dagsins
ljós, er kostnaðurin mettur til 450
mió kr, men tá er hann lágt settur og
ófulfíggjaður. Eitt nú er hvørki báta
havnin ella bygningar við í kostnaðar
metingini.
4
Tórshavnar havn er ikki før fyri
sjálv at leggja allar hesar pengar
út úr kassanum. Hon noyðist at
læna meginpartin, nakrar 100 mió
kr, til hetta stórarbeiði, sum partú
skal gerast í einum høggi eftir
hálvumtriðja ári. Slík lán telja við í
kommunuskuldini og fara at gera
sítt til, at Havnin rakar íløguloftið,
sum vit eru fjart frá í dag. Gjarðað
verður út við risamøguleikum, sum
skula standa havnini í boði, tá liðugt
er, men hetta er ikki annað enn pipp
fuglar á takinum.
5
Grundin til núverandi havna
projektið er, at ov lítið pláss er til
bæði ferðamannamóttøku og góðs
avgreiðslu á havnarlagnum. Tí skal
byggjast út í stórum. Hetta kann fult
so væl og betri loysast á annan hátt.
Í okkara uppskoti, sum fall í býráð
num, varð mælt til at kanna aðrar
møguleikar, áðrenn farið varð yvir
háls og herðar at brúka pening til eina
havnarútbygging, sum landsins býar
skipanarnevnd ikki hevur heimilað
enn. Víðari útbyggingarmøguleikar
eru so at siga ongir, uttan so at tú
byrgir alla brimstondina
av niðan við Strond.
6
Fløkjan av bæði góðs
havn og ferðamanna
havn á Eystara havnaøki
verður ikki frægari av hesi
ætlan. Góðsflutningurin til
havnina verður ætlandi nógv
størri, enn hann hevur verið, og
tað elvir til nógv størri og tætt
ari tunga ferðslu. Meginparturin
av ferðsluni til og frá havnarlag
num má fara eftir ringvegunum.
Eru ferðslupropparnir ringir í
dag, verða teir hvaðna verri eftir
útbyggingina.
7
Heldur enn at ovtaka seg við
einum stórleikaprojekti,
eigur í álvara at verða
hugt at hinum
møguleikunum
í
Tórshavnar
kommunu. Verð
ur góðshavn bygd
aðrastaðni, enn her er
ætlað, við góðum vega-
og tunnilssambandi í
allar ættir, vinna vit meira
fyri minni. Og Tórshavnar
havn kann rættiliga leggja
seg eftir at tæna og
menna innanoyggja og
altjóða ferðafólkavinnu
í býarins hjarta. Tað er
jú eitt hjartamál í dag.
nei!
Jógvan Arge
Mynd: álvur haraldsen
gjast út? Ja ella nei
Kostnaðurin
kann ryggbróta
Tórshavnar
kommunu«
Jógvan
Arge (Tjóðveldi)
tórshavn
Kringvarp Føroya
Varaborgarstjóri í
Tórshavnar kommunu