Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-05, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. februar 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. februar 2015 sosialurin 15 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 22 Eydna Skaale   F yri at skilja hetta fyribrigdið, mugu vit fyrst av øllum skilja, hvussu íleggjarar hugsa. Íleggjarar hava nógv­ ar pengar og ynskja at økja um sína ogn. Tað gera teir við at seta pening í tryggar íløgur; í íløgur, sum teir við vissu vita, at teir fáa ein ávísan vinn­ ing burturúr. – Beint nú eru nógv lond, sum ikki eru góð og trygg, tá tað kemur til at gera íløgur. Tað gongur illa í russ­iska búskapinum og í fleiri av lond­unum í Evropa, og harumframt er olju­prís­ urin lágur. Tað ger, at íleggjararnir leita aðra staðni, fyri at finna eitt gott, trygt stað til pengarnar. Herfyri var tað Sveits, sum var úti fyri sama »álopinum«, sum Danmark er nú.   Álopið á Sveits Sveits hevur eitt ávíst mark fyri, hvat sveisiski frankurin skal kosta. Sveisiski miðbankin roynir at halda frankin á einum føstum lágum kursi í mun til evruna. Hetta tryggjar, at sveisikar vørur ikki eru ov dýrar á heims­marknaðinum, og at tær so­ statt eru kappingarførar við vørur úr øðrum londum. Men eftirsum, at sveisiski frank­ urin er so støðugur, verða sveisisk virðis­brøv mett sum ein trygg íløga. Av tí, at tað er óstøðugt so nógva aðra staðni, valdu nógvir íleggjarar fyri stuttum tískil at gera íløgur í sveis­isk virðisbrøv. Íleggjarar keyptu altso sveisisk láns- og partabrøv fyri sveisiskar frankar. Um íleggjarin ikki eigur sveis­ iskar frankar (tí hann til dømis er amerikanari ella japanari), má hann veksla sítt gjaldoyra til sveis­ iskar frankar, tá hann vil keypa sveisisk virðis­brøv. Hetta ger, at eftir­spurningurin eftir sveisiskum frankum økist. Tá ið eftirspurning­ urin eftir eini vøru økist og útboðið ikki fylgir við, fer prísurin upp – og í hesum førum øktist kursurin tískil á sveisiska gjaldoyranum. Sveisiski miðbankin royndi at økja útboðið av sveisiskum frankum við at keypa útlendsk gjaldoyru, til dømis evrur, fyri sveisiskar frankar, fyri at sveisiska gjaldoyrað ikki skuldi veksa ov nógv í virði.  Men tað eydnaðist ikki sveisiska miðbankanum at halda ella minka um virðið á gjaldoyranum. At enda valdi hann ístaðin at lata sveisiska frankin hækka í virði.  Íleggjarar høvdu hervið keypt sveisisk virðisbrøv fyri ein prís, men kundu nú selja tey aftur fyri ein hægri prís, tí sveiskiska gjaldoyrað var styrkt. Nú fingu teir fleiri evrur fyri hvønn frank, um teir seldu sveisisku virðis­brøvini og vekslaðu sveisiskar frankarnir um til evrur. Tað gjørdi, at nógvir íleggjarar knappliga seldu síni sveisisku partabrøv. Hetta hevði so aftur við sær, at partabrævavirðið Danska krónan er undir stórum trýsti uttanífrá, og í løtuni ger danski Nationalbankin alt, hann kann, fyri at krónan ikki skal økjast í virði. Men hvussu kann nakar leypa á eitt gjaldoyra? Hvørjar kunnu fylgjurnar í ringasta føri vera? Og hvussu kann tað ávirka okkum føroyingar? Ester Hansen, búskapar­frøðingur, svarar okkara spurningum á ein pædagogiskan hátt Um danska krónan veksur í virði, verða allar vørur, ið føroyingar selja á útlendska marknað­anum, dýrari. Harvið minkar okkara kapp­ingar­føri« Álop á donsku krónuna Hvat merkir tað? Visti tú? Ein evra er altíð verd 7.45 danskar krónur Myndir: Ólavur Hansen