Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-05, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. februar 2015síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. februar 2015 sosialurin 15 23 á fleiri sveisiskum fyritøkum fall. Har­afturat er partabrævavirðið á flestu sveisisku fyritøkunum lækkað orsakað av, at fyritøkurnar væntast at vera vorðnar minni kappingarførar, nú ið allar sveisiskar vørur eru blivnar dýrari á heims­marknaðinum. Eitt annað min­ us er, at um tú hevur skuld, til dømis lán, sum er tikið í sveis­ iskum frank­ um, er skuld­in hjá tær brád­liga økt. Nú skalt tú knappliga gjalda fleiri krónur fyri hvønn frank – bæði tá tað kemur til rentu og avgjaldið av lán­inum hjá tær. Hetta hava fleiri fólk, sum hava lán í Sveits, upplivað tær seinastu vik­urnar, og summi eru komin heilt illa fyri fíggjarliga.   Tað, sum hendir í Danmark Ovurstóri eftirspurningurin eftir ein­ um ávísum gjaldoyra sæst í løtuni í Danmark. Íleggjarar eru hoppaðir yvir á Danmark fyri at vita, um skilið verð­ ur tað sama, sum í Sveits. Teir vilja altso heldur seta peningin í íløgur í Danmark enn aðrastaðni, og eftir­ spurningurn eftir donsku krónuni er tískil brádliga blivin ovurstórur. Ímynda tær, at heimsmarknað­ urin fyri gjaldoyru er ein bolli fullur av pengum – øll hugsandi gjaldoyru. Jú fleiri danskar krónur eru í boll­ anum, jú minni virði hevur hvør króna. Hin­vegin: Jú færri danskar krónur eru í bollanum, jú størri virði hevur hvør króna tá. Tað snýr seg um út­boð og eftirspurning. Nú øll vilja keypa donsk lánsbrøv, minkar talið av donsku krónunum í bollanum, og tískil veksur virðið á eftirverandi krónunum, um ikki okk­urt verður gjørt. Nationalbankin svar­ar tí aftur við at keypa útlendsk gjaldoyru fyri danskar krónur, so­ leiðis at onnur gjaldoyru, eitt nú evran, eisini minka í tali úr bollanum. Nú økist virði á evruni, samstundis sum tað verða fleiri danskar krónur í bollanum. Soleiðis verður krónan ikki »ov sterk« í mun til evruna. Danmark hevur ein fastan kurs mótvegis evruni. Um danir lata virðið á krónuni økjast, gongur tað útyvir kappingarførið, tí danskar vørur og tænastur so gerast dýrari í mun til vørur og tænastur úr øðrum londum. Seinasta mánaðin hevur Danmark nýtt 106 mia kr. at keypa útlendsk gjald­oyru fyri. Samlaða virðið á donsku gjaldoyragoymsluni er um­ leið 560 milliardir kr. Hetta svarar til umleið ein triðing av danska BTÚ. Til samanberingar kann nevn­ ast, at virðið, sum varð nýtt úr gjald­ oyra­goymsluni hjá Sveits, svaraði til nærum 100% av teirra BTÚ, áðrenn teir lótu gjaldoyrað hækka. Tá ið evropeiski miðbankin al­ menna­kunngjørdi, at hann komandi hálvaannað árið ætlar at keypa virðis­ brøv í hópatali (tað vil siga leggja eitt hópatal av evrum út í pengabollan), sá sveisiski miðbankin seg ikki føran fyri at halda á at keypa evrur fyri at forða sveisiska frankinum at hækka í virði.  Danski Nationalbankin hevur, um­framt at keypa eina rúgvu av evrum, eisini lækkað rentuna tríggjar ferðir seinasta mánaðin. Hetta er fyri at gera tað minni áhugavert at gera íløgu í donsk virðisbrøv. Um tú eigur pengar, ynskir tú leggja teir har, ið tú fært høga rentu afturfyri, umframt at tað sjálvandi gjarna má vera ein trygg íløga. Um rentan er lægri í Danmark, enn í Evropa, fæst minni afturfyri peningin í Danmark, og hetta heldur kanska nøkrum íleggjarum burtur. Tá ið bankar hava yvirskot, kunnu teir seta pening í Nationalbankan at forrenta. Nationalbankin er so­statt bankin hjá teimum vanligu bank­ unum. Afturfyri at seta pening í Nationalbankan, fáa bankarnir eina rentu. Men nú er rentan hjá National­ bankanum so lág, at hon er vorðin negativ. Tað vil siga, at bank­arnir skulu gjalda fyri at leggja pengar til síðis í Nationalbankanum – eisini teir føroysku – og hetta kann vera dýrt fyri bankarnar.  Bankarnir verða tískil eggjaðir til heldur at læna pengarnir út til kundar, har teir fáa rentu afturfyri at læna peningin út. Hetta er gott fyri okkum vanligu borgarar, tí tað er bíligari at læna pengar, nú rentan er so lág. Tað, at bankarnir heldur læna peng­arnar út, enn at goyma teir í National­bankanum ger jú eisini, at mongdin av donskum krónum í tí stóra penga-bollanum økist, og tað er so við til at minka um virðið á krón­uni. Hvussu kann tað ávirka Føroyar? Um Danmark skuldi givið eftir og latið donsku krónuna vaksið í virði, hevði tað havt tær fylgjurnar fyri Føroyar, at allar vørur, ið vit selja á útlendska marknaðanum, høvdu blivið dýrari. Allar okkara vørur, seldar í donskum krónum, verða jú knappuliga dýrari at keypa uttanlands. Ein virðisøking av donsku krónuni er tískil ringt fyri okkara kapp­ingar­evni. Í ringasta føri kann tað gerast so ringt, at feløgini mugu spara og siga fólki upp. Hesi fara so í arbeiðs­loysisskipanina, so almennu útreiðslurnar vaksa, umframt at tey rinda minni skatt, so inntøkurnar minka – og so hava vit eina ónda ringrás. Kursurin á virðisbrøvunum hjá okk­ara børsskrásettu fyritøkum fell­ ur eisini, tí íleggjararnar vænta, at kapp­ingarførið versnar, um krónan økist í virði. Tað hevur alstóran týdning fyri Nationalbankan, at krónan heldur seg støðugt til evruna, soleiðis at álitið á fasta virðið á krónuni verður varð­veitt. Um virðið á donsku krónuni verður skrúvað upp nú, er tað hugs­ andi, at hon kann verða fyri einum nýggjum álopi, sum fer at ganga hin­ vegin, so hon møguliga má minka í virði. Tískil setur Nationalbankin alt inn, fyri at danska krónan ikki víkir frá kursinum mótvegis evruni. Nationalbankin fer komandi dagarnar væntandi at halda á at keypa útlendsk gjaldoyru og lækka rent­una, so leingi sum neyðugt er, so trúð­virðið ikki skalast. eydna@sosialurin.fo Ester Hansen  Tórshavn  33 ár  Búskaparfrøðingur  Starvast á Føroya Handilsskúla. Hevur áður starvast á National­bankanum.  Gift Ólavi Hansen, mamma at tveimum gentum. Danski National­ bankin hevur lækkað rentuna tríggjar ferðir seinasta mánaðin, fyri at gera tað óattraktivt hjá íleggjarum at nýta Danmark, sum íløguland