Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-05, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. februar 2015síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. februar 2015 sosialurin 15 24 Annika Kunoy Im H anus Kjølbro er lærari í veður­læru. Sosialurin hev­ur sett honum stevnu fyri at práta eitt sindur um veður og vind – bókstaviliga – nú veðrið hevur sett dagskránna í stóran mun alt 2015. Hanus greiðir frá, at hesa tíðina í fjør hevði tað regnað hvønn dag síðani september mánað, og regnið helt á fram til mars mánað. – Tað var ikki ein samanhangandi dagur, sum var uttan regn teir mánað­ ar­nir í fjør, sigur Hanus Kjølbro. Hann greiðir frá, at í desember mánaði í 2013 vóru fimm dagar við ódn, og so var ongin ódn aftur tann veturin. Men hetta var sera óvanligt við orkan um náttina, sum síðani batnaði fram móti døgurða, men sum náttin nærk­aðist kom ein afturat. Eftir at regnið steðgaði í mars, kom liggjandi kuldaveður, og tann liggjandi kuldin, sum hann vit hava havt seinastu dagarnar, lá alt várið og bleiv avloystur av hita um summarið. Veturin í ár eyðkendur Hanus Kjølbro sigur, at í desember mánaði í 2014 sóu vit eitt eyðkent mynstur í veðurlagnum. Tá fingu vit lág­trýst, sum fóru av leiðunum við Ný Funnland og eystur Kappan, hag­ani tað fór tvørtur um Ísland í ein lágan landnyrðing. – Veðrið í Føroyum varð myndað av høgætt í nakrar dagar. Vit høvdu tveir ella tríggjar dagar við kava, og síðani ein ella tveir dagar við eini sjey hitastigum. Soleiðis gekk mynstrið, tað eina fyri og annað eftir, men á jólum steðgaði mynstrið. Síðani hetta mynstrið varð brotið, hava vit fingið ójavnt luftrák allan vegin frá norðpólinum – við onkrum av­broti – og suður móti okkum, síðani nýggj­ árið. Hetta luftrákið, sum kemur av leið­unum eystan fyri Svaldbard, hev­ur givið okkum køldu luftina og nógva kavan, sigur hann. Hóast kavin, sum vit hava upplivað í vetur, kann tykast ovur­honds nógv­ur, so er hann tó ikki óvanligur. Fyri at fáa kava í Føroyum, skalt vindurin koma úr rættari ætt, sum er norðan, har sum tað er kalt. – Vindurin fer frá støðunum, har tað er ov nógv trýst og til støðini, har trýstið er lítið. Har sum tað er kalt og ísur, sum til dømis í Grønlandi, søkkur luftin niður av kulda, og skapar eitt hátrýst, greiðir Hanus Kjølbro frá. Vit høvdu meir kava fyrr Sjómansskúlalærarin sigur, at vit høvdu vetrar við nógvum kava fram til umleið 1987, og síðani byrjaði kavin at minka. Eftir hetta vóru fleiri vetrar við minni av kava, og gloppið millum kava­vetrarnar ber ikki til at siga nakað um frammanundan. Tey flestu okkara hava verið tarnað av veðrinum í vetur. Tað kavaði óvanliga nógv í januar mánaði, og kavin hevur darvað ferðsluni í nógvar dagar. – Hetta er tað mesta, vit hava havt av kava síðani 2010, sigur Hanus Kjølbro, sum undirvísir í veðurlæru á Sjónámi í Klaksvík Longri millum kava­ vetrarnar Vit høvdu vetrar við nógvum kava fram til umleið 1987, og síðani byrjaði kavin at minka« sep 0 0 0 okt 2 21 0 nov 7 93,2 2,1 des 29 1142 10,8 jan 23 1203,4 26,3 feb 12 177,7 15,8 mar 10 261,2 0 apr 18 325,3 0 mai 14 117,6 0 Íalt 115 3341,4 55 2011-2012 Hálkudagur Salt (t) SaltlaKA (m3) Visti tú? Í fjør regnaði tað hvønn einasta dag frá september til mars Uppgerð frá Landsverk yvir dagarnir teir hava verið úti og saltað, og hvat teir hava nýtt av salti og saltlaka: