Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-05, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. februar 2015síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. februar 2015 sosialurin 15 25 – Tveir kavavetrar kunnu verða á rað, og so kunnu eisini verða fleiri ár ímillum. Men vit kunnu staðfesta, at tað er longri millum kavavetrarnar, enn tað hevur verið, hóast veðrið hevur altíð verið broytandi, sigur hann. Ættin avgerð veðrið Herfyri, tá veðrið var ringt – millum annað í Vágum og oman fyri Kvívík – kom vindurin úr útnyrðingi, og tí var veðrið verri har. Vindurin varð lyftur upp um høgu fjøllini í Norðurstreymi, og so datt kavin niður. Hevði vindurin komið úr einari aðrari ætt, so hevði ikki kavað so nógv har, og tað kundi eins væl einki verið eftir av kava, tá vindurin rakti her. Tískil er ættin av stórum týdningi. – Tað, sum hevur týdning, tá ið ein greinar veðrið, er at fáa ættina uppá pláss, tí hon ger av, hvussu forsøgnin sær út. – Tað er av hesi orsøk, at góð ætt hjá mær er ring hjá tær, og umvent, alt eftir hvar í landinum vit eru, sigur Hanus. Hanus Kjølbro fær ofta fyri­ spurn­ingar frá fólki um veðrið. Tey ringja og vilja vita, um tey skulu av­lýsa ætlanir um ferðir, bygging, hátíðar­ hald og annað. Hann sigur, at fólk ofta vilja hava trygd fyri, hvussu verður við veðr­ inum. Men torført er at siga nakað púra vist um veðrið, tí tað er dynamiskt. Óvissan er spennandi Okkum dáma væl at tosa og spáa um veðrið. Hanus Kjølbro heldur, at tað, sum ger veðrið spennandi, er júst óvissan. Summi fáa hendan spenn­ingin frá ítrótt­ inum, greiðir Hanus Kjølbro, sjó­mans­ skúlalærari, frá, – men onnur fáa hann frá veðr­inum. At spáa fram í tíð­ ina um hvussu tað fer at verða, fyri síð­ani at hyggja aftur á, fyri at vita um tað bleiv, sum man segði. – Hetta er sum eitt fjølmiðlafólk til ein hondbóltsdyst, sum hevur grein­ að allan dystin, áðrenn hann byrjar. Hann veit til dømis, hvør spælari fer at klára seg væl og hví. Hann hevur 100 frágreiðingar uppá, hvussu dyst­ ur­in fer at verða. Og um tað ikki hendir, sum hann hevði spátt, ja, so hevur hann 100 frágreiðingar uppá, hví tað ikki varð so. Tað er spennandi at fylgja við dynamikkinum, sigur Hanus. Annika Kunoy Im O ngi hagtøl eru skrásett fyri, hvussu nógvar av­ lýs­ingar hava verið í vetur, tí slík tøl verða ikki skrá­sett, sigur Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskipari hjá Strand­faraskipum Landsins. – Men eg veit tó, at tað hava verið nógvar avlýsingar, bæði hjá bygdaleiðum og oyggjaleiðum, og avlýsingarnar hava verið fleiri enn seinasta vetur. – Síðsti vetur var góður við fáum avlýsingum. Hesin veturin hevur verið framúr vánaligur, og eg veit, at ringa veðrið byrj­aði 2. oktobur, sum var ein illveðurs­ dagur við nógvum avlýsingum. Síðani hetta hevur næstan ongin heil vika verið uttan eina av­lýs­ing í eini av leiðunum hjá Strand­fara­ skip Landsins, sigur Jens Petur Brattalíð. – Kavin í januar hevur havt við sær, at bussarnir ikki hava koyrt, men eisini hevur verið so mikið nógvur kavi, at vit fyri fyrstu ferð hava leitt onkur av skipunum uttan um tær vanligu havnirnar, sigur hann. Kostar at lýsa um broytingar Tað kostar ikki Strandferðsluni nakað í útreiðslum, tá teir avlýsa vegna veður, men neyðugt er, at fólk eru kunnað um broytingar, sum verða í rutunum. – Tað einasta sum kostar, tá vit avlýsa vegna veður, eru lýs­ing­ ar, sum vit senda til miðlarnar, sigur Jens Petur Brattalíð. Tað ávirkar heldur ikki lønina hjá arbeiðs­fólk­inum í Strandferðsluni, tí veðrið fær man onki gjørt við. Men kostnaðurin av lýsing­ unum leypir skjótt upp, tí ein lýs­ing kostar Strandferðsluni millum 1800 og 4000 krónur, alt eftir hvussu long hon er. Og í vetur hava tað verið nógvar avlýsingar, sum hava verið lýstar í miðlunum. Jens Petur Brattalíð heldur, at fólk eru tolin, tá avlýst verður, og tey skilja, at vit ikki eru harrar yvir veðr­inum. – Tað viktiga er kunningin, og at vit lýsa og kunna í góðari tíð, soleiðis at fólk fáa boðini beinan­ vegin, um tað ikki verður koyr­ andi, sigur hann. Strandfaraskip Landsins lýsir í miðlunum, gjøgnum sms-skipan og á rutu-upplýsingini, sum svarar alt døgnið. – Øll skilja, at tá Strand­fara­ skip Landsins avlýsir, so er ongin koyring. Verri er við trupul­ leikanum, sum Landsverk hevur, tá fólk gera beint ímóti allari kunn­ing og fara tvassandi um fjøll­ini og koyra, hóast tað er frá­ rátt, vísir Jens Petur á. –  Men um Landsverk ræður fólki frá at fara nakran veg í bili, so av­lýsa vit eisini okkara ferðslu. Tað er viktugt og gott at hava sum baro­metur. Strandfaraskip Landsins hava fyri fyrstuferð í vetur leitt onkur av skipum sínum uttan um tær vanligu havnirnar, tí kavin hevur verið so nógvur, sigur Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskipari hjá Strandfaraskipum Landsins Ongin vika uttan avlýsing Síðani 2. oktober hevur næstan eingin vika verið, har SSL er sloppið undan av­ lýsingum vegna veður Luftrákið, sum hevur givið okkum nógva kavan, kemur av leið­ unum eystan fyri Svaldbard Myndir: Álvur Haraldsen sep 0 0 0 okt 9 79,1 4,1 nov 18 447 10,8 des 26 736,1 51 jan 18 306,1 17,7 feb 14 195,8 4,5 mar 25 290,2 80,5 apr 19 99,2 24,4 mai 3 33,5 1,8 Íalt 132 2187 194,8 2012-2013 Hálkudagur Salt (t) SaltlaKA (m3) sep 0 0 0 okt 2 3,7 0 nov 17 312,3 149,1 des 21 435,7 118,4 jan 9 103,2 50,6 feb 15 199,4 53,1 mar 11 118,9 33,7 apr 1 1,7 0 mai 0 0 0 Íalt 76 1174,9 404,9 2013-2014 Hálkudagur Salt (t) SaltlaKA (m3) sep 0 0 0 okt 5 5,2 0 nov 5 27,5 16,7 des 23 1005,5 56,6 jan 24 787,3 20,3 Íalt 57 1825,5 93,6 2014-2015 Hálkudagur Salt (t) SaltlaKA (m3)