hósdagur 5. februar 2015síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. februar 2015
sosialurin 15
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
26
Inna Törnroos
Í
1932 byrjaði timburmaðurin
Ole Kirk Christiansen, sum var
búsitandi í Billund, at framleiða
leikur.
Tvey ár seinni doypti hann fyri
tøkuna Lego – ein blanding av orð
unum Leg og Godt. Men tað var ikki
fyrr enn í 1947, at framleiðslan av
stoyptu plastikkbitunum byrjaði.
Áhugin fyri plastikkbitunum var
ikki serliga stórur í fyrstuni, og ikki
fyrr enn miðskeiðis í 1950-unum kom
ferð á søluna.
Frá 1978 tvífaldaðist fyritøkan
fimta hvørt ár. Men í 1993 kom vend
í og vøksturin steðgaði. Fyritøkan
royndi at venda gongdini við at lata
fleiri Tivoli upp, gera klæði og teldu
spøl. Lítið hjálpti. Ikki fyrrenn í 1999
kom bjargingin, og hon kallaðist Star
Wars-lego – og seinni eisini Harry
Potter-lego.
Í nøkur ár gekk alt uppá stás, men
tá ongir nýggir Star Wars ella Harry
Potter filmar komu út, fór sølan av
hesum leikunum eisini í botn.
Í 2004 var Lego í álvarsomum
trupulleikum. Fyritøkan misti 7 milli
ónir krónur um dagin og eigarin
Kjeld Kirk Kristiansen var
noyddur at bjarga fyritøkuni
við einari hálvari milliard av
eginpeningi.
Samstundis, sum krepp
an var djúpast, varð stjórin
skiftur út. Inn kom tann
fyrsti persónurin, sum
ikki hoyrdi til familjuna
– Jørgen Vig Knudstorp.
Tað fyrsta, hann
gjørdi, var at seta
spurningin – hví
er fyritøkan til
og hvat dugir
hon best?
S v a r i ð
gjørdist – lego
bitin.
– Vit vóru blivin yvirlegin og hildu,
at vit dugdu alt best. Men tað gjørdu
vit ikki. Vit dugdu best við legobitum,
og tað var tað, sum vit skuldu halda
okkum til, hevur hann sagt í sam
røðum við onnur bløð.
Túsundtals fólk fingu sekkin,
tivoli vóru stongd og legobitin var
aftur í hásætinum.
Í 2013 var vinningurin hjá fyri
tøkuni »The Lego Group« heilar 15
milliardir, og fyrsta hálvárið í 2014
hendi so tað, sum fá høvdu spátt fór
at henda – nevniliga, at Lego yvir
hálaði amerikanska Mattel, ið eigur
Barbie.
Grundirnar til vøksturin eru tvær.
Onnur orsøkin sást á biografskígg
unum í fjør og kallast »Lego – the
movie«.
Nógv halda, at filmurin er genialur,
eftirsum at tað eydnaðist at fáa fólk
at gjalda útvið 100 krónur fyri at
hyggja at einum reklamfilmi,
sum vardi í hálvanannan tíma.
Ein onnur orsøk er, at
miðalklassin veksur um
allan heimin, og tað er ser
liga her, at størsti parturin
av keyparunum eru. Í Kina
øktist sølan við 50 pro
sentum fyrru helvt
av 2014.
Men hóast at
tølini eru bjørt nú,
eru myrk skíggj at
hóma. Rákið um
allan heim er, at børn
gerast fyrr vaksin, og
at tey sostatt gevast
at spæla nógv fyrr
enn áður. Hetta
er ein hóttan móti
Lego størri
Fyri fyrstuferð nakrantíð hevur
Lego yvirhálað Barbie, sum
størsta leika í heiminum. Flestu
fólk kunnu neyvan ímynda sær
ein barndóm uttan Lego, men
fyri 10 árum síðani stóð illa
til, og endin var nær. Loysnin
vísti seg at vera tað, sum alt
byrjaði við – einum Legobita
»Størsta avbjóðingin,
sum Lego hevur, er, at stórur
partur av spælinum hjá børnum
nú gongur fyri seg á teldum«
Í miðal eigur hvør persónur
í heiminum 86 Legopetti.
55 miljardir petti verða
framleidd hvørt ár.
40 miljardir petti skullu til fyri
at byggja eitt torn til mánan.
7 Legopakkar
verða seldir hvørt sekund.
Út av einari millión verða bara
18 legopetti blakað vekk, tí
tey ikki eru, sum tey skulu.