hósdagur 5. februar 2015síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. februar 2015
sosialurin 15
27
øllum fyritøkum, sum framleiða
leikur, og rákið sær ikki út at venda,
tvørturímóti heldur tað á og veksur.
Ein bólkur, sum tó ikki gerst ov
vaksin at spæla við Lego, eru tey,
sum kallast AFOL (Adult fans of
Lego). Lego roknar við, at umleið 5-8
prosent av allari søluni av Lego er
til vaksin, sum dáma væl at sita og
byggja og skapa. Í Japan eru tølini
enn hægri.
Til hendan vaksna kundaskaran
ger Lego serligar eskjur – og eftirsum
tey eru serkøn innan Lego, eru fleiri
av hesum eisini við í ráðgevandi
toymum hjá Lego.
Tað, sum oftast verður tikið
fram, tá tosa verður um Lego, er, at
tað er ein kreativ leika, har barnið
kann skapa tað, sum tað vil. Men
við pakkunum, sum nú verða seldir,
er hendan grundgevingin ikki eins
sterk, sum áður.
Barnið fær nevniliga eina veg
leiðing um, hvussu tað skal byggja,
við í pakkanum, og teir túsundtals
møguleikarnir at gera ymisk ting við
legopettunum verða nú kókað niður
til ein. Nógv vilja verða við, at her er
Legofyritøkan farin av kósini aftur.
Leingi hava genturnar verið ein
málbólkur, sum Lego vil náa, tí leik
urnar hava kanska í stóran mun
verið til dreingir. Men við »Lego
Friends« eydnaðist tað. Ljósareyð
hús, Legogentur við ljósum purlum,
sum baka cupcakes, tiltala gentur
líka nógv, sum tað fær feministarnar
at síggja reytt.
Størsta avbjóðingin, sum Lego
hevur, er, at stórur partur av spæl
inum hjá børnum nú gongur fyri
seg á teldum. Lego hevur gjørt
nakrar royndir við telduspølum,
men tær eru miseydnaðar. Nú
vænta nógv, at samstarvið
við spælið »Mindcraft« fer at
hjálpa Lego at eydnast við
royndunum at gera Lego líka
stuttligt í telduni,
sum uttanfyri.
inna@sosialurin.fo
enn Barbie
Ein orsøk til stóra vøksturin
hjá Lego, sást á biografskígg
unum í fjør og kallast »Lego
– the movie«, har kendir
filmsleikarar sum, Will Farrell,
Liam Neeson og Morgan
Freeman, løgdu rødd til.
»Rákið um allan heim er, at børn
gerast fyrr vaksin, og at tey sostatt
gevast at spæla nógv fyrr enn áður«
Visti tú?
5-8% av allari
søluni hjá Lego,
er til vaksin