hósdagur 5. februar 2015síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. februar 2015
sosialurin 15
28
nøvn
For age is opportunity no less
Than youth itself, though in another
dress,
And as the evening twilight fades
away
The sky is filled with stars, invisible
by day.
H W Longfellow
Eg síggi hann fyri mær langt langt
afturi í hinari øldini. Tuskandi oman
í skúla myrk krígsár; so verri enn so
nakað, sum tá kallaðist Stoffalág.
Niðri við lagaða grótgarðin mátti
møðin rindast, og skimast varð í allar
ættir: vóru týsk flogfør á flogið?
Og eitt sindur eldri. Standandi
undir »stovuvindeyganum« hjá
Kisan og teimum summarkvøld.
Lurtandi eftir undurvøkru musisku
kvøldsetuni hjá stóru familjuni í lítlu
kroysuni –
Og rennandi á losjuvøllinum í
bóltspælið saman við dreingjunum
á Tinghúsvegnum tey ljósu summar
kvøldini.
Burturi í haga dagin langan við
pápanum Andriasi í Vágsbotni. Norð
uri í Norðradali við seyði...
Tey fyrstu vaksnamannaárini.
Sterkur verjuleikari á besta liðnum
hjá B36 ( saman við dreingjunum á
Tinghúsvegnum). Á hondbóltsvøll
inum sum KFUM'mari.
Og so túrar inn á Strendur, tí har
búði ein fitt ung genta.....
Ótrúligt – men fríggjadagin 6.2
verður Jóhan altso 80!
Jóhan hevði eitt langt lív í al
mennari tænastu. Stjóri á Strand
ferðsluni í fleiri áratíggjur, og tað
megnaði hann serstakliga væl,
rætthugsandi og ordiligur sum hann
er, hóast tað mangan man hava verið
baldrut og tungt. Politiska stýringin
av hesum stovni hevur altíð verið
meira ella minni kaotisk, men í
1980árunum bar av! Jóhan, hóvligur
og stabilur sum hann er, kláraði eisini
at stýra stovninum hesi árini – og tað
sigur ikki so lítið!
Jóhan hevur altíð verið sera
upptikin av tónleiki. Hann syngur
enn í fleiri kórum, og tað hevur
hann gjørt nú í meira enn hálva øld.
Í samband við kórsang hevur hann
ferðast kring tað mesta av knøttinum,
men tann ferðin, ið man standa eina
fastast í minni hansara, er tá ið tey
sungu í Carnegie-Hall í New York.
Fastur fúsur er hann hvønn sunnu
dag sum organistur í Kaldbakskirkju.
Og so er ikki at gloyma tað trúfesti,
hann og hinir sangararnir hava sýnt,
tá ið tað snýr seg um at syngja til
jarðarferðir.
Jóhan hevur verið pensjonistur
nú í nøkur ár, men aktivur hevur
hann verið – og er hann framvegis –
sum fáur!
Hann hevur runnið regluliga í
mong ár, men seinastu tíðina eru
knøini farin at bila, so nú eru tað
gongutúrar á skránni tíðliga hvønn
góðveðursmorgum.
Tá ið eg stakk inn á gólvið í
Stoffalág 24 fyrradagin, var alt sum
tað eigur at vera. Marjun stákaðist
í køkinum – á Jóhan, hvat var tú
uttan hana? – og Jóhan sat uppi á
skrivstovuni á loftinum og skrivaði.
Í fleiri ár hevur Jóhan sitið og
skrivað »endurminningar« og so
mangt annað við eisini, og tann
sum onkuntíð hevur sitið saman við
honum og práta um farnar dagar veit,
at har er ein vitan, sum bert fáur, um
nakar, man eiga í dag.
Mær hevur hepnast at verið
nógv saman við Jóhan seinastu
mongu árini. Eg havi kent tað, sum
sat eg við Gamaliels føtur. Eitt gott
kvøld í Stoffalág saman við Jóhan og
Marjun, við hugfarsligum prátið um
farnar dagar í Havn – ella sjavsspælið
– gev mær tað túsund ferðir heldur
enn eksotisk ferðamannamál!
Tey týsku bumbuflogførini órógva
ikki longur. Sangurin og tónleikurin
úr lonuni hjá Kisan & teimum er
langtsíðani tagnaður. Losjuvøllurin er
ikki til meira – og heldur ikki Andrias
R Jacobsen. Og KFUM er langt síðani
farið í søguna som hondbóltslið.
Men B36 ER føroyameistari – og
á liðnum spælir Andrias Eriksen,
abbasonur Jóhan.
Á ja, so mangt er broytt hesi
mongu árini síðani smádreingirnir
á Tinghúsvegnum og Jóhan spældu
bólt summarkvøldini.
Men Jóhan er enn hin sami, og í
dag verður hann 80!
Gleði meg at sessast saman við tær
í Varde í kvøld, Jóhan – til hugnaliga
samveru og gott prát. Hjartaliga til
lukku við stóra degnum!!
jc
Jóhan Restorff
Jacobsen 80
Føðingar
Tøkk
Vit takka øllum, sum mintust okkum
á gullbrúdleypsdegnum 15.08.14.
Takk fyri morgunsang.
Takk fyri heilsanir, blómur og gávur.
Ein serlig tøkk til børnini við familjum, sum gjørdu
okkum kvøldið so sera hugnaligt.
Heilsan Jonna og Knút Larsen
Kunngjørt verður ætt, vinum og kenningum,
at okkara kæra mamma, omma, langomma
og vermamma
Marita Petersen
Tórshavn
andaðist á Landssjúkrahúsinum 4. februar,
77 ára gomul.
Farið verður úr Landssjúkrahúskapellinum
heim í Ebenezer sunnukvøldið 8. februar
kl. 19.30.
Jarðarferðin verður úr Ebenezer
mánadagin 9. februar kl. 13.00.
Vegna familjuna
Kára, Rannvá og Durita
Tey, ið vilja minnast Maritu við blómum ella
kransi, kunnu lata Krabbameinsfelagnum eina
peningagávu.
Mánadagin 26 januar fingu Rannvør og Rósa Maria eina lítlasystur. Hon
var 52 cm long og vigaði 3720 gr. Foreldrini eru Fríða Olsen, Klaksvík &
Jógvan S. Johannesen, Leirvík.
28. desember fingu Sigrid og Súni F. Olsen, Strendur, ein son. Hann vigaði
4060 gr. og var 56 cm langur.
70 ára føðingardagur
22. februar fyllir Erik Eliasen
Syðradalur K. 70 ár. Dagurin
verður hildin á Føroya Hand
arbeiðsskúla Heygavegur 27 í
Klaksvík frá kl 14,00. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Brúdleyp
Leygardagin
21.
februar
giftast Majgunn Petersen,
Tvøroyri og Dan Mortensen,
Trongisvágur. Vígslan verður
í Tvøroyrar Kirkju kl. 11.00.
Opið hús verður í Skúlagarð
inum í Trongisvági frá kl.
14-19. Øll eru hjartaliga væl
komin.