Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-05, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. februar 2015síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. februar 2015 sosialurin 15 29 K ringvarpið verður í hesum døgum av summum lagt undir at verða í báti sam­an við andstøðuni – ser­liga Tjóðveldi – og fat øra miðvísa her­ferð ímóti sam­gonguni – serliga Fólka­ flokkinum. Tá ið kristiskur tíð­inda­ flutningur er í útvarpi ella sjónvarpi, har sam­gonga og samgongulimir standa fyri skotum, eru pástandirnir um eitt partískt og politiskt litað Kringvarp at hoyra í kjakinum – bæði frá borg­ arum og politikarum. Men tað vóru dagar, tá ið Fólka­flokkurin varð lagd­ur undir at stýra tíðinda­flutn­ inginum í Sjónvarpinum og Útvarpinum – hetta var áðrenn Útvarpið og Sjón­ varp­ið vórðu løgd saman í ein stovn. Ein lesari hjá Sosialinum skrivar fyri 25 árum síðani – hós­ dagin 11. januar í 1990 – lesarabræv um fjøl­miðl­arnar í Føroyum. Tá í tíðini kundu fólk skriva undir dulnevni, og hesin lesarin kallar seg ”Konfus”. Og hann er eisini rættiliga ørkymlaður av støðuni í almennu loftmiðlunum, sum hann leggur undir at favorisera fólkafloksmenn – og tiga eitt nú javn­aðarmenn burtur. Partloysi burtur »Konfus« leggur fyri við at hugleiða um týdningin, sum fjølmiðlarnir hava fyri politiska spælið: »Politikarar hava altíð verið greiðir yvir týdningin av at hava fjølmiðlarnar við sær og at brúka hesar til sín fyrimun og ímóti sín­ um mótstøðumonnum. Tí var tað rættiliga tíðliga, at flokkar, sum høvdu tann møguleika, fingu sær sítt egna blað. Í dag eru tað útvarp og sjón­ varp, sum meir og minni stýra politikkinum í heiminum. Tann politikari, sum ikki er væl í øgn við hesar fjølmiðlar, hevur ofta ilt við at fóta sær. Tí verður nógv gjørt, og nógvur peningur verður brúktur fyri at fáa fótin fastan har. Her hjá okkum er onki undantak í so máta.« »Konfus« heldur, at Útvarpið og Sjónvarpið vóru rættiliga part­leys í sínum tíðindaflutningi, tá ið tey komu av fyrstan tíð, men hetta partloysi er nú burtur. Og tað eru fólkafloksmenn, sum hava vunnið stríðið um loftmiðlarnar, heldur »Konfus«. Snildir »Konfus« skrivar, at fólka­floks­ menn hava verið snildir. Løgmaður Jógv­an Sundstein verður lagdur undir at hava loftmiðlarnar í sínum lumma, og aðrir fólkafloksmenn duga eins væl, heldur »Konfus«: »Leggið til merkis, tá eitthvat úr býráðnum í Havn skal lýsast. Óan­ sæð hvat tað er, so er tað altíð Poul Michelsen, sum sigur frá, ongin annar sleppur til mikrofonina uttan hann. Sama var, tá Jógvan við Keldu var býráðsformaður í Klaksvík. Nú sæst ella hoyrist býráðsformurin í Klaksvík (javn­ aðarmaðurin Óli Heinesen, red.) ongantíð. Ikki er vist, at tað er tí, hann sjálvur ikki vil!« »Í dag sæst ella hoyrist neyv­ an ein andstøðupolitikari í sjón- ella útvarpi. Tá Árni Gregersen hevur frásøgn úr tinginum, kann tað henda, at Atli Dam sæst á skerminum sum bak­grunds­mynd, men tá er ljóð ikki sett til. Ein kann ikki júst lasta okkara politikararum fyri hetta, tí tað verður gjørt alla aðra staðni við. Ein kann heldur lasta hesar miðlar, tí teir lata seg brúka soleiðis,« skrivar »Konfus«. Politiskir missionerar Nú tað leikar hart á í kjakinum eft­ ir dokumentar­ send­ingina hjá Kring­varpinum um makrel­milli­ ar­dingarnar, eru harðar ímóti Kring­varp­inum at­finn­ingarnar frá eitt nú fólka­ floks­monnum. Óli Breck­mann, sum hev­ur kjak­ sending á Rás2, er ein av teim­um, sum gong­ur undan. Miku­ dag­in hevði hann gest­ir í studio at við­ gera Kringvarpið og sendingina um makrel­ milliardirnar. Og tá fullu orðini um Kring­ varpið millum ann­að soleiðis frá Breckmann: »Tey tíggja sær akku­rát, sum tey vilja. Tey eru reinir politiskir missio­nerar. Her hevur orðið manipulatión verið nevnt, og tað er eitt milt orð í hesum føri.« Onki nýtt er undir sólini – neyvan heldur undir sólar­myrking. Soleiðis hevur tað altíð verið Í lesarabrævinum í Sosialinum í 1990 verður Árni Gregersen nevnd­ ur sum ein av partísku jour­nalist­ unum í politiska dekninginum. Árni Gregersen hevur havt havt eina drúgva yrkisleið innan fjøl­ miðlar og er framvegis virkin í politiska dekninginum. Hann kennir alt til at verða fyri atfinningum sum fjølmiðlamaður. – Soleiðis hevur tað altíð verið. Fyrr snúði tað seg um, hvør slapp fram at og ikki, men nú eru so nógvir møguleikar at koma í miðlarnar. Nú veldst kritikkurin meira um, hvør stendur fyri skotum, og hvussu teirra persónseginleikar eru, sigur Árni Gregersen. – Summi eru tilvitað um, at tey hava stórt vald, og at tey skulu tola kritiska viðgerð í fjølmiðlunum. Onnur tola minni av og hava hug at ressast, sigur hann. Árni Gregersen heldur ikki, at fjølmiðlar og fjølmiðlafólk standa meira ella minni fyri skotum nú enn áður. – Tað líkist sær sjálvum. Við­ hvørt er tað ógvusligari enn aðrar tíðir, og so dempar tað seg eitt sindur aftur. Tvey tey fyrstu árini hjá Sjónvarpinum var øgiligur ágang­ur á okkum, tí vit høvdu avtikið donsku TV avísina. – Tá bar eisini til at skriva dul­ nevnd lesarabrøv, og tað útnyttaðu summi. Eg havi verið á trimum bløðum, og á øllum teimum bløðu­num havi eg verið við til at avskaffa dulnevnd lesarabrøv. Nú standa fólk í minsta lagi við tað, sum tey føra fram í kjaki, sigur Árni Gregersen. Hann heldur, at fjølmiðlafólk kenna treytirnar, tá ið tey redigera og gera kristiskan journalistikk, og tí eisini eiga at tola atfinningar. afturhvarv ÁRNI GREGERSEN sosialurin 11. januar 1990: 1990 Fyri 25 árum síðani vórðu fólkafloksmenn lagdir undir at stýra tíðindaflutninginum hjá Sjónvarpinum og Útvarpinum Sjónvarpið í lummanum á Fólkaflokkinum Lesarabræv í Sosialinum í 1990 leggur Jógvan Sundstein og aðrar fólkafloksmenn undir at stýra almennu loftmiðlunum