Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-05, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. februar 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. februar 2015 sosialurin 15 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 30 Óli Jacobsen Mamma misti verfaðir, mannin og son í einum ári Esmar Fuglø var kendur skipari og vinnulívsmaður. Hann var eisini framúr frásøgumaður. Hetta fáa okkara lesarar eisini gleði av 1. partur E smar var føddur í 1910 á Viðareiði. Hann doyði í 1994. Í 1985 hevði hann fing­ið Marius Johannesen at hjálpa sær at skriva niður brot úr lívssøgu síni. Í 1995 varð hetta rit, “Okk­urt á leið Míni”, prent­að í nøkr­um ein­tøk­um, sum Esmar lat vin­um og kenn­ing­um. Tí­skil kom tað ikki í bóka­handl­ar­nar. Eg eri ein av teimum hepnu, sum er komin at eiga hetta rit. Haldi at lesarar okkara eiga eis­ini at fáa gleði av tí. Tí fara vit at hava tveir part­ar av søg­uni hjá Esm­ari. Hetta er fyrst og fremst ein fram­úr lýsing av mammuni. Mamma Esm­ ar var eins og nógvar aðrar mammur ein ímynd av teimum veruligu hetjunum í Føroyum. Esmar: Barna- og ungdómsár Abba mín kom úr Suðurstovu í Hattarvík. Hann kom til Viðareiðis og giftist við eini 23 ára gamlari einkju úr Fornlendi. Tey fingu sjey børn, pápi mín var elstur. Mamma kom und­an Garðsenda í Hósvík, hon var av Tod­ nes­fólk­in­um. Hon kom norður til Viðareiðis til jarð­ar­móð­ur­ina at tæna. Jarðarmóðurin mátti hava arb­eiðs­gentu, tí hon mátti ikki gera fjós­arb­eiði. Tíðliga fekk eg at síggja, hvussu harða lagnu mamma mín skuldi fáa. Foreldur míni gift­ust nakað áðrenn aldaskiftið. Tá pápi var elsti sonur, giftust tey inn uppi á Lagi. Tað var so mik­ið av jørð í húsinum, at tey kundu hava kúgv og fáa nakrar seyðir um heystið. Pápi átti seks systk­in, sum skjótt giftust út. Øll blivu tey ver­andi á Viðareiði. Pápi róði út og var vaktarmaður á prest­bát­ in­um. Nøkur ár róði hann út á Vopnafjørðinum í Ís­landi, og nøkur ár var hann til skips við beiggja sín­um, Magnus Fuglø, sum átti og førdi slupp­ina Viðoy. Foreldur míni komu at mynda eitt húski við sjey børnum. Eg var yngstur, føddur í 1910. Feigdin vitjar Tá fyrri veraldarbardagi byrjaði í 1914 vóru børn­ ini komin nakað ávegis. Elsti sonurin, Jákup, var far­in til Havnar at læra til skómakara. Tann næst­elsti, Hans Petur, var farin at sleppa við á flot. Elsta systirin, Elin Maria, var farin til Fugl­ oy­ar at tæna, so nú skuldi farið at lætna við hús­ar­hald­in­um. Nú hendi tað óvæntaða, at svárar royndir raktu heim okkara. Í november 1916 bleiv pápi sjúkur. Tað segð­ ist at vera fárasjúkan, men ein dagin helt hann seg vera so frægan, at hann kundi fara á flot. Teir máttu koma aftur at landi við hon­um, tí hann lamm­að­ist. Sagt varð, at tað var fára­ sjúkan, sum var sligin niður eftir. Hann and­ að­ist 29. november sama ár, 49 ára gamal. Eg kann hóma døpru myndina av okkum systkj­unum uttan um mammu á grøvini. Har stóð hon eftir við sjey børnum. Níggju mánaðir seinni, 23. september 1917, lá abbi deyður framman fyri seingina, 74 ára gam­al. Elsti beiggin, Jakku, blívur, meðan sorgin tyng­ir heimið, smittaður av tuberklum og lagd­ ur inn á Sanatoriið. Mamma fekk at vita, at ein møgu­leiki var, at hann kundi møguliga verða lekt­ur við at fara til Keypmannahavnar og fáa skurð­við­gerð. Mamma vildi gera tað sum gerast kundi. Vit áttu nakrar gyllin, og hon valdi heldur at læna í sparikassanum upp á teir, enn at selja jørð­ina. Tískil kundi Jakku koma niður og fáa skurð­ við­gerð. Men tað var til ongan bata, og hann varð sendur upp aftur til Viðareiðis. Eg minnist, hvussu bleikur hann var, og bara 17 dagar eftir, at abbi var deyður, doyði Jakku. Mamma misti tí­skil innan 10 mánaðir verfaðirin, mannin og elsta sonin. Prestur hjálpti í neyðuni Tað kundi ikki dyljast i bygdini, hvussu tað stóð til heima hjá okkum. Eg minnist serliga prest­in, Niels Peter Falkvard, sum var prestur á Við­ar­ eiði frá 1917-1927. Hann kom inn til okkara ein av døgunum áðrenn Jakku andaðist. Hann fór yv­ir til songina og spurdi, hvussu hann hevði tað. Hann svaraði. “Jeg har det godt. Herren er min hyrde, og mig fattes intet.” Tá kom ein løta, sum eg ikki dugi at siga frá við penn­inum. Mamma og prestur stóðu har. Eg tori at siga, at hann syrgdi við teimum syrgj­ andi og bleiv ein vinur av húsi okkara. Eina ferð seinni bað mamma meg fara om­an í Ónagerði at gjalda eitt lamb, sum vit høvdu keypt úr prestagarðinum. Tað kostaði 15 kr. Eg fekk tríggjar fimmkrónuseðlar við mær. Eg kom heldur smoykin inn til prestin. Hann segði við Malenu, sum helt hús hjá honum, at Siðsøga Viðareiði og Esmar sum smádrongur Hans Jacob Fuglø, pápi Esmar