Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-05, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. februar 2015síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. februar 2015 sosialurin 15 31 Komandi partur Í komandi parti verður m.a. greitt frá fyrstu royndini hjá Esmari sum ungur drongur sum fiskaseljari. eg mátti fáa ein heitan munn, hann drakk eis­ ini saman við mær. Eg vildi so fegin sleppa av við hesar pengarnar og sleppa avstað, men so held­ur hann fyri: “Er lambið ikki ov dýrt?”, og hann gevur mær fimm krónur aftur. Tá eg var við at fara gav hann mær fimm krónur afturat. Tá vit komu út í køkin, bað hann Malenu geva mær eini avroð. Eg tori at siga, at vit komu undan við hjálp av Gudi og góðum fólki. Onkuntíð, tá eg fór út at spæla i onkrum plaggi, sum mamma hevði seym­að burtur úr gomlum klæðum hjá brøðr­ un­um, kundi hon taka soleiðis til: “Harr­in havi lov fyri, at tú er mettur, hettar við klæð­un­um má heldur bíða.” Bindimaskinan álitið Eg minnist ikki, at eg gekk svangur, og eg var ógvu­liga evnaligur drongur eftir aldrinum. Einaferð vit vóru inni hjá Mortani í Hvanna­ sundi, stillaðu tey Kaj og meg upp á gólvið fyri at síggja, hvør av okkum sá betur út, vit vóru javn­gaml­ir. Mortan, pápi Kaj, segði, at Kaj var hægri, men tá helt mamma, at sonur hennara var breið­ari. Tað dámdi mær sjálvsagt væl. Hetta var helst fyrstu ferð, eg sá Kaj, sum bleiv mær ein vinur, stuðul og bróður í Harranum líka upp til ellisár. Áðr­enn kríggið byrjaði, hevði pápi keypt eina bindi­mask­inu. Eg haldi hon mundi ein vera tann fyrsta í Norð­oyggjum, tí vit bundu til allar bygd­ir­nar har. Um várið, áðr­enn skipsmenninir fóru av­stað, gekk bindi­mask­ in­an frá morgni til kvølds. Bindingin hjálpti væl til hús­ar­hald­ið, nú eingin pápi var. Mamma tók 2 krón­ur fyri stúkur og troyggjur og 1,50 kr. fyri und­ir­buksur. Fóru at ferðast Í 1919 vóru allir beiggjarnir farnir til skips og systr­ar­nar vóru farnar út at tæna, tá hevði mamma bara meg heima. Mamma hevði helst ikki verið av bygdini, síð­an hon kom til Viðareiðis at tæna. Nú helt hon, at møguleikin var komin at ferðast. Hon setti krampan á úthurðina innanfyri, og so fóru vit út gjøgnum kjallaran. Lás var ikki í hús­un­ um hjá okkum. Túrurin byrjaði við postbátinum til Klaks­ vík­ar, haðani við Smirli til Havnar og síðan við Ruth til Kollafjarðar. Har var gjørdur ein steðg­ur, tí nú vóru vit komin til skyldfólkið, tod­nes­fólkið, í Miðgerði. Nakrar dagar seinni gekk so leiðin ígjøgnum Kolla­fjarð­a­dal fram til Gjónna. Har átti mamma eina syst­ir, Sára. Heim teirra í Hósvík man hava ver­ið fá­tæksligt, tí tær vórðu sendar til onn­ur til fost­urs. Sára var eitt sindur hølt og varð tí kall­að lavna Sára. Men hon var vøkur, væl bygd og arbeiðssom. Hon hevði verið trúlovað. Tá tað nærkast móti gifting, kemur tað fram, at tey sum fostraðu hana høvdu fingið kr. 36 frá kommununi. Tískil var hon komin á fá­tækra­ kass­an og kundi ikki giftast, uttan at hetta var gold­ið. Sára var ikki før fyri at leggja henda pening út, so hon gekk støk alt lívið. Mær er eisini sagt, at hon var biðin at standa gudmóður við barna­ dóp, men hetta kundi hon ikki av somu orsøk. Tey, sum fostraðu mammu upp , sluppu und­an at fáa nakað frá kommununi, so tey fingu ikki somu trupulleikar. Ferðin gekk nú til Kvívíkar, Vestmanna, Hval­víkar og Streymnes. Eisini vóru vit í Nóls­ oy, har mamma átti fýra systrar. Nú høvdu vit ferðast so nógv, og tað var ikki smávegis eg kundi reypa, nú vit komu aftur til Viðareiðis. Sum 9 ára gamal drongur fangaði eg væl av tí, sum eg sá og hoyrdi, so nú kundi eg siga dreingj­un­um frá tí, sum eg hevði upplivað hinu­meg­in Múlan sum at eg sá trø, sum vóru 3-4 ferðir so høg sum ein maður, og hvussu høg hús­ini vóru. Eg hevði sæð hestar, sum drógu vogn­ar og eisini menn sita á súkklum, sum kundu fara við rúkandi ferð. Eg hevði verið um­borð á eini slupp, ið hevði damm, sum nógv­ir toskar vóru í. Eg slapp at fiska ein, og hann gjørdist vist nakað stórur, tá eg kom til Við­ar­eiðis! Aktaði ikki mammu Tað leið væl á sumrinum, tá ið vit komu aftur til Viðareiðis. Tá tann tíðin kom, var farið eftir nát­um, teir vóru farnir út í Dal at síga. Mamma var far­in til Eiðsvíkar við onkrum, sum hon hevði bundið og bað meg vera so fittan, meðan hon var burtur. Men eg var ikki so fittur, tí so skjótt, hon var út eygsjón, helt eg út á Dal, og tað gekk skjótt úteftir. Tá eg var útkomin, tað var ein turrur og heitur dagur, bað Jústi meg fara heim og biðja mammu senda teimum kaffi út. Hetta helt eg ikki bera til, tí eg hevði sníkt meg út og helt ikki, at mamma lovaði mær útaftur, tí gøtan gjøgnum dalin gongur gjøgn­um brattlendi. Tað helt Jústi, at so væl kendi hann mammu, at hon læt teir ikki liggja tystar á dalinum. Eg rann so heim og var komin til húsa, tá mamma kom aftur úr Eiðsvík. Tá helt hon fyri, at eg var ein fitt­ur sonur at vera við hús, men eg mátti út við boðunum frá Jústa. Nú stóð mamma púra still eina løtu. Teir høvdu jú tikið Magnus, beiggja, við, og hon visti hvussu væl tað kom við at fáa part og hava saltaðar nátar til veturin. Ketilin fór útá, og pannan var alt í einum á lofti, og fýra fløskur av kaffi fóru í lítlaleyp hjá mær, og tær vóru stúgvaðar við pannukøkum í miðj­uni. Hon signaði meg og bað Jesus leiða meg. Tá eg kom á Dalin við leypinum var gott lag. Jústi helt, at hann væntaði altíð, at eg fór at koma aftur, tí hann kendi Siggu! Eingin trupulleiki at ganga til Hvannasunds Út á heystið, tá skipsmenninir komu aft­ur, byrj­aði útróðurin. Árini aftaná fyrra heim­ krígg­ið vóru góð fiskiár, tí undir krígnum høvdu grunnarnir fingið frið fyri trolarum. Tað var stórt at síggja áttamannaførini koma laðin at landi. Tá var stuttligt at vera smádrongur. Vit komu við drekka og vildu hjálpa til. Tá garna­ rúgv­ur­nar lógu eftir, og menninir vóru farnir til hús, royndu vit at henta teir livrabroddar, sum vóru eftir. Livurin var dýr aftaná kríggið, so hetta gav fitt av sær. Síðan var at skera sund­ mag­ar og tamba teir út, turka teir og lata inn í hand­il­in. Tað gav eisini nøkur oyru. Nú vóru brøður mínir komnir við í útróð­ur­ in, tískil komu nakrar krónur inn á kontra­bók­ ina hjá handlinum, reiður peningur sást ikki. Agnið skuldi fáast úr Hvannasundi. Eg var evna­ligur smádrongur, so eg kundi hava verið í Sundi eftir gággum og sita í skúlanum kl. 9 á morgni. Tá hevði eg gingið 10 fjórðingar í myrkri. Eg fekk eitt sindur av samsýning fyri tað frá bátinum. So hugnaligt sum tað var at fáa góðar út­ róðr­ar­dag­ar, so óhugaligar vóru tær longu uppi­løg­ur­nar við brimi í viku­vís. Tá longd­ust vit eft­ir fesk­um døgurðamati. Seiður kom eisini væl við Tá kom væl við at fáa seið úr Hvannasundi. Hann kom ofta í stórum rúgvum, tá tað var nóta­seiður. Eg minnist, tá teir komu inn í dyrn­ ar og stoyttu seiðaleyparnar inn eftir køks­gólv­ in­um. Tað var skjótt, at teir fyrst kruvdu seið­ ir­nir komu í pottin og vit mettaðu okkum við seið og livur. Soðið sum eftir var, fór í kjallaran til kúnna, sum skjótt slurkaði alt í seg. Tað var eitt upptak at fáa køkin vaskaðan aft­ur. Tað var tað eisini, tá útróðurin var og lín­ ur­nar blivu egndar í køkinum. Soleiðis mátti tað vera, tí køkurin var tað einasta rúmið, sum ein lunki var í. Mamma vildi hetta heldur enn, at synirnir sótu í kulda og egndu. Mamma Esmar, Sigga, við bindimaskinuni Skúlin á Viðareiði um 1916. Í aftasta rað, nr. 3 v.f. er Jákup, beiggi Esmar. Í næstaftastu røð nr. 10 v.f. er beiggin Magnus. Trið­aftast nr. 14 er syst­ir­in Elsupa Susanna, og nr. 17 longst t.h. er Esmar sjálvur. Nútíðin kemur til Viðareiðis. Vegurin inn í Dalar kom í 1918- 1920. Tá av­loystu hond­vogn­ar gamla flutn­ings­háttin við báti, rossi ella at bera á bak­inum. Hendrik Fuglø, beiggi Esmar, togar í, Villi Søren­sen, sum nógv ár seinni gjørdist lands­ stýr­is­mað­ur, hjálp­ir hon­um og Mourits Joen­sen stýr­ir.