Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-05, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. februar 2015síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. februar 2015 sosialurin 15 37 FISKIMÁLARÁÐIÐ STJÓRI TIL BÚNAÐARSTOVUNA Søkt verður eftir stjóra til Búnaðarstovuna. Starvið Uppgávan hjá stjóranum er at hava dagligu leiðsluna og ábyrgdina av Búnaðarstovuni, sum vegna Fiskimálaráðið umsitur málsøkið landbúnaður. Stjórin skal virka fyri, at økið verður væl umsitið og ment. Søkt verður eftir stjóra, sum skal  leiða og samskipa arbeiðið á Búnaðarstovuni  gera meginsetningar og greina raðfestingar fyri stovnin og virkisøkið  evna til ymiskt tilfar, ið Fiskimálaráðið hevur tørv á, eitt nú innan lógar- og kunngerðarsmíð  veita Fiskimálaráðnum ráðgeving í øllum málum innan landbúnaðarøkið  skipa mannagongdir á stovninum, ið tryggja eina góða borgaratænastu innan umsiting, ráðgeving, royndir, kunning o.a. Stjórin skal trygga, at játtanin til stovnin verður nýtt á fullgóðan hátt, og at virksemi stovnsins verður hildið á einum høgum fakligum støði. Førleikakrøv Umsøkjari skal hava útbúgving og arbeiðsroyndir, ið eru viðkomandi fyri starvið. Harumframt er tað ein fyrimunur, um umsøkjari hevur  leiðsluroyndir frá almenna ella privata arbeiðsmarknaðinum  góð leiðslu- og samstarvsevni, umframt mennandi leiðslustíl  vilja og evni at royna nýggjar leiðir  góðan málførleika Setanar- og lønartreytir Starvið er lønt ájavnt 37 lønarflokki sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv. Starvsøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí, umframt hini stjórnarráðini. Tænastustaðurin er Búnaðarstovan. Starvið verður lýst til setanar frá 1. apríl 2015 ella skjótast eftir henda dag. Umsókn Umsókn við prógvum, c.v. o.ø. skal sendast til: Fiskimálaráðið Yviri við Strond 15 Postboks 347 110 Tórshavn Ella fisk@fisk.fo Umsóknin skal vera Fiskimálaráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 16. februar 2015. Umsøkjarar, sum ynskja fleiri upplýsingar, kunnu ringja til Rógva Reinert, aðalstjóra, á telefon 553211. Búnaðarstovan húsast frammi í Dali í Kollafirði. Í dag starvast 9 fólk á stovninum. Samlað fígging til rakstur er umleið 6,5 mió. kr. árliga. Uppgávur stovnsins eru millum annað eftirlit við festum, ymisk umsiting í samband við festi og umsiting av stuðulsjáttanum. Stovnurin stendur fyri gransking, royndum og kanningum, sum hava til endamáls at menna landbúnaðarøkið. Sí heimasíðu stovnsins: www.bst.fo proklama Øll, sum hava krøv í búnum eftir Janus Oddmar Mortansson við Sílánna, Sevmýri 56, 800 Tvøroyri, føddur tann 30. oktober 1934, deyður tann 25. august 2014, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Fríðu Patursson, Frúutrøð 4, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 270/2014, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grunda á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 26. januar 2015. eblaðið sos.fo