hósdagur 5. februar 2015síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. februar 2015
sosialurin 15
38
ítróttur
VÍF hevur takið
og er favorittur
Steypafinalan menn Fýra ferðir hava VÍF og Neistin hitst í hesum
kappingarárinum, og tríggjar ferðir hava vestmenningar vunnið. Neistin hevur
tó lopið hvøkk á flestu liðini í ár, og í síðsta mánaða fekk VÍF oyrini í bláu
maskinuna í høllini á Hálsi. Flestu pílar peika á ein sigur til VÍF, men tað er
gott fyri hondbóltselskaran, at pílarnir eisini peika á eina málríka finalu
Pætur Albinus
M
ansliðið hjá VÍF hevur
eftir eina trilvandi
byrjan upp á kapp
ingarárið verið reyð
gløðandi í heyst og í vetur. Við helst
bestu manningini í føroysku kapp
ingini byrjaði alt at fella á pláss, og
í tíðarskeiðnum 5. oktobur til 30.
novembur taptu vestmenningar
ikki ein einasta dyst. Røðin av sigrum
hetta tíðarskeiðið taldi níggju sigrar
á rað.
Neistin fekk hinvegin eina framúr
byrjan upp á kappingarárið, og hóast
vónirnar til kappingarárið av serfrøð
ingum ikki vóru mettar at vera tær
bestu, so var Neistin heilt frammi í
oddinum fyrsta partin av kappingini.
Serliga var tað stríðshugurin, sum
leyp varg í hjá fleiri favorittum, men
sum kappingarárið er liðið er djúsið
farið úr Neistamonnum og teir eru á
løtuni triðaftastir í landskappingini.
Neistin kann
Hóast flestir pílar peika á, at VÍF man
vera favorittur at sløkkja Neistan í
finaluni, so eru tað tó ikki allir píkar,
sum peika í ta ættina. Seinasta tapið,
sum VÍF mátti leggja rygg til í lands
kappingini, var ímóti júst Neistanum.
Tá var sanniliga eisini gongd í mál
skjótingini hjá bláu havnamonn
unum, sum vunnu dystin heili 35-28.
Tey 35 málini eru næstflest, ið nakar
hevur skotið í ár. Flest mál í einum
dysti í ár eigur tó júst VÍF við 40, so
tað kundi bent á – um finalan annars
ikki druknar í taktikki og nervum – at
talan gerst um eina málríka finalu.
Tað, sum umframt taktikk og
nervar møguliga verður til hindurs
fyri at síggja málfýrverkarí í finaluni,
eru málverjarnir báðir, Mikkjal
Hansen hjá Neistanum og Tóki Seloy
hjá VÍF. Mikkjal Hansen hevur verið
framúrskarandi seinastu tíðina, og
í hálvfinalunum ímóti H71 var ikki
ov nógv tikið til, um ein segði, at
hann var orsøkin til finalusessin hjá
Neistanum
Í VÍF-málinum hevur Tóki Seloy
somuleiðis staðið seg væl, nú Niklas
Simonsen er skaddur og møguliga
heldur ikki verður við í steypa
finaluni.
Vegurin
Tað vildi soleiðis til, at steypafinalist
arnir báðir komu í bólk saman.
Neistin og VÍF vóru nevniliga í
bólki 1 saman við KÍF og H71 2. Um
VÍF er tað einafalda at siga, at teir
fóru ósigraðir ígjøgnum allar fimm
dystirnar mótvegis steypafinaluni.
Allir dystir vórðu vunnir burtur
sæð frá 23-23-javnleikinum í fyrru
hálvfinaluni ímóti Kyndli. Í allar
fyrsta dystinum hittust VÍF og
Neistin, og har vann VÍF 24-20 heima
í Vestmanna.
Meðan lítið hóvasták var hjá
VÍF at vinna upp finalusessin, so
gjørdist tað meiri buldrasligt hjá
neistamonnum. Sum nevnt, so taptu
teir fyrsta dystin ímóti VÍF, men teir
ressaðust væl við aftur og smurdu
KÍF 33-23 í 2. umfari. Eftir tepran
sigur ímóti teimum næstbestu hjá
H71 vóru teir síðani í hálvfinaluni, har
teir bestu hjá H71 bíðaðu. Teir gjørdu
eins og VÍF: eftir javnleik í fyrra
dystinum, vunnu teir hin seinna og
eru í finaluni.
Steðga skjótálopum
Meðan VÍF, sum lesast kann seinni í
hesi grein, hevur fyrireikað seg heilt
øðrvísi og hevur nakrar skaðar at
dragast við, so er støðan púra øvugt
hjá Neistanum. Áki Mørk, venjari,
hevur eftir øllum at døma ikki gjørt
nógv hóvasták burturúr, tí sambært
stríðsmanninum í verjuni, Jón
Ludvig, so hava teir vant júst sum teir
altíð gera fram ímóti steypafinaluni.
Hann avdúkar, at allir mans í hópi
teirra eru tøkir til finaluna.
Innanhýsis hevur VÍF greiða takið
á Neistanum í hesum kappingar
árinum – 3-1 til VÍF er støðan í dystum
– og Jón viðgongur eisini, at teir hava
havt stórar trupulleikar við VÍF. Hann
sigur tað vera umráðandi, at VÍF ikki
fær so nógv skjótálop í finaluni.
Skjóta framvið Mikkjal
Í VÍF-leguni er hýrurin óivað góður
við einum fremsta plássi í Atlantic
Airways-deildini og einum sæti í
steypafinaluni. Til steypafinaluna
eru so gott sum allir mans tøkur –
tó so, at Niklas Simonsen og Julian
Olsen dragast við skaðatrupulleikar
og eru ivasamir til finaluna. Ein av
VÍF-leikarunum, Áki Egilsnes, av
dúkar, at teir hava vant øðrvísi fram
til steypafinaluna.
– Vit hava vant eitt sindur øðrvísi.
Vit hava vant eftir hvussu neista
menn spæla. Vit hava vant nógv
taktiskt, sum enn ikki situr ordiliga
hjá okkum, og sum vit mangla at fáa
upp á pláss, sigur hann.
Tvær ferðir hevur VÍF vunnið
stórt á Neistanum í landskappingini
í ár, men tað metir Áki ikki vera nakar
fyrimunur.
– Møguleikin at vinna er har altíð.
Vit hava bæði vunnið og tapt stórt
ímóti teimum í ár, so líkamikið hvat,
so verður tað allarhelst ikki nakar
lættur dystur fyri liðini bæði. Eg
vænti, at tað liðið, ið rakar dagin, verð
ur vinnandi liðið og fær heitið sum
steypavinnari, metir Áki.
Vit bóðu Áka seta orð á, hvat teir
serliga mugu ansa eftir hjá Neista
num.
– Uttan iva er tað kontraspæl
teirra. Vit hava sæð í undanfarnu
dystum, at skjótálopini hava verið
ein týðandi faktorur fyri málini sum
eru komin hjá teimum. Harafturat
hava teir ein av Føroya bestu mál
monnum,, sum hevur verið ein heilt
týðandi partur fyri at Neistin gjørdist
annað liðið í steypafinaluni. So vit
mugu steðga skjótálopum og skjóta
framvið málmanninum, sigur Áki
Egilsnes at enda.
albinus@sosialurin.fo
Vegurin til finaluna, VÍF:
1. umfar: VÍF - Neistin 24-20
2. umfar: H71 2 - VÍF 20-29
3. umfar: VÍF - KÍF 23-22
1. hálvfinala: Kyndil - VÍF 23-23
2. hálvfinala: VÍF - Kyndil 32-23
Vegurin til finaluna, Neistin:
VÍF - Neistin 24-20
KÍF - Neistin 23-33
Neistin - H71 2 31-28
Neistin - H71 22-22
H71 - Neistin 18-20
VÍF - Neistin innanhýsis:
5. okt. 2014: Neistin - VÍF 16-32
12. nov. 2014: VÍF - Neistin 30-21
11. des. 2014: Neistin - VÍF 35-28
14. jan. 2015: VÍF - Neistin 24-20
Myndir: Álvur Haraldsen