hósdagur 5. februar 2015síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. februar 2015
sosialurin 15
39
Mótgongdin skal
styrkja okkum
kvinnur Tvey samdøgur undan steypafinaluni
veit Neistin ikki, um tær eru í steypafinaluni. Um
tær eru, so vita tær ikki um verjuspælarin, Birita
Wardum, hevur leikbann ella ikki. Stutt og greitt,
so valdar kaos undan steypafinaluni hjá kvinnum
Tróndur Arge
V
it mugu bara ganga út
frá, at vit skulu spæla
steypafinaluna. Vit mugu
hyggja burtur frá øllum
tí, sum fyrigongur uttanfyri vøllin,
og fyrireika okkum sum um at vit
skulu spæla steypafinaluna, sigur
Palli Joensen, venjari hjá Neistanum.
Eitt mál um ein ov ungan mál
verja, sum ikki hevur verið á vøll
inum í steypakappingini, er tikið upp
av umsitingini hjá hondbóltssam
bandinum. Spælarin hevur staðið á
dómaraseðlinum til báðar hálvfin
alurnar móti VÍF.
Um vikuskiftið fekk Birita
Wardum beinleiðis reytt kort í
grannauppgerðini móti Kyndli. Eisini
tað málið gongur enn, tí óvissa er um
leikbannið er galdandi fyri steypa
finaluna.
Hetta er veruleikin í føroyskum
hondbólti í 2015. Tvey samdøgur
undan steypafinaluni veit Neistin
ikki um tær eru við. Tær vit heldur
ikki, um Birita hevur leikbann ella
ikki.
Vit og skil má ráða
Palli Joensen er ikki í iva um, at Neistin
má og skal spæla steypafinaluna.
Hann ynskir at vit og skil skal ráða.
– Her má vit og skil ráða. Tað má
verða samsvar millum brotið og
sektina. Her er talan um ein spælara
hjá okkum, ið er ov ung, men sum ikki
hevur verið á vøllinum. Hon hevur
bara verið við, so hon kann uppliva
hvat tað er at vera rundan um besta
liðið, sigur Palli, ið ikki frásigur, at
Neistin hevur gjørt ein feil.
– Vit hava gjørt eitt mistak.
Tað viðurkenna vit eisini, men tað
má samsvara millum millum brot
og sekt. Tú kanst aldrin gera eina
reglugerð fyri hvørt einasta brot í
øllum aspektum í lívinum. Tí má vit
og skil ráða í slíkum førum, sigur Palli
argur á málinum.
Hann leggur afturat, at um Neistin
verður sektað við at tapa dystirnar, so
er ítróttarandin burtur.
– Eg hevði hvørtfall ikki vilja ríkað
meg upp við onkrum, sum eg ikki
hava uppiborið. Eg hevði ikki vilja
havt eitt finalu pláss upp á hendan
mátan, sigur venjarin hjá Neistanum.
At enda leggur Palli afturat, at
verður Neistin ikki partur av steypa
finaluni, so verður málið kært víðari.
– So vænti eg ikki, at finalan
verður spæld, sigur Palli.
Allar tøkar
Neistin hevur havt nakrar skaðar í
seinastuni, men til møguligu steypa
finaluna leygardagin eru allir spæl
ararnir tøkir. Milica Rankovic sat
uttanfyri móti Kyndil, men tað var
bara fyri at spara hana. Eir Berg hevur
ikki spælt í seinastuni, men eisini
hon er tøk til finaluna. Einasta veru
liga ivamálið er Birita Wardum, sum
møguliga hevur leikbann. Hesum
hevur Neistin fyrireikað seg uppá.
– Vit hava í alt ár arbeitt við byggja
upp fyri, soleiðis at vit eru til reiðar at
spæla uttan ávísar spælarar. Gjøgn
um eitt heilt kappingarár koma altíð
at verða dystir, har tú manglar ávísar
spælarar vegna skaðar og leikbann.
Tær støðurnar hava vit vant, sigur
Palli Joensen og leggur afturat:
– Vit skulu trúgva upp á okkara
egnu evnir og eginleikar. Tá vit gera
tað, so kunnu vit taka tað taktiska
við atlit til Kyndil, sigur venjari hjá
Neistanum, ið tvey samdøgur undan
steypafinaluni ikki veit, um liðið hjá
honum sleppur at spæla.
trondur@sosialurin.fo
Vegurin til finaluna, VÍF:
1. umfar: Neistin - VB 25-25
2. umfar: StÍF - Neistin 16-23
1. Hálvfinala: Neistin - VÍF 28-27
2. Hálvfinala: VÍF - Neistin 28-28
Vegurin til finaluna, Kyndil:
1. umfar: Kyndil - Stjørnan 36-22
2. umfar: Søljan - Kyndil 0-0 (Kyndil
vinnur uttan dyst)
3. umfar: Kyndil -VÍF 18-21
1. Hálvfinala: Kyndil - VB 20-19
2. Hálvfinala: VB - Kyndil 18-19
Neistin - Kyndil innanhýsis:
8. okt. 2014: Kyndil - Neistin 30-26
11. nov. 2014: Neistin - Kyndil 25-25
1. feb. 2015: Kyndil - Neistin 18-22
Kunnu bara
hugsa um okkum
Tvey samdøgur undan steypa
finaluni veit Kyndil ikki, um tær
skulu spæla móti Neistanum
ella VÍF. Og um Birita Wardum
verður við, um tað verður Neistin.
Tí ber illa til at fyrireika seg
til annað enn sítt egna spæl
Tróndur Arge
K
yndil
er
verandi
steypavinnari. Tær
ætla at verja heitið
við tí, sum tær hava.
Andrias F. Hansen, venjari hjá
Kyndli, hevur ikki møguleika at
fyrireika liðið upp á mótstøðu
liðið. Tí er fokus á egna spælinum.
– Vit skulu hava fokus á okkara
egna liði og spæli. Tað er ikki so
stórur munur á fyrireikingunum
til hesa finaluna, í mun til í fjør.
Liðini í Føroyum spæla so mikið
oftani móti hvørjum øðrum, at
tað er ringt at taka hvønn annan
á bóli, sigur Andrias F. Hansen,
venjari hjá Kyndli.
Kyndil vann í fjør steypa
kappingina við 19-18 sigri á júst
Neistanum.
Randi og Jórun spæla
Randi S. Wardum fór út við skaða
í økslini í seinnu hálvfinaluni
móti VB. Hon spældi ikki við
móti Neistanum farna vikuskiftið,
men Andrias vónar, at hon spælir
í finaluni. Jórun Ludvig beklaði
somikið illa móti Neistanum,
at hon mátti fara út. Eisini her
vónar venjarin, at hon verður tøk
til steypafinaluna.
Kunnu einki gera
við kærurnar
Kyndil hevur eisini roynt at verið
í brennideplinum í steypakapp
ingini. Rokið um seinnu hálv
finaluna móti VB bleiv blást um
alt landið. Sostatt hava tær eisini
royndir av slíkum rokið.
– Hetta er óheppið, men hesa
ferð fáa vit einki gjørt við tað.
Hetta er ein kæra um eitt reytt
kort, sum gott nokk er móti okk
um, men vit hava einki við hetta
ella hitt málið at gera. Tað havi eg
eisini sagt við spælararnar, og tí
nyttar einki hjá okkum at hugsa
um tað, sigur Andrias F. Hansen,
sum heldur at hetta er óheppið.
– Tað er altíð óheppið, at stríðs
mál taka seg upp so stutt undan
eini finalu. Hetta er ikki fyrstu
ferð og helst ikki seinastu ferð, at
tað hendir. Vit mugu bara læra at
liva við tí, sigur Andrias F. Hansen,
sum er fyrrverandi altjóða dómari.
Mótgangur ger ikki mun
Venjarin hjá Neistanum vónar,
at mótgangurin kann gera liðið
sterkari til finlauna. Kyndil hevur
eisini verið fyri mótgangi, men
Andrias heldur ikki, at mótgangur
ger liðini sterkari.
– Vit vunnu alt í fjør uttan
nakran mótgang. Eg haldi ikki
mótgangur ger teg sterkari. Helst
skalt tú spæla eins væl í báðum
førum, sigur venjari hjá Kyndli,
Andrias F. Hansen at enda.
Kyndil vann í fjør greipuna. Nú
skal fyrsta heitið verjast.
Høllin a Hálsi verður karmur
um 11 steypafinalur í
hondbólti um vikuskiftið.
Leygardagin 7. februar:
Kvinnur: kl. 13.30 Neistin – Kyndil
Menn: kl. 16.00 Neistin – VÍF
Dreingir: 18 kl. 18.00 H71 – StÍF
Sunnudagin 8. februar:
Gentur 10: kl. 12.50 Neistin – VÍF
Dreingir: 10: 13.25 H71 – VÍF
Gentur: 12: 14.00 EB – H71
Dreingir: 12: 14.55 H71 a – H71 b
Gentur: 14: 15.50 H71 – Kyndil
Dreingir: 14: 17.05 H71 – Tjaldur
Gentur 17: 18.10 Stjørnan – Kyndil
Dreingir 16: 19.25 Kyndil – H71
Her er skráin fyri allar 11 steypafinalurnar
í hondbólti, sum verða um vikuskiftið
skrá
Myndir: Álvur Haraldsen