Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-05, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. februar 2015síða 40

‹ fyrra síða allar 40 síður

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. februar 2015 sosialurin 15 40 H eimsins endi nærkast í hvørjum, og hann nærk­ ast skjótt eisini, siga tey, sum halda seg vita. Hann hevur altíð nærk­ast, evsti dagur. Men nú er hann nærri enn nakran­tíð, sigst. Dómadagslúðurin í horn­orkestri­ num hjá dómadagsprofetunum hoyrist framum. Einglaharpan er tagnað, hvør strong­ur slitnaður. Amerikonsk vísindafólk í Nobel­ klassanum hava flutt dómadags­klokk­ una tveir minutt­ir fram. Nú er dóma­ dagsklokkan tríggj­ar minuttir í tólv, tríggjar minuttir í mid­nátt, 23:57. Hon var 23:55, men manna­ ættin dugur ikki klokk­una, so hon koyrir bara ahead sum um einki fær forð­að henni í at vera til í allar ævir og steðga á 23:57, í ring­asta føri 23:58. Vekjari er hon ikki, dóm­adags­klokkan, hon hevur ongan vakt enn. Sum eg dugi at ana­ly­ sera meg fram til, verður heimsins endi pálma­sunnudag í ár, tann 29.mars. Tí 29.mars skal klokk­an flytast. Hon skal flytast ein tíma fram, og so verður hon ikki 23:57 long­ur, men 00:57. So hon fer heilar 57 minuttur inn í dóma­dag. Far­væl øll og alt og ongar páskir í ár. Dóma­dag­ur hevur altíð hótt, ja, frá fyrsta mána­degi. Nógv hava roynt at áseta dóma­ dagin, tey flestu religiør, men hava higartil ikki rakt dagin. Tey religiøru hava heldur ikki fyri neyðini at koma við vísindaligum prógv­ um fyri tí, tey pástanda. Tey hava fingið eina opinbering. Ein tílíkur dómadagur var frá­boð­ aður í 1962. Minnist eg rætt, var hann ein summardag. Eg var heilavaskaður í Nonnuskúlanum tá í fýra ár, so eg var ikki í iva, dómadagur var á veg. Minnist enn, hvussu bangin eg var alt tað samdøgrið, svav ikki um náttina, sum var ljós. Tað ørkymlaði meg, at onnur uttan um meg ikki lótu við seg koma. Tey fyrireikaðu seg als ikki til at fara hiðani í einum øgiligum ragnaroki, tí nú vóru syndirnar vorðn­ar so nógvar, at krossurin á Golgata hoknaði undan byrðuni og brotn­aði. Eingin segði til dømis farvæl og takkaði fyri árini. Sjálvandi hendi einki, eingin endi. Eg minnist ikki, hvørja umbering, tey religiøru, sum boðaði frá dómadegi, góvu okkum, sum tóku tey fyri fult. Var onkur umbering yvirhøvur, hevur hon verið okkurt helvitis møsn. Jehova Vitni gjørdu eisini okkum naivu børn bangin og stúrin tá. Tey hava sítt Harmageddon. Sam­ bært Vitnunum er pláss fyri 144.000, hvørki fleiri ella færri, í Himmiríki saman við Jesusi tann eina dag, sum sjálv­andi er nær. Har eru eingi wild cards. Onnur frelst, tey frá 144.001 og uppeftir, sleppa at vera í paradís her á jørðini, har sum leyvan og lambið eta úr somu krubbu, sum var vøggan hjá Jesusi einaferð. Annars eru vit øll hini glatað í allar ævir, ikki bara spælimenninir. Í bløðum sínum og bókum høvdu Vitni Jehova myndir av Harma­geddon, tekningar. Ótespiligur dagur, hesin seinasti dagurin, dómadagurin. Sum ein segði, sum ein vanligur mánadagur, bara nógv verri. Tá, fyrst í trýssunum, var kalda kríggið sjálvandi alla tíðina eis­ini ein hóttan. Fólk ræddust kjarn­orku­vápnini. Sovjet­sam­veldið, ikki USA sjálv­andi, var størsta og einasta hóttanin, kommun­ istarnir ótu børn rá og kollveltingin át eisini síni børn. Men eisini tann dómadagurin var, sum frá leið, longri burturi enn jólaaftan er í januar. Nú eru vit so aftur har. Sambært klóku úrsmiðunum í USA er veð­ur­lagið nú størri hóttan enn heims­kríggj. Tí, enn einaferð, øll tosa um veðrið, og eingin ger nakað við tað. Veðrið má sær ráða, søgdu teir gomlu. Dómadagur verður stytsti dagur higartil. Halarnir verða langir, bæði har uppi og ikki minst har niðri hjá tí við halanum. Sum tey siga, deyðin er ein partur av lívinum. Tí velja nógv tað æviga lívið. Tríggir minuttir í deadline Kristina Bærendsen Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ viðurslønina 2012 Høgni Djurhuus Mynd: heinesen myndir Yrki: Sangarinna Bústaður: Saltangará Hvat ætlaði tú at blíva, tá tú bleivst vaksin? – Kontrisangarinna, lastbilshauffør ella snikkari. Hvat burdi hitt kynið vitað um títt kyn? – At vit eru orduliga fittar, allíkavæl. Hvat burdu børn vitað um tað at vera vaksin? – At tað eru fleiri ting, man skal siga nei, enn ja, til. Hvat var seinasti dreymurin, tú gjørdi til veruleika? – At fløgan hjá mær »Nothing's here to stay« kom út. Enda setningin: Um eg tordi, so hevði eg … … ringt til Merle Haggard. Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað? – Andalig veking. Nær vart tú seinast veruliga ovfarin? – Tá mamma, sum hevur SO nógv um oyruni, kláraði 90 km til gongu í januarmánaði. Tað seinasta, tú hevur lært, er at: – Koyra við skili. Tann støðuga ringa samvitskan snýr seg um: – At eg ikki geri enn meira við tónleikin. Enda setningin: Føroyingar burdu ... … spælt meira kontri!! baksíðan