mánadagur 9. februar 2015síða 3
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 9. februar 2015 · Nr. 16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Úr tinginum
Árni Gregersen
Samgongan hevur havt fund
við teir fýra andstøðuflokk
arnar um nýskipan av fiski
vinnuni.
Sjálvstýrisflokkurin, Tjóð
veldi, Javnaðarflokkurin og
Framsókn hava hvør sær
verið til samrøður við umboð
fyri samgonguna, men talan
hevur als ikki verið um sam
ráðingar.
Samgongan er heldur ikki
komin á mál sjálv um hvat
hon ætlar og hvussu hon
hugsar sær at ein broyting
av lógini um vinnuligan fiski
skap skal síggja út.
Stórur munur er á, hvat
Fólkaflokkurin leggur dent á
og hvat Sambandsflokkurin
mmetir hevur størst týdn
ing.
Landsstýrismaðurin við
fiskivinnumálum,
Jacob
Vestergaard, Fólkaflokkurin,
hevur sagt, at yvirskipað so
eru umboðini fyri teir tríggjar
samgonguflokkarnar funnið
fram til eina felags fatan av,
hvussu teir kunnu hugsa sær
at lógin skal síggja út.
Ongin semja
Landsstýrismaðurin hevur
eisini ansað væl eftir ikki
alment at siga, at talan er
um nakra semju í samgong
uni. Hann segði eisini fríggja
kvøldið, at onki uppskot um
nýggja lóg fyriliggur.
Umboð fyri andstøðu
flokkarnar hava sagt tað
sama. Á fundunum, sum
flokkarnir hava havt við
samgonguna hava tey spurt
eftir, hvat samgongan vil,
men her hava tey ikki fingið
nøkur konkret svar.
Partar av samgonguni
eru farnir at siga, at tað helst
ikki hevur so stóran skund
at koma við nýggjari lóg.
Galdandi lóg fer úr gildi 31.
desember 2017.
Tað er orsøkin til at sagt
hevur verið, at neyðugt er
at koma við einum upp
skoti skjótt, so vinnan kann
fyrireika seg til broyting
arnar, sum koma í gildi 1.
januar 2018.
Sama var orsøkin til, at
gamla lógin var longd, tí tá
megnaði politiska skipanin
heldur ikki at finna felags
stev og loysnir fyri framtíðar
fiskivinnuni.
Nú hendir so tað, at bíðað
verður til eftir valið. Tá skal
samgongan gerast av nýggj
um og so stendur nýskipan á
skránni aftur.
Men ein nýggj samgonga
hevur eisini aðrar møgu
leikar. Í lógini um vinnuligan
fiskiskap stendur, at øll
loyvir fella aftur til landið
1.januar 2018, men lands
stýrismaðurin
kann
við
kunngerð lata loyvini halda
fram í fimm ár.
Hendan ásetingin í lógini
er sjálvandi ikki roynd við
ein dómstól, so onkur ivast í,
hvussu hetta skal tulkast.
Men er tað soleiðis, sum
nevnt omanfyri, so kann
ein nýggj samgonga eftir
løgtingsvalið
eftir
avtalu
við landsstýrismannin við
fiskivinnumálum áseta, at
loyvini halda fram til 2023.
Ivasamt er um flokkarnir
vilja hava hetta at henda. Tí
ilt er frammanundan einum
vali at siga, hvør situr við
valdið, tá ið samgongusam
ráðingarnar eru lidnar eftir
eitt val.
Tað kann tykjast sum at
spæla við blindum makkara
um flokkarnir gevast at
royna semju nú, men onki
bendir á, at nakar vilji er
at røkka málinum: eini ný
skipan av fiskivinnuni undan
komandi vali.
Neyvan nýskipan av fiskivinnuni
undan komandi løgtingsvali
Alt bendir á, at samráðingarnar um nýskipan av fiskvinnuni eru koyrdar fastar og útsettar til eftir løgtingsvalið
Tað hevur ferð eftir ferð elvt
til orðaskifti – og fleiri upp
skot eru løgd fyri tingið um
málið – at fyritøkan Elektron,
sum bankarnir og tað al
menna eiga saman – misti ein
stóran part av uppgávunum
fyri peningastovnarnar.
Uppgávurnar vóru latnar
einari danskari fyritøku, sum
nú er seld víðari til aðrar
eigarar.
Hesi viðurskifti hava fing
ið Framsókn at sett fram eitt
uppskot um at broyta lógina
um tilbúgving, soleiðis at alla
talgildingar upplýsingar um
føroysk viðurskifti eiga at
verða goymdar í Føroyum.
Málið hevur verið til við
gerðar í Vinnunevndini hjá
Løgtinginum, men meirlutin
tekur ikki undir við uppskot
inum.
Grundgevingarnar
fyri
ikki at taka undir við upp
skotinum eru eitt sindur ull
intar. Millum annað verður
nevnt, at vinnumálaráðið og
fíggjarmálaráðið eru í ferð
við at talgilda allan almenna
geiran, men tað tykist eis
ini viga tungt, at felagið
Føroyskir
Peningastovnar
staðiliga mæla frá, at upplýs
ingarnar aftur verða fluttar
til Føroyar.
Ber væl til
Tað letur seg væl gera at
flyta tænasturnar aftur til
Føroya og tað verður helst
bíligari í rakstri. Peninga
stovnarnir hava upplýst fyri
vinnunevndini, at teir í løtuni
gjalda á leið 70 milljónir fyri
raksturin uttanlands.
Tað fer at kosta nógv at
fltya tænastuna heimaftur,
men felagið Føroyskir Pen
ingastovnar sigur, at í Før
oyum er hvørki fíggjarligur
ella KT-førleiki til at gera
hetta.
Meirlutin í vinnunevnd
ini, sum eru umboðini fyri
samgonguna, Javnaðarflokk
in og Sjálvstýrisflokkin siga:
– Vísandi til, at Fíggjar-
og Vinnumálaráðið eru farin
í holt við at talgilda tann
almenna sektorin, at arbeiðið
hjá Fiskimálaráðnum við
víkjandi
tilbúgvingini
er
ávegis, og at upplýsingar,
sum nevndar eru í uppskot
inum, ikki eiga at vera í til
búgvingarlógini, men í ser
lógum, tekur meirilutin ikki
undir við málinum og mælir
Løgtinginum frá at sam
tykkja uppskotið.
Minnilutin er Tjóðveldi,
sum er umboðað av Bjørt
Samuelsen. Hon tekur undir
við uppskotinum, men ivast
eins og meirlutin í nevndini
um hetta er eitt mál, sum
eigur at vera partur av lógini
um tilbúgving.
Hon vísir tó til, at Tjóðveldi
hevur havt fleiri uppskot um
at fáa upplýsingarnar, sum
peningastovnarnir sit ainni
við, heimaftur til Føroyar.
Uppskotið hjá Framsókn
fær 2. viðgerð á tingfundi í
morgin.
Ullint støða til hvar tær talgildu upplýsingarnar skulu goymast
Framsókn hevur lagt fram uppskot um at broyta tilbúgvignarlógina, men meirlutin
í vinnunevndini mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið
Neyvan verður nøkur nýskipan gjørd hesumegin eitt løgtingsval
Peningastovnarnir mæla frá, at tað sum var flutt frá
Elektron til Danmarkar verður flutt heimaftur. Vit hava
hvørki KT-førleika ella fíggjarligan førleika at gera tað.