mánadagur 9. februar 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. februar 2015 · Nr. 16
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Danjal av Rana
Veiðufelag Føroya er eitt av
feløgunum, ið ikki er berg
tikið at broytingaruppskoti
num frá landsstýrinum.
- Vit mugu tíverri ásanna,
at lógaruppskotið, ið er blivið
fyrilagt okkum tann 19. janu
ar, stórt sæð er ógvuliga líkt
tí, ið Kári P. Højgaard, táver
andi landsstýrismaður í inn
lendismálum, legði fram á
sumri 2013, stendur at lesa í
hoyringssvarinum frá Veiði
felagnum
Veiðufelagið førir fram, at
eins og uppskotið frá Kára P.
Højgaard í 2013, so røkkur
hetta uppskotið heldur ikki
endamálinum, sum er at
høvuðsendurskoða og nú
tímansgera verandi vápna
lóg.
Veiðufelag Føroya tykist
bera ótta fyri, at lógararbeiði
fær ov stutt skotbrá, og verð
ur av handahógvi merkt, nú
tað eftir øllum at døma verð
ur skundað ígjøgnum.
- Vit sita aftur nú við ein
um lógaruppskoti í hond
ini, ið, eftir okkara tykki,
einamest hevur sum enda
mál at fáa eina vápnalóg av
greidda sum skjótast, uttan
at lógin kemur at gera tað
nyttu í samfelagnum, ið hon
er ætlað til, skrivar Veiðu
felag Føroya í sínum hoyr-
ingssvari.
Fútin er inni á somu tank
um í sínum hoyrinssvari, tá
hann endar sítt svar við eini
áheitan um, at lógin, øll sum
hon er, fær eina gjøllari gjøg
numgongd og verður dag
førd so at hon samsvarar við
galdandi danska lóg.
Føroyska lóg til
føroysk viðurskifti
- Vit eru als ikki nøgd við til
gongdina til útspælið, sigur
Michael Dalbø, formaður í
Veiðufelag Føroya.
Hann
greiðir
frá,
a
veiðufelag
Føroya
hevur
havt tríggjar fundir við
landsstýrið um hetta málið,
men nú, tá eitt uppskot
fyriliggur, er tað meinlíkt
tí fyrsta uppskotinum, tey
vóru á fundi við landsstýrið
um, tá Kári P. Højgaard sum
innlendismálaráðharri
ar
beiddi við at broyta lógina.
- Vit bera ótta fyri, at hesar
broytingarnar fara einans at
gera verandi lóggávu til eitt
misfostur, og tí heita vit enn
einaferð á landsstýrið, um at
seta ein arbeiðsbólk at gera
eina heildarendurskoðan av
verandi lóg.
Michael Dalbø skilir ikki,
hvat hevur so stóran hast.
- Gaman í er verandi lóg
gomul og ótíðarhóskandi,
men hví hevur tað brádliga
slíkan skund at fáa lógina
dagførda? Í Veiðufelag Før
oya meta vit tað vera nógv
týdningarmiklari at fáa eina
góða lóg, tilevnað føroysk
viðurskifti, sigur Michael
Dalbø.
Veiðufelag Føroya heldur
tað vera týdningarmikið, at
vit fáa eina trygga almenna
vápnalóg at byggja víðari á,
sum so kann tillagast ymis
ku seráhugamálini innan før
oyska vápnanýtslu. Tí heitir
Veiðufelagið á landsstýrið,
um at seta ein arbeiðsbólk á
stovn, mannaðum av avvarð
andi pørtum.
- Vit mugu leggja eina
grund fyrst, og so kunnu
vit byggja oman á hana við
lógum, ið taka atlit at ymisk
um seráhugamálum, men nú
er vandi fyri, at ein óhósk
andi lóg verður trýst niður
yvir okkum, sigur Michael
Dalbø.
- Vit í VFF vilja enn eina
ferð heita á Føroya løgmann,
um at taka ráð okkara um
ein skipaðan og skikkaðan
arbeiðsbólk til sín, so at
komandi lógarsmíð hevur
eitt so breitt og berandi
grundarlag sum gjørligt; eitt
grundarlag, sum eftir okk
ara tykki einans fæst, við at
tey, ið lógin kemur at um
fata, sleppa at vera við í tí
grundleggjandi arbeiðinum,
og ikki bert koma inn
gjøgnum síðudyrnar sum
hoyringspartur,
skrivar
Veiðufelag Føroya í sínum
hoyringssvari.
Michael Dalbø greiðir frá,
Vápnalógin
Danjal av Rana
Um uppskotið til dagføring
av vápnalógini, ið er sent
til hoyringar, kann í stutt
um sigast, at talan er um
skerping av galdandi lóg á
flestu økjum.
– Við hesum lógarupp
skotið verður skotið upp,
at tað framyvir skal vera
eitt krav, at persónar, ið
nýta skotvápn, skulu hava
eitt vápnaprógv. Somu
leiðis verður skotið upp,
at tað skal vera møguligt
at revsa persónar eftir
vápnalógini, um teir hava
brúkt
vápn,
sum
eru
nevnd í §§ 1 og 2 í lógini á
slíkan hátt, at tað greitt má
metast sum vandamikið,
hóttandi ella ræðandi fyri
onnur. Er slíkur tilburður
framdur undir ávirkan av
rúsdrekka ella rúsevnum,
verður mælt til at hetta
verður mett sum herðandi
umstøður. Eisini er skotið
upp at heimila landsstýirs
manninum
í
kunngerð
at áseta reglur um, at øll
vápn skulu hava vápnalás
ella goymast í vápnaskápi.
Eisini er skotið upp, at øll
skotvápn í Føroyum skulu
skrásetast.
Hetta er kjarnin í upp
skotinum, ið varð sent
avvarðandi
pørtum
til
hoyringar 19. januar. Váp
naprógv,
vápnatrygdar
skeið, vápnaskáp og –lás
eru millum nýggju krøvini,
ið sett verða. Hetta er sam
bært
viðmerkingunum
fyrstu ferð, at skotið verð
ur upp at seta krøv til fólk,
ið eiga og nýta skotvápn.
Framyvir skal ein hvør,
ið ynskir at innflyta, út
vega sær, hava inni ella
ganga við skotvápnum,
fyrst
útvega
sær
eitt
vápnaprógv. Fyri at fáa
eitt tílíkt, er neyðugt at
vera yvir 18 ár og at standa
eitt
vápnatrygdarskeið.
Harumframt er neyðugt
at hava eina reina revsi
váttan. Í viðmerkingunum
til lógarbroytingina sæst,
at ein av ætlanunum við
at krevja vápnaprógv er,
at tað skal vera gjørligt
at nokta einum persóni
vápnaprógv. Tað er altso
ikki ein og hvør, ið kann
fáa eitt tílíkt vápnaprógv.
Umframt hetta, vil løg
reglan hava eina nýggja
grein setta í lógina, ið gevur
teimum víðari heimildir at
revsa fólk fyri hóttandi
atburð. Seinastu hálva árið
hava fleiri tilburðir verið,
har fólk hava borið og/ella
nýtt vápn. Onkuntíð hev
ur talan verið um hóttanir,
aðrar tíðir eru vápnini
nýtt á annan ræðandi
hátt fyri fólk umkring.
Higartil hevur løgreglan
verið noydd at ákæra fólk
eftir revsilógini § 266, og
løgfrøðingar meta, at í
flestu førum lúka hesar
hendingarnar ikki treyt
irnar, fyri at døma nakr
an eftir § 266, ið sigur, at
hendingin skal skapa ál
varsligan ótta fyri egnum
ella annara lívi, heilsu ella
vælferð.
Tískil ynskir løgreglan
at fáa eina linari grein inn
í lógina, ið gevur teimum
betri heimild at revsa fólk,
ið nýta og handfara vápn
á ein hátt, ið greitt má
metast sum vandamikil,
hóttandi ella ræðandi fyri
persónar, ið eru í nánd.
Brot á vápnalóggávuna
skal eftir uppskotinum
revsast við bót ella fongsul
upp í tvey ár, um brotið er
framt tilætlað ella av grov
um ósketni, undir ávirk
an av rúsdrekka ella rús
evnum og um sama brot
verður endurtikið. Ásann
andi, at nógvir føroyingar
liggja inni við vápnum, ið
gerast ólógligt, um lógin
verður
dagførd,
mæla
myndugleikarnir
eisini
til, at persónar, ið eiga ella
liggja inni við ólógligum
vápnum skulu fáa loyvi at
lata hesi inn til landfútan
uttan revsitiltøk, um tey
verða latin inn innan ávísa
tíð.
Vápna
lógin
fyri
skotum
Landsstýrið hevur sent eitt uppskot til dagføring
av vápnalógini til hoyringar, men fleiri partar eru
sera misnøgdir við útspælið frá Landsstýrinum
Strangari
eftirlit við
vápnum í
Føroyum
Ætlaðu broytingarnar í vápnalógini snúgva seg í
stóran mun um økt krøv til tann, ið eigur vápnini