mánadagur 9. februar 2015síða 5
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 9. februar 2015 · Nr. 16
at áhugamálini hjá ymisku
áhugafeløgunum eru ymisk,
og hetta má takast hædd fyri
í komandi lógini.
- Viðurskiftini eru ymisk
fyri tey, ið veiða, tey, ið skjóta
við pistól í kappingum og tey,
ið skjóta eftir leirdúgvum,
sigur Michael Dalbø, sum
heldur, at tað fer at hepnast
illa, at smoyggja eina felags
lóg niður yvir allar partar. Ei
heldur heldur hann tað vera
rætt, at nærum margfalda
eina danska lóg og flyta hana
óbroytta inn í føroyska sam
felagið, tí í Danmark eru av
bjóðingar av vápnum, sum
vit als ikki hava í Føroyum.
- Tað er ikki rætt at
kopiera
donsku
lógina.
Heldur eiga vit at skeita
til grannalondini eisini og
síggja, hvussu tey gera tað,
tí tey samfeløgini líkjast
meiri teimum føroysku, hvat
harðskapi viðvíkur. Lat okk
um hyggja at hetlendsku
og íslendsku lógunum, um
framt donsku og norsku og
so kunnu vit gera eina før
oyska lóg, smíðað í Føroyum
til føroyskan tørv og viður
skifti, sigur Michael Dalbø.
Stuðla størri
trygdarkrøvum
Michael
Dalbø
sigur,
at
Veiðufelagið hevur sum so
ongar trupulleikar við upp
skotinum frá løgtinginum.
- Vit eru tilhangarar av
skipaðum
viðurskiftum
og hava einki ímóti, at eitt
krav
um
upplæring
og
vápnaprógv verður partur
av lógini. Tíbetur stendst
sjálvdan skaði av nýtslu av
vápnum í Føroyum, men um
satt skal sigast, so er tað ofta
lukkan, ið er betri enn skil
ið, tá menn fara í hagan við
byrsu.
Eisini ivast hann ikki í, at
vápnaskáp høvdu fyrbyrgt
teimum óhepnu støðum, tá
ávirkaðir menn fáa hendur
á vápn og fara at spæla sær
við tey ella at hótta onnur
við teimum.
- Sum danir siga, sprut og
druk hører ikke sammen. Eg
vænti, at um atkomiligheitin
at vápnum var skerd, so
sum við vápnaskápum, so
høvdu vit eisini verið tílíkar
hendingar fyriuttan, sigur
Michael Dalbø. Hann minnir
eisini á, at føroyingar eru
friðarfólk og at tilvildarligur
harðskapur
kemur
sera
sjálvdan fyri, og so slett ikki
við vápnum.
- Tó so, onkuntíð ger tað
tað, men vit kunnu jú ikki
lóggeva móti tí galskapi, ið
finst millum oyrini á fólki.
At skerja atkomiligheitina
til vápn, til dømis við vápna
skápum, er tó heilt víst ein
gongd leið, sigur Michael
Dalbø, formaður í Veiðufelag
Føroya.
Michael Dalbø óttast tó,
at um hesar broytingarnar
verða samtyktar, so gongur
long tíð, áðrenn lógin verður
broytt aftur.
- Broytingarnar skulu eft
ir ætlan ikki koma í gildi fyrr
enn um tvey ár. Jamen, so er
góð tíð hjá einum arbeiðs
bólki at arbeiða við einum
uppskoti. Hví hevur tað
brádliga slíkan skund?
Vápnalógin
Danjal av Rana
Fútin hevur í sínum hoyr
ingssvari givið Løgmans
skrivstovuni ein lista yvir
vápn, ið hann metir áttu at
verið fevnd av dagføringini
í vápnalóggávuni. Í stóran
mun er talan um at fáa betri
samsvar millum donsku og
føroysku lóggávuna.
Ein
av
orsøkunum
til,
at
myndugleikarnir
ynskja eina dagføring av
vápnalógini er, at talið
av vápnum, ið løgreglan
metir vera sera vandamikil,
er voksið nógv seinastu
árini. Fútin sigur í sínum
hoyringssvari, at løgregl
an hevur fingið áheitan
ir frá bæði foreldum og
skúla um, at skúlabørn
ganga við knívum, tey
hava keypt uttanlands.
Boðini frá løgregluni vóru,
at teir stóðu hjálparsleysir
og kundu ikki leggja hald
á vápnini, tí tey ikki vóru
nevnd í lógini og tí ikki eru
at meta sum ólóglig, heldur
ikki hjá ómyndigum. Ofta
er talan um springknívar
av ymiskum slag, serliga
sokallaðar butterflyknívar.
Felags fyri tílíkar knívar
er, at teir kunnu trekkjast
við einari hond, so skjótt, at
eitt møguligt offur ongan
møguleika hevur at verja
seg.
Piparspray er heldur ikki
ólógligt at bera á sær í Før
oyum, ei heldur táragass av
øðrum slag. Hetta ynskir
fútin at broyta, soleiðis at
føroyska lógin er í betri
samsvar við donsku lógina.
Fútin ynskir eisini at
banna
vápnum,
ið
eru
ætlaði at virka lemjandi,
doyvandi
ella
blindandi
við úrløðing av streymi.
Hann skrivar, at tílík vápn
eru vandamikil vápn, ið
kunnu nýtast til harðskap
og at gera fólk óvirkin.
Ávís av hesum vápnun
um skjóta elektrodir fleiri
metrar frá sær, og síðani
kann streymur setast til
elektrodirnar úr fjarstøðu. Í
øðrum londum verður sagt,
at tílík vápn hava elvt til
deyðsfall, serliga hjá fólki,
ið bera kvikil í sær ella hava
aðrar
hjartatrupulleikar.
Fútin skrivar, at løgreglan
veit um, at tílík vápn eru
í Føroyum í dag, men sær
onga orsøk til, at tey ikki
eisini skulu verða forboðin.
Fútin heitir at enda á
landsstýrið um at gera
eina neyva gjøgnumgongd
av føroysku vápnalógini
og dagføra hana, so hon
verður lík tí donsku, og í
sama viðfangi heitir hann
á landsstýrið um at dagføra
løgtingslógina um fýrverk.
Skúlabørn við lívsfarligum knívum
Løgreglan stendur maktarsleys og
hyggur at, meðan vandamikil vápn
í hópatali verða innflutt til Føroya