Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. februar 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. februar 2015 · Nr. 16 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mortan Østerø Síðani teldur og internet eru vorðin almannaogn, hev­ur tíðindaflutningurin í størri mun fest sær búgv í tal­gilda heiminum. Av tí sama hava vit sæð tiltiknu niður­bræð­ ing­ina av teimum forð­ing­un­ um, sum prent, tíð og staður annars hava sett, eisini gera seg galdandi innan tíð­inda­ flutningin. Á netinum ber til at røkka nógvum lesar­um við einstøkum tíð­ind­um. Hendir eitt óhapp um morgunin í Suð­ur­oynni, og tíð­inda­fólk­ ini eru bundin á megi­n­øki­ num, so kom fyri, at søgan ikki varð prentað í bløðunum fyrr enn morgunin eftir. Við tøkni­ligu menningini ber til at fáa myndirnar og søguna senda umvegis internetið og somu­leiðis kann søgan 'prent­ast' á tíðindasíðuna og røkka stórari lesarafjøld so skjótt sum okkurt varð áfatt. Í ávísum førum, verður niður­bræðingin av tíðar- og stað­ar­forðingum mett at vera stórt framstig, men í øðr­um lagi verður tað mett, at tøkn­in elvir til ov høga ferð á tíðinda­flutninginum, sum tek­ur burtur journalistisku góðsk­una. Vit fáa við hes­um tað, sum verður rópt 'junk food journa­lism', ella skund­ verða­tíð­indi. Klikkað Í Føroyum hava vit hópin av net­miðlum, sum partvíst er gjør­ligt vegna lítla kostnaðin at reka ein tíðindamiðil á neti­num í mun til hvat tað áð­ur kostaði at reka ein tíð­ inda­mið­il. Tó tekur ongin portalur gjald frá lesarunum fyri at fáa atgongd til tey tíð­ ind­ini, sum verða løgd út, hó­ ast tíðindafólkini skulu hava samsýning fyri tað ar­beiði, sum verður lagt í at skriva. Høvuðs­inntøkan verð­ur tí­ skil frá lýsingum ella stuðl­ um, framum brúkara­gjøld­ um. Tað er her, at 'klikk­ini' verða áhugaverd. Ganga vit útfrá, at privatu miðlarnir í Før­oy­um eru tengdir at mark­nað­ar­ treytunum, so verður kapp­ ing um at fáa flest lýsarar at keypa eina lýsing á síni tíð­inda­síðu fram um aðrar. Av tí, at netmiðlarnir eru tal­gild­ir, so ber til at síggja hvus­su nógv fólk hava trýst – ella klikt – á ávís tíðindi. Tí er ikki óhugsandi, at lýsarar fara eru áhugaðir at lýsa har, sum flestu klikkini eru. Á tann hátt, eru teir tryggir í, at teirra lýsing røkkur flest møgu­ligum fólki. Hvussu ávirkar hetta góðsku­na á netvegis tíð­inda­ flutn­ingi­num? Merkir tað, at brúkar­ar í størri mun sleppa at av­gera hvat tíðindafólkini skriva um, og hvussu tíð­ inda­fólk­ini skriva? Hyggja vit at topp 10 listunum frá talgildu miðlu­ num í Føroyum, er greitt, lesar­ar­nir eru mest sannlíkir at løna greinum um skakandi hend­i­ngar, persónssøgur ella sex við sínum klikki. Um miðlarnir geva eftir krøv­u­num, og fólk fyri tað mesta koma framat keði­lig­ um, neiligum og bein­leið­is skak­andi tíð­ind­um, kann tað eisini ávirka veru­leika­fatan­ ina hjá fólkinum? Sosialurin hevur sett sær fyri at kanna viðurskiftini nær­ri. Klikkaðar horur! Mortan Østerø Felags fyri øll menniskju er, at vit leggja okkum van­ar. Eisini vanar, sum vit kanska ikki beinleiðis geva okkum far. Feskasta dømi innan er ringa veðrið, sum sein­ as­tu tíðina hevur darv­að ferðslu­na nakað, og har­við skert arbeiðspláss og skúla­ gongd. Tá hendan rútm­ an verður brotin, verða bæði fólk og fjølmiðlar drigin at rútmubrotinum – eyðsæð í nógva tíð­inda­ flutn­ing­inum um veðrið og nógvu klikkunum, sum veðurtíðindini fingu. Sam­ bært Hera Kragesteen, sálar­ frøðingi, kann hetta rokn­ast sum eitt slag av einari 'hend­ ing', og tað eru eisini hend­ ingar, ið eru á topp tíggju listu­num yvir mest lisnu grein­ar­ar­nar - Tá ið tú so hyggur út um, varn­ast tú, at nógvur kavi er uttan­fyri, og tað forðar tær at fara til arbeiðis, sum helst eisini brýtur rutinu­ na hjá tær. Tað togar okk­ um úr einari skipaðari man­na­gongd og yvir í eina nýgg­ja. Vit verða tvingað at gera frávik frá hvussu vit vanliga bera okkum at. Rútmubrótarin krevur okk­ ara uppmerksemi, við øðr­ um orðum, sigur Heri. Rútmubrotið kann stýrast Innan tíðindaflutningin og lýsingaheimin, er tað væl­ kent, at rútmubrótini kunnu stýr­ast fyri at tekkjast fólki. Tað kann nýtast at tala til okk­urt urmenniskjaligt, ið fær okkum at steðga á, og geva okkum far um lýs­ing­ ina ella søguna. Sambært Hera, kann talan vera um okkurt skakandi ella seksuelt, ella okkurt, sum hótt­ir okkara kenslu av trygg­leika. - Vit vita, at lýs­ing­a­ídnað­ ur­in sjálvur hevur gjørt sær dælt av urkenslum í menniskjum, og tilvitað spæl­ir upp á empati, stemn­ ing ella sex, til frama fyri vinn­ingi. Tá ið talgildu miðl­ ar­nir fáa ítøkilig tøl fyri brúk­ara- ella lesaraatburði, verð­ur eisini gjørligt hjá fjøl­ miðl­un­um at tekkjast lesar­ unum eftir teirra brúkar­a­ van­um, sigur hann. - Taka vit eitt nú drápið í Hval­ba, so raka tíðindini um morði ikki bert tann, sum hevur verið fyri morði, men alla bygdina – kans­ka enntá allar Føroyar. Jú størri hóttanin móti trygg­leika­ num vit kenna á okkum, jú stør­ri brot á rútmuna, sigur Heri. Topp tíggjulistarnir taldu eisini fýra søgur um dráp­ið í Hvalba, og tað eru eisini aðrar skakandi søg­ur, sum líkjast, ið fara við flestu klikk­unum. Tann marg­hátt­ ligi veruleikin verður tá, at úr einum fíggjarligum sjón­ ar­hornið eru hesar søgur­nar eisini mest lønandi tíð­inda­ flutn­ingurin, um tíðinda­ síða­n skal vísa á klikk fyri at draga lýsarar til síðuna hjá sær. Kann ávirka veruleikafatanina Sleppa klikkini – eftir hes­ um leistinum – at avgera hvat tilfar fær innivist á heima­síðunum, er ein vandi, at fólk verða ótryggari, enn tey í grundini eiga at vera, held­ur Heri Kragesteen. - Vónandi er eitt slag av sjálvsensuri ella fjøl­miðla­ etikki, sum setir mark fyri hvussu nógv rúm ein slíkur tíð­inda­flutningur fær, sigur hann. - Um ársskifti sóu vit, at áhugin fyri ræðuligum søg­um er ógvuliga stórur. Charlie Hebdo skrivstovan varð álopin, og tað fekk rúm í fjølmiðlunum um allan heim­in. Eg sigi sjálvandi ikki, at slíkar hendingar ikki skulu fáa innivist í fjøl­ miðl­unum – tað er held­ur tráðurin, sum varð tik­in upp eftir álopið, ið er áhuga­verd­ ur at hyggja at í hesum sam­ bandi­num. Kjakið flutti seg inn á bæði tolsemi og talu­ frælsi, sigur Heri. - Sostatt, varð ein pallur víð­opin fyri at hýsa víð­ gongd­um og skakandi hugsa­num. Brádliga var gjør­ligt hjá fólki at seta bein­leiðis javnatekn millum yvir­gangs­atsóknir og fólk við øðrvísi átrúnaðarligari sann­før­ing enn okkara egnu. Verða fangað av Fangaðu yvirskriftin og mynd­in teg? Skøkjur seta ikki dagsskránna í grein­ini. Í dagsins blaðið verð­ur kann­a­ð, hvørt tíð­inda­flutn­ing­ur á netmiðlunum ger júst hetta – orðar yvirskriftir og velur myndir, sum skulu fanga títt upp­merk­semi, og harvið títt 'klikk'. Heri Kragesteen, sálar­frøð­ing­ur, sigur, at allar topp tíggju søgurnar er hend­ing­ar, ið fara út um tað vanliga, og hesar bróta okkara rútmu í so stóran mun, at vit mugu trýs­ta á tær. Er hetta gongda leið­in, kann tað ávirka okkara veruleikafatan.