Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. februar 2015síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 9. februar 2015 · Nr. 16 rútmubrotið Her kann eg bara ganga út­ frá, at nógv klikk vóru at hein­ta – skakandi myndir og yvir­skriftir, og lættskild hugs­an, sigur hann. Kreativar yvirskriftir eru í lagi Heri Kragesteen heldur ikki, at ein kann lasta tíð­inda­ fólkini fyri mark­nað­ar­treyt­ irnar, ið áleggja teimum at dyrgja eftir klikkum. Hann vísir tó á, at tíðindafólkini eiga at vera varðin at borðreiða við ov nógvum neiligum tilfari, tí tað kann fáa ávirkan á trygdina, sum sam­felagsborgarar kenna á sær. - Skuldi tað verið soleiðis, at fjølmiðlarnir tilvitað løgd­u seg eftir at borðreiða við fleiri negativum og seksu­ellum søgum, so hevði ein avleiðing helst ver­ið, at brúkarin fór at seta spurn­ ar­tekin við trúvirði á øll­um tíðindatilfarinum hjá blað­ num, sigur hann. Er tað soleiðis, at tíð­ inda­fólkini skulu skriva tíð­ind­ini á ein hátt, sum er lættskildur, so eru øðr­ vísi hættir at gera hetta á, heldur Heri. Í einum tíð­ inda­inn­slagið viðvíkjandi lógar­kravi um løggilding av sál­arfrøð­ingum­, segði Heri Krage­steen, at nú varð tað endi­liga soleiðis, at ikki hvør Hanus og Janus kundu rópa seg sálarfrøðingar. - Hetta megnaði Høgni Djur­huus við síni klummu í Kringvarpinum at gera til satiru. Hann segði nakað í stíl við, at 'eftir at Heri Krage­steen førdi fram, at ikki hvør Hanus og Janus long­ur kundu rópa seg sál­ar­ frøðingar, hava Hanus Sam­ ró og Janus Rein stevnt Hera Kragesteen.' - So, hóast vit hava við tung evni at gera, ber at fáa kreativar vinklar upp á evn­ini, ið fólk kunnu skilja skjót­ari og lættari, men sam­stundis gevur somu vitan­ina, ið ein lítil stubbi á netinum annars hevði bjóð­að. Við øðrum orðum er humor djúpt alvorligur, sig­ ur Heri Kragesteen.