mánadagur 9. februar 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. februar 2015 · Nr. 16
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mortan Østerø
Birgir Kruse, PD í samskifti,
stóð á odda fyri at gera eina
bók um fjølmiðlar til før
oyska skúlaverkið, og hann
heldur, at tøkniligu fram
brotini hava gjørt tíðinda
flutninginum eina bjarnar
tænastu.
- Aðalmálið hjá tøknini er
vælsaktans mantraið 'betri,
skjótari og størri', og vanliga
høvdu vit væntað okkum
betri tilfar av tí sama. Men
so er ikki, sigur Birgir.
Sambært honum, so gera
øðrvísi fortreytir seg gald
andi, tá ið tað kemur tíðinda
flutning. Við tøkni síggja vit,
at færri fólk kunnu gera
sama arbeiði. Fyri tíðinda
flutningin, merkir tað, at
nógv færri fólk hava tíðinda
tilfarið um hendi, áðrenn tað
verður lagt út til brúkaran.
– Í 1970'unum høvdu vit
heilt upp í sjey til níggju
prentað tíðindabløð okkurt
árið – og eru uppløgini røtt –
so er tað heilt vist heimsmet
í at lesa tíðindabløð fyri
hvørji 1.000 fólk. So føroy
ingar hava altíð verið eitt
lesandi fólk, við nógvum at
siga. Munurin á tá og nú er,
at fleiri starvsfólk sóu og
hugdu tekstin ígjøgnum, áðr
enn hann fór til prentingar.
Í hesum førinum er tíðinda
flutningurin vorðin verri
fyri, tí tøkniliga menningin
hevur havt við sær, at redak
tiónirnar kunnu rekast við
færri starvsfólkum. Tað førir
víðari við sær, at færri eygu
verða sett á tilfarið, sum
verður lagt út, sigur Birgir
Kruse.
Ótolin ringrás
At
tíðindaflutningurin
í
størri mun verður bæði tøk
ur og lisin á netinum, hev
ur eisini sett hægri ferð á
tíðindaflutningin og latið
upp fyri snaratgongd hjá
brúkarunum til tíðindatil
farið. Sambært Birgiri hevur
økta ferðin á tíðindafram
leiðsluni elvt til keðiligar
brúkara- og tíðindafram
leiðsluvanar.
– Vit eru komin í eina
ónda ringrás. Antin hava
redaktiónirnar
ímyndað
sær, at teirra lesarar eru
vorðnir alsamt meira ótolnir
við teldutøku tíðindunum,
ella er lesarafjøldin veruliga
vorðin alsamt ótolnari. Av tí
sama verður trýst á redak
tióninum at framleiða mest
møguligt tíðindatilfar innan
stutta tíð, hóast starvsfólka
talið á sjálvum redaktión
inum er minkandi. Góðskan
á tíðindatilfarinum verður
eisini hareftir, og mistøk –
bæði innihaldsliga, hagfrøði
liga og málsliga – verða al
samt meira graverandi, sigur
Birgir.
Hann vísir á, at gott tíð
indatilfar tekur longri tíð
at framleiða, men tá ið ein
ótolin ónd ringrás setir dag
skránna verður tað torført.
– Tað er sum við ostalýs
ingini hjá Klovborg; 'Klov
borg ostur tekur ta tíð, sum
ostur tekur'. Tíanverri, kun
nu síðani staðfesta, at tíð
tekur tíð og tíð tekur fólk, og
fólk krevja pengar. Fíggjarligi
spurningurin og ótolni fyri
tíðindarúgvuni ganga hond í
hond, og redaktiónirnar eru
tódnaðar, hóast tær fram
leiða tað sama ella meir.
Sannroyndin er at skvisa
vit alt niður í næstan onki,
so fáa vit eisini eina verri
søluvøru. Tað verður til eina
discount-vøru, sigur Birgir
Kruse.
Smáredaktiónarí
– Við tøkniligu menningini
er tað eisini vorðið meira
ómakaleyst at stovna og reka
eina tíðindasíðu, og fleiri
smærri
tíðindasíður
seta
seg førar fyri at veita tíðindi
um alskyns mál, hóast tey
kanska bert eru eitt ella tvey
starvsfólk, sigur hann.
Seinastu árini eru ógvuli
ga nógvar tíðindasíður stovn
aðar, og Føroyar eru heldur
einki undantak. Summar av
tíðindasíðunum hava sera av
markað tal av starvsfólkum,
men allar kappast um somu
lesarafjøldina og sostatt somu
lýsingainntøkuna.
– Tá ið tað gerst lættari at
reka ein miðil, verða eisini
fleiri aktørar. Sostatt síggja
vit eisini, at eigara- og lønar
viðurskiftini á tíðindastovn
unum verða alsamt meira
kroyst við óneyðugu kapp
ingini, sum hevur uppsagnir
við sær, sigur Birgir, sum
metir, at hetta eisini er ein
av orsøkunum til minkandi
góðskuna á tíðindunum.
– Hesin tíðindaflutning
urin hevur hóast alt lesara
tekki og kann toga lýsinga
inntøkur frá øðrum – vit
síggja sostatt, at góðskan
verður onkursvegna niður
raðfest fyri at tryggja, at
ein miðil yvirlivir. Tøkniliga
menningin, sum skuldi vera
okkara vælsignilsi, er onkur
svegna vorðin eitt forbanni
lsi á henda hátt. Tíðindini
eru vorðin verri, meðan
tøknin er vorðin betri.
Kreativt kappingarføri
Økta talið av tíðindasíðum,
ið veita tíðindini ókeypis, eru
helst tengdar at lýsingainn
tøkum, sum víðari er tengdar
at stórari lesarafjøld. Ítøki
liga kann tíðindasíðan vísa
lýsarum á 'vísi-tølini' hjá
sær – altso hvussu nógvar
ferðir teirra síðir hava verið
vístar. Tá kemst ikki uttan
um, at summar søgur fanga
lesaran í størri mun enn aðr
ar, og sambært topp tíggju
listunum á føroysku tíðinda
síðunum, hava tær flestu
skakandi yvirskriftir.
– Á netinum skal brúkarin
sjálvur klikkja á einstøku
søguna, og samlaðu klikkini
verða skrásett fyri hvørja
søgu. Sostatt verður ógvu
liga mátbart, hvørjar søgur
og yvirskriftir fanga meir
enn aðrar. Hóast tað ikki
altíð riggar, so kann rit
høvundurin – við hesum
í huga – vera kreativur og
leggja seg eftir at spíska eina
yvirskrift fyri at náa fleiri
klikkum, sigur Birgir og tek
ur fram eitt dømi:
'X-Factor Jógvan í fongsul'
– Tað er ein yvirskrift, sum
fangar lesaran, tí ein før
oyingur í almenna rúmi
num í Danmark ikki hevur
havt eydnuna við sær, men
er endaður í fongsli. Ein
garantur fyri nógv klikk.
Tá ið stubbin verður latin
upp, vísir tað seg, at Jógvan
bert hevur framført í ein
um fongsli – hann er ikki
fongslaður sjálvur. Fyri so
vítt lýgur rithøvundin ikki,
men hann spískar yvir
skriftina – helst við klikkum
í huga – soleiðis, at tað ikki er
samsvar millum myndina ein
ger sær út frá yvirskriftini,
og veruligu myndina, sum
ein fær av eftir at hava latið
greinina upp, sigur Birgir
Kruse.
– Summi bløð úti í heimi
hava fólk í starvi, sum ein
ans gera yvirskriftir, og eg
havi fulla virðing fyri einari
fangandi yvirskrift, men tað
skal ikki vera misvísandi
fyri innihaldi á greinini. Tá
kemur tað at snúgva seg
um brúkaraálit. Brúkarin
varnast skjótt, um okkurt
áhaldandi
er
tað
reina
gass, sum verður lagt út á
tíðindasíðuna. Verða yvir
skriftirnar óneyðuga kreat
ivar ella verða tíðindini løgd
út eftir vild á somu tíðinda
síðu, so kann tað væntast, at
brúkarin fer at leita sær tíð
indi aðrastaðni, sigur hann.
Krøv til miðlarnar
– Vit muga minna okkum
sjálvi á, at vit eru ógvuliga fá
fólk. Kunnu vit veruliga rætt
vísgera, at vit hava so nógvar
miðlar til so fáar brúkarar?,
spyr Birgir retoriskt.
– Eg kundi ynskt mær
færri, men størri, sterkari og
betri funderaðar redaktiónir,
sum eru í betri sambandi við
sínar lesarar. Tá høvdu tíð
indafólkini fingið neyðugu
arbeiðskorini til at evna
hágóðskutíðindi.
Tó
ber
hetta bert til, um smáredak
tiónirnar hvørva, soleiðis,
at bæði brúkara- og fram
leiðsluvanar fáa rúm og
sømdir til at broytast, sum
tykisk ógvuliga fjart.
– Ein skal sjálvandi vera
varin ikki at køva talufrælsi,
men til tíðir kundi man
kanska ynskt sær, at ein
miðil hevði eina gátt líkari
tí hjá politiskum flokkum.
Tað krevst eitt ávíst tal av
atkvøðum fyri at sleppa
inn um tinggáttina. Kanska
miðlarnir áttu at verið av
einari ávísari stødd, fyri at
havt sømdir at virka, soleið
is at vit sleppa undan smá
redaktiónum,
ið
forstýra
okkum allatíðina og syrgja
fyri einari kapprenning, sum
tekur góðskuna úr samlaða
privata tíðindaflutninginum
á netinum.
Klikk-tíðindi køva
góðskuna
Brúkarin hevur neyvan biðið
um at vera stýrandi fyri,
hvat tilfar er áhugavert at
síggja á einari tíðindasíðu.
Við
marknaðartreytunum,
ið seta fram krøv um klikk,
Birgir Kruse heldur, at tøkniliga menningin
hevur darvað góðskuna á tíðindaflutinginum
um allan heimin. At tað onkursvegna er vorðið
lættari at framleiða tíðindi, hevur somuleiðis
gjørt tað lættari at framleiða vánalig tíðindi
Tíðindaflut
ningurin er
versnaður