Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. februar 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. februar 2015 · Nr. 16 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað loysir ongar trupulleikar fyri heimligu vinnuna, at føroysk arbeiðsmegi uttanlands eisini spýtir sín part í almennu kassarnar. Tað sigur Marita Rasmussen, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag, um nýggju kanningina hjá Magna Laksáfoss, og hon loyvir sær at ivast í, um allar metingarnar og niðurstøðurnar í kanningini eru rímuligar. Ingolf S. Olsen Føroyska vinnan og sam­ felagið sum heild er í harðari kapping um arbeiðsmegina við onnur lond við lagaligari skattaskipanum enn okkara. Tað er ein kapping, sum vit tapa, og tann støðan broyt­ist ikki av, at føroyska arbeiðsmegin uttanlands eisini gevur sítt íkast í al­ mennu kassarnar umvegis mvg og onnur nýtslugjøld. Tað heldur Marita Ras­ mussen, stjóri í Føroya Ar­ beiðs­gevarafelag, sum leingi hevur ávarað um støðuna, har ein lutfalsliga stórur partur av føroysku arbeiðsmegini arbeiðir uttanlands og ikki rindar skatt og avgjøld í Før­oyum á jøvnum føti við arbeiðsmegina, sum arbeiðir í Føroyum. Avleiðingarnar eru, at før­ oyska vinnan bløðir, tí hon fær ikki ta arbeiðsmegi, hon hevur brúk fyri. Null í skatti Og boðskapurin broyt­ist ikki stórvegis av, at Magni Laksá­ foss, búskapar­frøðingur, júst hevur almannakunngjørt eina kanning, sum vísir, at før­oyska arbeiðsmegin uttan­ lands leggur líka nógv eftir seg í almennu kassarnar per persón, sum skattgjaldandi arbeiðsmegin her heima. – Niðurstøðan hjá Magna Laksáfoss er, at útlendska arbeiðsmegin uttanlands, sum ikki rindar skatt í Føroyum, fyllir líka nógv í almennu kassarnar í Før­oy­ um, sum tey, ið arbeiða og rinda skatt her. Jamen, tað er jú genialt, og niðurstøðan av tí má so verða, at vit bein­anvegin seta føroyska inntøkuskattin niður á null, sigur Marita Rasmussen bersøgin. – Eg skal ikki fara at sáa iva um alla kanningina, men hann tekur sjálvur fleiri fyrivarni viðvíkjandi hag­tals­ grundar­lagnum. Tey nýggj­ astu tølini, hann hevur, eru frá 2012. Tøl eru takksom, tað vita vit, men vit fáa onki at vita um millumrokningarnar og grundarlagið undir egn­ um metingum, og tískil er torført at eftirkanna kann­ ingar­arbeiðið hjá Magna Laksá­foss. – Og at effektin á almennu inntøkurnar av einari betri nettoløn hjá arbeiðsmegini uttanlands skal vera líka stór sum ávirkanin av skatta­ inn­tøkunum hjá heim­ligu arbeiðsmegini, tað trúgvi eg ikki uppá uttan víðari, sigur hon. Súrepli og bananir Stjórin í Føroya Arbeiðs­gev­ ara­felag finst eis­ini at summ­ um av saman­bering­un­um í kanningini. – Arbeiðsmegin uttanlands umfatar eina rúgvu av sera ym­iskum vinnugreinum, men hann setir hana alla sum hon er upp ímóti tveim­ um vælavmarkaðum vinnu­ grein­um her heima – ali­vinn­ uni og flakavinnuni – heldur enn at samanbera til dømis ar­beiðsmegina í alivinnuni uttanlands við arbeiðsmegina í alivinnuni her heima, fiski­ menn við fremm­andum skip­um við fiski­menn her heima, føroy­ingar­nar í norsku byggivinnuni við tey í byggi­vinnuni her heima og so fram­vegis. Hend­an sam­ an­beringin er sum at sam­an­ bera súrepli og banan­ir, sigur Marita Ras­mus­s­en. Men sama, hvussu saman­ borið verður, og hvussu nógv føroyingar uttanlands leggja eftir seg í almennu køss­unum, so kann vinnan her heima sambært Maritu Rasmussen ikki brúka tað til nakað, tí tað bøtir ikki um heimliga trotið á arbeiðsmegi arbeiðsmegi uttanlands – Tey fara til Noregs at arbeiða, tí tey verða nógv lagaligari skattað har. Tað er har, tann veruligi trupulleikin liggur. Tí mugu vit javnseta okkara skattainnkrevjing við hana í londunum, sum vit kappast við. Hetta er ein stórur trupulleiki, sum má loysast skjótt, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag Marita Rasmussen: Vit tapa kappingina um arbeiðsmegina