mánadagur 9. februar 2015síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 9. februar 2015 · Nr. 16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
og evnini at kappast um ar
beiðsmegina vegna skattliga
fyrimunin, sum fólk fáa av at
arbeiða uttanlands.
Skatturin má niður
Tískil er Marita Rasmussen
eisini grundleggjandi ósamd
við Magna Laksáfoss, sum í
Vikuskiftissosialinum baga
telliseraði stóra mangulin á
somu faklærdu arbeiðsmegi
á landi her heima, sum fer
uttanlands at arbeiða – tey
flestu til Noregs.
– Hatta er ein stórur
trupulleiki,
sama
hvussu
nógv hesi fólkini so rinda í
landskassan í mvg og øðr
um gjøldum. Tey fara uttan
lands at arbeiða, tí tey verða
nógv lagaligari skattað har.
Tað er har, tann veruligi
trupulleikin liggur. Tí mugu
skattligu viðurskiftini hjá
føroyingum, sum arbeiða í
Føroyum, verða javnsett við
skattligu viðurskiftini hjá
føroyingum, sum arbeiða
uttanlands.
Verður
tað
gjørt, átti tað ikki at verið
ein trupulleiki hjá føroysku
vinnuni at kappast um ar
beiðsmegina. Hetta er ein
stórur trupulleiki, sum má
loysast skjótt, sigur Marita
Rasmussen.
Hon leggur dent á, at hon
ikki er úti eftir, at politik
ararnir skulu lóggeva før
oysku arbeiðsmegina heim
aftur, ella seta forðingar fyri,
at hon nakrantíð fer út um
landoddarnar at leita sær
arbeiði.
– Vit hava eina sera
dugnaliga, fleksibla og mo
bila arbeiðsmegi, sum er
eftirspurd allastaðir. Tað er
bara at frøast um. Í niður
gangstíðum her heima, er tað
eisini sera heppið, at partur
av arbeiðsmegini hevur lætt
við at fara av landinum eftir
arbeiði. Men vit skulu hava
kappingarførar skipanir her
heima, í hesum høpinum
skattaskipanina, so vit ikki
reka tey av landinum at ar
beiða, sum annars helst
høvdu viljað sloppið und
an at skula heimanífrá í
longri tíðarskeið, sigur hon
og undirstrikar, at Føroya
Arbeiðsgevarafelag
ikki
øvundar teimum, sum ar
beiða uttanlands og hava
minni skatt enn vit, sum ar
beiða í Føroyum.
– Men kjakið endar ofta
í, at talan er um øvundsjúku
frá okkum, sum gjalda skatt í
Føroyum, men tað er tað altso
ikki talan um frá okkara síðu,
sigur Marita Rasmussen.
Brúkaragjøld
Ein javnseting av skattinum
merkir, at føroyski lønar
skatturin
skal
niður,
og
spurningurin er tá, hvussu
tað skal fíggjast. Sambært
kanningini so vilja øktar
inntøkur frá mvg og øðrum
avgjøldum
fíggja
hetta.
Marita Rasmussun vísir tó á,
at Føroya Arbeiðsgevarafelag
hevur mælt til at kanna
møguleikarnar fyri at seta
brúkaragjøld á ávísar al
mennar tænastur.
– Tað hevði minkað um
tørvin á skattafígging og
eisini minka trýstið á al
mennu tænasturnar, tí fólk
høvdu hildið seg meira aftur,
um tey sjálvi skuldu goldið
ein part. Í øllum førum mugu
vit gera okkara skattaskipan
kappingarføra, um okkara
vinnulív og føroyska sam
felagið sum heild skal megna
at kappast um arbeiðsmeg
ina, sigur hon.
Magni Laksáfoss staðfestir
í sínari kanning, at arbeiði
er ikki í Føroyum til alla ar
beiðsmegina
uttanlands,
og í Vikuskiftissosialinum
segði hann, at tað hevði
verið ”beinleiðis tápuligt at
reagera við ógvusligum polit
iskum inntrivum í møgu
leikarnar at fara uttanlands
at arbeiða, bara tí vit fáa eyga
á onkran lítlan strukturellan
trupulleika, til dømis at tað
eina tíð er trot á elektrikarum
her heima”
– Hann hevur kanska rætt
í, at vit ikki skulu yvirreagera,
men trupulleikin við mangl
andi handverkarum í Føroy
um er altso ikki ein lítil
strukturellur trupulleiki, men
ein sera stórur truppulleiki,
sigur Marita Rasmussen.
Javnseting
Men talan er ikki um alt ella
onki, heldur stjórin í Føroya
Arbeiðsgevarafelag.
– Føroyingar fara altíð at
arbeiða uttanlands, og ein
javnseting av skattaskip
anunum hevði ikki fingið
nakran føroying at sagt upp
uttanlands fyri síðani at blivi
arbeiðsleysur
í
Føroyum.
Men ein javnseting hevði
kanska fingið tey at verið
her, sum helst vilja tað, og
sum høvdu havt lætt við at
fingið arbeiði.
– Skuldu tað hent, at før
oyska vinnan eftir eina javn
seting av skattinum kortini
ikki megnaði at halda upp á
arbeiðsmegina, ja so var tað
tað, men so hevði hon tapt
í einari rættvísari kapping,
sigur hon.
Lítið vunnið
Stjórin
í
Vinnuhúsinum
sigur, at serliga innan elek
trikarafakið er tað ein stór
ur smeitur, at so nógvir
elektrikarar eru farnir til
Noregs at arbeiða. Og her
hjálpir tað ikki serliga nógv,
at ein skipan nú er, har tað
ber til at taka útlendska ar
beiðsmegi hendavegin, um
arbeiðsloysið í byggivinnuni
er niðanfyri seks prosent.
– Tað er vanliga eystur
evropisk arbeiðsmegi, sum
er tøk, og sum kann koma
hendavegin. Men har eru tey
von við heilt aðrar standardir
og loysnir enn tær, sum eru
vanligar í Vesturevropa. Tí
kenna elektrikarar eystan
eftir sum oftast ikki kompo
nentarnar, vit brúka, og tískil
kunnu hesir ikki traðka inn
í eitt starv her uttan fyrst at
fara undir eina sera drúgva
upplæring, og tá er lítið
vunnið, sigur Marita Ras
mussen.
Fakta:
Seinasta
týsdag
legði
Magni
Laksáfoss,
bú
skaparfrøðingur,
fram
eina kanning, sum hann
hevði gjørt fyri Áhuga
felagið Antares og Føroya
Skipara-
og
Navigatør
felag, um árinini á føroyska
búskapin av føroyskum
arbeiðsmegini uttanlands.
Sosialurin hevði greinar
um kanningina í tema í
Vikusskiftissosialinum.
Sambært
kanningini
leggur ein føroyskur løn
takari uttanlands í meðal
líka nógvan pening í al
mennu kassarnar í Før
oyum sum ein løntakari í
Føroyum, tó at løntakar
arnir uttanlands samanlagt
rinda ógvuliga lítið í skatti í
Føroyum.
Niðurstøðan hjá Magna
Laksáfoss var, at føroyska
arbeiðsmegin
uttanlands
ikki er nøkur byrða fyri
samfelagið, men ein vinn
ingur fyri bæði samfelagið
sum heild og fyri almennu
kassarnar. Hann helt tí, at
tað hevði verið beinleiðis
skeivt at roynt at fingið
hesar føroyingarnar heim
aftur at arbeiða.
Kanningin
byggir
í
høvuðsheitum á tøl frá
Taks, og tey eru frá 2012.
Tá arbeiddu umleið 2500
føroyingar
uttanlands,
svarandi til útvið 10 pro
sent av allari tí føroysku
arbeiðsmegini.
Íroknaðir
eru teir umleið 800 føroy
ingarnar, sum í 2012 virkaðu
undir FAS-skipanini.
Fríggjadagur 6. Februar 2015
sosialurin 15
10
Vit skulu í stundini gevast at brúka orku upp á negativa fokusering upp á
teir 2500 føroyingarnar, sum arbeiða og rinda skatt uttanlands, og heldur
brúka orku upp á at menna og effektivisera verandi vinnur her heima og
almennu umsitingina. Tað sigur Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur, sum
í nýggjari kanning staðfestir, at føroysk arbeiðsmegi uttanlands gevur eins
stórt íkast í heimliga búskapin og arbeiðsmegin, sum arbeiðir í Føroyum
Ferðandi arbeiðsmegi
tema
Arbeiði
uttAnlAnds
er gott fyri
búskApin
Ingolf S. olSen – PReSS
S
einastu árini hevur nógv
verið tosað um nógvu føroy
ingarnar, sum, hóast teir og
teirra familjur verða búgv
andi í Føroyum, leita sær uttanlands
eftir arbeiði og rinda meginpartin av
skattinum har.
Og oftast hevur útgangsstøðið
fyri kjakinum verið, at tað er ein
sam felagsligur trupulleiki, at so
nógvir føroyingar – 10 prosent av
saml aðu arbeiðsmegini – arbeiða
uttan lands, tí trot er á faklærdari
arbeiðs megi her heima, og serliga
smærri kommunur við lutfalsliga
nógvum íbúgvum, sum starvast
uttan lands, hava merkt sviðan av
vant andi kommunuskattinum frá
hes um borgarum.
Men sambært kanningini, sum
Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur,
hevur gjørt fyri Áhugafelagið Antares
og Føroya Skipara og Navigatør felag,
eigur myndin at vendast á høvdið.
Íkastið í føroyska samfelags búskapin
frá hesari okkara ferðandi ar beiðs
megi er nevniliga eins stórt í krónum
og oyrum per persón og íkastið frá
teimum, ið arbeiða í Føroyum. Við
øðrum orðum er samlaða almenna
inn tøkan frá einum persóni, ið hevur
sína inntøku í einum øðrum landi, í
miðal á sama stigi sum tilsvarandi al
menna inntøkan frá einum føroyingi,
sum arbeiðir og rindar sín skatt í
Føroyum.
Rinda avgjøld
– Tey, sum arbeiðia uttanlands,
hava gjøgnumgangandi eina væl
hægri nettoløn enn tey, ið ar beiða
í Føroyum. Tað merkir so, at keypi
orkan og harvið nýtslan er størri, og tí
kemur í miðal væl meira inn í mvg og
øðrum avgjøldum frá einum føroy
ingi, ið arbeiðir uttanlands, enn frá
Magni Laksáfoss
Tápuligt at
reagera við
ógvusligum
politiskum inn
trivum í møgu
leikar nar at fara
uttan lands at
arbeiða«
Næstan allir
fiskimenn við
útlendskum skipum
rinda skatt
í Føroyum
Fríggjadagur 6. Februar 2015
sosialurin 15
11
6 síður tema Í temasíðunum í Sosialinum
hesaferð kanst tú lesa um positivu árinini, sum
føroysk arbeiðsmegi uttanlands sambært einari
nýggjari kanning hevur á føroyska búskapin.
einum, ið arbeiðir í Føroyum. Tað er
henda størri nýtslan og ring virkn ing
arnir av henni, ið gera, at roknistykkið
við almennu inntøkunum er líka pent
fyri tey, ið arbeiða uttanlands, sum
fyri tey, ið arbeiða her heima, greiðir
Magni Laksáfoss frá.
Við støði í kanning síni er hann
komin til ta niðurstøðu, at før oyska
arbeiðsmegin uttanlands ikki er
nøkur byrða fyri samfelagið, tvørtur
ímóti, og at vit tí ikki eiga at brúka
orku uppá at royna at fáa hesi fólkini
heim til Føroya at arbeiða.
– Eg veit væl, at vit hava onkran
fløsku háls, tá tað snýr seg um fak
lærda arbeiðsmegi, serliga er trot
á elek trikarum her heima. Men vit
tosa her um eitt sera avmarkað trot,
og samanumtikið er lætt at stað festa,
at vit ikki hava størv til nógv tann
størsta partin av teimum 2500 føroy
ingunum, sum arbeiða uttan lands í
dag, sigur Magni Laksáfoss.
Íkast ella byrða
Hann ávarar tí staðiliga ímóti, at
skattligar ella aðrar forðingar verða
settar í verk politiskt, soleiðis at tað
ikki fer at loysa seg eins væl og nú at
fara uttanlands at arbeiða.
– Tað hevði havt við sær, at íkastið
í samfelagsbúskapin frá føroysku
arbeiðsmegini uttanlands knappliga
hevði farið frá at vera fult á hædd við
tað frá tí heimligu arbeiðsmegini til
at vera negativt – teir høvdu blivið
ein byrða fyri samfelagið. Tí teir
høvdu í stóran mun komið heim til
arbeiðs loysi – ella teir høvdu trokað
onnur út í arbeiðsloysi. Tað hevði elvt
til mink andi og kanska negativan
vøkst ur, sum síðani aftur allarhelst
hevði elvt til fólkafráflyting. Tí hevði
tað eisini verið beinleiðis tápuligt at
reagera við ógvusligum politiskum
inntrivum í møguleikarnar at fara
uttan lands at arbeiða, bara tí vit fáa
eyga á onkran lítlan strukturellan
trupul leika, til dømis at tað eina tíð er
trot á elektrikarum her heima, sigur
Magni Laksáfoss.
Hann heldur, at bæði politikarar
og vinnan fokusera alt ov nógv á
negativ árin av, at føroyingar leita
sær uttanlands at arbeiða.
– Trýstið á føroysku lønirnar
veksur, tá tað er so lætt at fara til
dømis til Noregs at arbeiða, og tí verð
ur føroyska lønarlagið drigið upp
eftir, er ein atfinning móti ver andi
skipanum, sum eg ofta hoyri. Men
hvat so, um føroyskir løn tak arar vilja
verða løntir ájavnt við starvs brøður
nar í grannalondunum? Um vit
ætla at menna hetta landið og vinn
urnar her heima, so er tað neyvan
serliga klókt at hava sum mál, at vit
skulu hava lægri lønir enn í granna
londunum, sigur hann.
Fokus á menning
Heldur enn at hava negativit fokus á
føroysku arbeiðsmegina uttanlands,
eiga politikarar og vinna at miðsavna
seg um at menna og effektivisera
verandi vinnur her heima, heldur
Magni Laksáfoss.
– Føroyska vinnan skal vera
kapp ingarfør við tilsvarandi vinn ur
í grannalondunum, eisini í løn um,
og tá verður heldur ongin trupul
leiki at fáa fólk til arbeiðis í henni.
Tað krevur sjálvsagt støðuga menn
ing og effektivisering, og her má
al menna umsitingin eisini fylgja
við. Men fólkatalið og støddin á før
oyska búskapinum ger, at tað altíð fer
at vera neyðugt hjá einum parti av
okk ara arbeiðsmegi at arbeiða uttan
lands – og tølini í kanningi vísa jú, at
tað bara er gott fyri búskapin.
– Hvussu stórt hetta talið eigur at
vera, er ilt at siga, men nógv bendir
á, at tað eins og føroyski útflutning
urin regulerar seg sjálvt og finnur
eina náttúr liga legu. Føroyski út
flutn ing urin liggur javnt á umleið
40 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni.
Í løtuni arbeiðir umleið 10 prosent av
arbeiðs megini uttanlands, og kanska
er tað eisini tann náttúrliga legan fyri
tað talið, sigur Magni Laksáfoss..
Tað má býtast rætt
Tá alment kjak var um skattanýskipan
í 2011, argaðust nógvir politikarar á
støðuna, har føroyska arbeiðsmegin
uttanlands lítlan og ongan skatt
rindaði her heima. Serliga vóru tað
kommunukassarnir í kommunum
við lutfalsliga nógvum útisiglarum,
ið bløddu.
– Men eisini her var púra skeivt
fokus. Tí Granskingardepilin, sum eg
eisini var partur av tá, gjørdi longu í
2008/2009 eina kanning fyri Maskin
meistarafelagið og Føroya Skipara og
Navigatørfelag um búskparárinini
av føroyskum sjófólki í starvi uttan
lands. Hon vísti eins og henda
nýggja, at árinini bara vóru positiv.
Tí vóru tað og eru tað politikararnir
sjálvir, ið við einum røttum for
deilings politikki skulu syrgja fyri,
at almennu inntøkurnar frá før
oysku ar beiðs megini uttanlands
verða kanali seraðar út har, sum tær
náttúr liga eiga at enda, millum annað
hjá kommununum. Hetta, skilji eg,
verður eisini gjørt nú, eftir at eldra
økið er lagt út til kommunurnar at
um sita, sigur Magni Laksáfoss.
ingolf@sosialurin.fo
Tað er gott fyri føroyska búskapin, at so nógvir føroyingar sum
nú arbeiða uttanlands, og tað hevði elvt til arbeiðsloysi, minkandi
og kanska negativan vøkstur, um hesir vórðu tvungnir heimaftur,
staðfesti Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur, millum annað, tá
hann týsmorgunin legði fram kanningina um árinini á føroyska
búskapin frá føroysku arbeiðsmegini uttanlands. – Tí hevði tað
eisini verið beinleiðis tápuligt at reagera við ógvusligum politiskum
inntrivum í møguleikarnar at fara uttanlands at arbeiða, bara tí
vit fáa eyga á onkran lítlan strukturellan trupulleika, til dømis
at tað eina tíð er trot á elektrikarum her heima, sigur hann.
Talvan vísir, at arbeiðsmegin uttanlands ikki stendur aftanfyri arbeiðs megina her heima,
tá tað snýr seg um at leggja eftir seg í almennu kassarnar. Í so máta er arbeiðsmegin
uttanlands næstan á hædd við ali vinnuna og eitt fitt petti omanfyri flakavinnuna
Kelda: Magni laKsáfoss, »føroysK arbeiðsMegi uttanlands – ein fongur fyri saMfelagið«
Myndir: álvur Haraldsen
Tá vit høvdu skattapolitikk sum tema
í Sosialinum 4. november 2013 vísti
Marita Rasmussen á avleiðingarnar av,
at so nógvir føroyingar ikki rinda skatt
í Føroyum. ”Tað er reinur logikkur, at
annaðhvørt mugu vit skerja almennu
tænasturnar munandi, ella mugu
tey, sum frammanundan rinda skatt
her, gjalda uppaftur meira”, sló hon
fast tá, og hon hevur ikki broytt
meining, eftir at hava sæð nýggju
kanningina hjá Magna Laksáfoss
Mánadagur 4. november 2013 · Nr. 172
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
skattapolitikkur
Ingolf S. Olsen
Marita Rasmussen, stjóri í
Vinnuhúsinum, er ikki í iva
um, hvat við tíðini fer at
henda, um onki verður gjørt
við
verandi
skattastøðu,
har nú 1500 føroyingar, sum
arbeiða
uttanlands,
lítið
og onki rinda í skatti í Før
oyum.
– Tað er reinur logikkur,
at annaðhvørt mugu vit
skerja almennu tænasturnar
munandi, ella mugu tey, sum
frammanundan rinda skatt
her, gjalda uppaftur meira,
slær hon fast.
– Tey flestu av okk
u m vilja jú hava eitt væl
ferðarsamfelag, sum tað vit
nú hava – ella kanska eitt
við enn betri tænastum –
og samstundis vita øll, at
tað er dýrt at reka tað, tí við
einum
vælferðarsamfelag
fylgir ein dýrur almennur
sektorur.
Fortreytin
fyri
øllum hesum er, at vit
mugu arbeiða nógv og rinda
lutfalsliga nógv í skatti fyri
yvirhøvur at kunna fíggja
vælferðarsamfelagið.
Og
her er tað so, at trupulleikin
uppstendur, tá ein so stórur
partur av arbeiðsstyrkini,
sum talan er um hjá okkum,
ikki rindar skatt her, sigur
Marita Rasmussen.
Góðir førleikar
Eitt eru yvirskipaðu sam
felagsavleiðingarnar av eini
skipan, ið skeiklar skatta
inntøkurnar her á landi,
annað er atlitið til vinnuna,
hvørs søk hon sum stjóri í
arbeiðsgevarasamtakinum
Vinnuhúsinum er sett til at
tala.
– Vit eru fult út kappingar
før við grannalondini, tá tað
kemur til førleikar – tí eru
føroyingar so nógv eftir
spurdir aðra staðir – og vit
eru í flestu førum eisini
kappingarfør, tá tað kemur
til
minimumslønirnar
á
arbeiðsmarknaðinum. Men
alt hetta verður kollrent av
eini skattaskipan, sum ikki
er kappingarfør. Og úrslitið
er, at vit eksportera okkara
forð ar okkara egna lóggáva
okk um at taka útlendska
arbeið smegi uttanfyri norð
ur londini inn í staðin fyri.
– Í løtuni er tað serliga
trotið á hondverkarum, ið
er trupulleikin. Ein stórur
partur av teimum arbeiðir
uttanlands, og avleiðingin
er, at vit mangla hesar før
leikarnar,
tá
teir
skulu
brúk ast til verkætlanir er
heima. Við tíðini er sjálvsagt
vandi fyri, at hesir førleikar
hvørva
heilt,
staðfestir
Marita Rasmussen og leggur
ft
at hava tað trupult við at
kappast við norsku lønirnar,
men fyrsta fortreytin fyri
yvirhøvur at royna at kappast
er, at okkara skattaskipan er
kappingarfør.
Lágur norskur skattur
Tað er serliga Noreg, ið elvir
til høvuðbrýggj hjá føroysku
hondverkaravinnuni, tí tað
er haðar, hondverkarar í
hópa tali leita sær.
– Tað er eisini væl skiljandi,
tí teir rinda millum fimm og
tíggju prosent minni í skatti
har – og tað eru heldur ongi
argument fyri, at føroyska
lønin neyðturviliga skal vera
eins høg og í Noregi – men
tann munurin er als ikki so
stórur, sum nógv halda. At
føroyingar, sum arbeiða í
Noregi, tjena so nógv, sum
teir gera, er fyrst og fremst tí
teir arbeiða so øgiliga nógvar
tímar, meðan teir eru har
yviri, og tí væl meira er eftir,
tá skatturin er goldin, sigur
stjórin í Vinnuhúsinum.
Marita Rasmussen leggur
dent á at hon ikki
tl
oddarnar at arbeiða.
– Tað er vælsignað, at
vit eiga so gott fólk, at tey
kunna fáa arbeiði, hvar tað
skal vera. Tað er bara gott
fyri allar partar, at vit hava
eina mobila arbeiðsstyrki,
og tí mugu vit eisini hava
skattaavtalur við hini londini.
Men vit mugu ansa eftir, at tá
so nógv fólk fara uttanlands
at arbeiða, at okkara egna
samfelag er kappingarført
um arbeiðsmegina. Eisini
stuðl ar føroyska skatta lóg
á
uttan lands at arbeiða held
ur enn her. Eisini er ferð
ingin millum Føroyar og
arbeiðsplássið gjørd skatta
frí við eini broyting í skatta
lógini í fjør, og skundar
hetta sjálvsagt eisini undir
út ferðarhugin,
staðfestir
stjórin í Vinnuhúsinum.
Bara ein nýskipan kann
venda gongdini, heldur hon.
– Vit mugu fáa eina kapp
ingarføra skattastøðu, og so
mugu vit lata dyrnar upp
fyri útlendskari arbeiðsmegi
Marita Rasmussen:
Útlendsk vinna hevur fyrimun
Stjórin í Vinnuhúsinum heldur tað vera alneyðugt við eini skattaumskipan, soleiðis at tað skattliga
ikki er ein fyrimunir hjá fólki heldur at arbeiða uttanlands enn í Føroyum. Verandi skipan veitir stuðul
til útlendskar arbeiðsgevarar, og samstundis missa vit førleikarnar her heima, sigur hon.
Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum: - At so nógvir føroyingar ikki rinda skatt her hevur aðrar keðiligar avleiðingar
enn tær, ið eru sjónligar í krónum og oyrum. Vit hava fingið eitt samfelag, har okkara íkøst til samfelagið eru ymisk
og eisini koma okkum ymiskt til góða. Ein slík støða elvir til øvund, og tað er jú syrgiligt, sigur hon
arbeiðsmegi uttanlands