Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. februar 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. februar 2015 · Nr. 16 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Uppskotið hjá heilsu­mála­ ráðharranum, Karsteni Han­ sen, um at seta forboð fyri at selja børnum og ungum und­ ir 18 ár solariumtíð, kemur til fyrs­tu viðgerð í tinginum í morg­in, týsdagin. Uppskotið ásetir, at tað ikki skal verða loyvt hjá svimji­hallum og øðrum al­ menn­um stovnum at selja ungum undir 18 ár tíð und­ ir solarium­s­ólini. - Tilburðir av móður­ merkja­krabba­meini er eitt vanda­mál í øllum Norður­ lond­um, og flestu lond hava lon­gu 18 ára aldrusmark. Vit gleð­ast um, at útlit nú eru til, at vit fylgja hesum ráki. Tað sigur Jákup N. Olsen, for­mað­ur í Krabba­meins­ felag­num, sum fegnast um, at heilsumálaráðharrin nú vil hava aldursmark fyri at sel­ja solariumsól. Endamálið við lógar­upp­ skoti­num er at minka um talið á krabba­meins­til­burð­ um í húðini, serstakliga móð­ ur­merkjakrabbameini, sum er ein álvarslig sjúka. - Tað eru framvegis tey ungu, sum í mestan mun taka sól. Tað vísir sein­asta Gallup­kann­ingin um solari­ um­van­ar hjá før­oy­ing­um, sum er frá september 2013. Jákup N. Olsen vísir á, at av teimum, sum søgdu seg taka sól, vóru 24% vóru í aldri­num 15-24 ár, og hetta tal er óbroytt síðan í 2011. - Samstundis er húðin hjá børnum og ungum mest við­ kvom fyri ultaviolettu strálu­ num, sum eru í solarium og sól.   Ómannað ikki ólógligt Formaðurin í Krabba­meins­ felag­num vísir á, at í mun til fyrru lógaruppskotini, verð­ ur hesa ferð ikki forboðið við ómannaðum sólstøðum. - Hetta verður mett at vera óheppið. Tá talan er um til dømis tubbak ella rús­ dekka, har vit eisini hava 18 ára aldursmark fyri at verja tey ungu, ber ikki til at selja hes­ar vørur í automatum. Hetta metir Jákup N. Ol­ sen at vera ein veikleika við lógar­upp­skotinum. - Sjálvandi er tað ein sig­ ur, at vit fáa formligt aldurs­ mark, og tað er eitt týðandi signal­virði í hesum. Hetta ger tað greitt fyri eitt nú for­ eldr­um, at tað veruliga er ein vandi við solarium, sigur Jákup N. Olsen. Veikleiki við solarium- uppskoti hjá Karsteni Nólsoyingar í stórapotti Hóast aðalfundur ikki verður í Maskin­ meistara­felagnum fyrr enn 7. mars, er greitt, at Páll Hansen verður sitandi í formans­ sessinum. Tá freistin at stilla upp var úti, hevði eingin annar bjóðað seg fram Vilmund Jacobsen Leygarkvøldið varð kynt und­ir hitapottin, sum Nóls­oy­ar Kunningarstova hev­ur útvegað sær. Áhug­in fyri hitapottinum tókt­ist stórur, tí fólk sótu skift­ andi í heita vatninum og potti­num, til farið varð um mid­nátt leygarkvøldið. Á facebook-síðuni - Nóls­oy í myndum - stendur, at tað tók einar 5-6 tímar at hita undir pottinum, men tá farast skuldi í hann um 21-tíðina um kvøldið, var vatn­ið vorðið so heitt, at neyðugt varð at lata nakað av køldum vatni í pottin. - Hetta er simpulthen so deiligt og kann avgjørt við­mælast, vóru orðini hjá onkr­um teirra, sum royndu hita­pottin í góðveðrinum leygar­kvøldið. Nólsoyingar hava lein­ gi svomið á sjónum á Malarenda, og hita­pott­ urin er eitt gott og heit­ ari alternativ til køl­du havsvimjingina hjá nóls­ oy­ar­konum og ein­støk­um monn­um. Á facebook-síðuni hjá nól­s­oyingum - Nólsoy í myndum - liggja fleiri frá­ lík­ar myndir, sum tiknar vórðu leygarkvøldið. - Tað er ein sigur, at vit fáa formligt aldursmark fyri nýtslu av solarium, og tað er eitt týðandi signalvirði í hesum. Hetta ger tað greitt fyri eitt nú foreldrum, at tað veruliga er ein vandi við solarium, metir Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum, sum tó heldur, at veikleiki kortini er við uppskotinum hjá Karsteni Hansen, landsstýrismanni Tað góða lívið á Strondum Vilmund Jacobsen Leygardagin 21. februar klokkan 15 fer Óli Breckmann at halda fyrilestur í Bygda­húsi­num á Strond­um, har fyrr­ verandi blað­stjórin, politik­arin og verandi studenta­skúla­lær­ar­ in fer at røða um “Tað góða lívið”, sum fyri­ lest­ur­in kallast. Tað er Undirhúsið á Strondum, ið skipar fyri tiltakinum, sum er ókeypis og verð­ur í bio­salinum í Bygda­ húsi­num. Eftir fyrilesturin verð­ur høvi til kaffi og køk­ur. Av Strondum verð­ ur sagt, at fyrilesturin hjá Óla Breckmann fer ikki at snúgva seg um politikk. 17. februar skipar Ættleiðingarfelagið fyri evniskvøldi á Føroya Fólkaháskúla við Lars Ask Røgilds, pedagogi og lektara í sálarfrøði. Lars hevur drúgvar royndir innan ættleiðing og bjóðar eitt nú samrøður við ættleiðingarforeldur og børn Nólsoyar Kunn­ingar­ stova hevur nú fingið ein stór­ an hitapott, sum tikin varð í nýtslu leygarkvøldið Endamálið við lógaruppskotinum um solarium er at minka um talið á krabbameinstilburðum í húðini, serstakliga móðurmerkjakrabba, sum er ein álvarslig sjúka Onkur hugsar ivaleyst, hvussu “kókaðir” nólsoyingar munnu smakka - og onkur annar hevur viðmerkt á facebook, at “her hevði eg viljað verið eitt kombikk”