Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. februar 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. februar 2015 · Nr. 16 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Minningarorð Bennrosa Mouritsen Tann 25. januar í ár andaðist Bennrosa Mouritsen, 69 ára gomul. Bennrosa vaks upp í Klaksvík, men flutti seinni til Havnar. Síðan síðst í 60- árunum hava hjúnini Benn­rosa og Rógvi búð í Hamarsgøtu, og her eru børn teirra vaksin upp. Her hevur hon røkt hús og heim, og hiðani er hon farin til arbeiðis til tey ymsu arbeiðini, hon hevur havt. Bennrosa var holl og góð kona, mamma, og omma. Í grannalagnum setti hon eisini dám á við síni persón­ mensku. Hon var altíð fús við sínum íkasti. Ofta umboðaði hon húskið einsamøll, meðan Rógvi var burtur, á sjónum. Hon var sinniligur og gløgg­ur eygleiðari, eisini hittin­orðað og skemtilig. Henn­ara viðmerkingar vóru beinleiðis og beinraknar, men ongantíð beiskar. Hon var eitt dámligt menniskja, sum ein kendi seg tryggan við. Rógvi og Bennrosa eiga fýra børn, sum øll eru vaksin og hava heim og familju. Børnini eru: Elin, Monrad, Rolf og Ragnar. Barnabørnini eru 13 í tali. Harafturat eru 2 lang­ommubørn. Vit hava sum grannar kunnað fylgt hvør við øðrum hesi mongu árini. Bennrosa hevur verið álvarsliga sjúk í drúgva tíð, men hetta fekk hana ikki til at siga nei takk til sam­ veru av ymiskum slagi í grann­alagnum. Hon var ósentimental og saklig um tað at vera sjúk. Hon var altíð røsk at finna evni, sum vóru meira lívsjáttandi, at tosa um. At halda urtagarðin vakr­ an og fáa blómurnar at trív­ ast var hennara stóra gleði hesi seinnu árini, og tað hevur eydnast væl. Vit hava sæð Rógva við tolsemi og stórum kær­leika hjálpt konu síni í sjúku­tíðar­ skeiðinum. Bennrosa segði mangan frá, hvussu takksom hon var fyri ta hjálp, sum maðurin og familjan veittu henni. Vit kunnu einans vera takksom fyri at hava kent og havt manga góða løtu saman við Bennrosu. Við vón um, at Harrin styrkir familjuna í sorgini, vilja vit lýsa frið yvir minnið um Bennrosu. Grannar í Hamarsgøtu Ennibjørg Niclasen Bech ættað úr Hvalba búsitandi í Esbjerg andaðist 6. februar, 69 ára gomul Jarðarferðin verður lýst seinni. 60 ára føðingardagur Tann 28. februar haldi eg mín 60 ára føðingardag í hølunum hjá Oddfellow á Grønlandsvegnum Tórshavn. Eg fari at bjóða til kalt borð, køkur og annað gott. Øll eru hjartaliga vælkomin. Vinarliga heilsan Kjartan Kjartansson 70 ára føðingardagur 22. februar fyllir Erik Eliasen Syðradalur K. 70 ár. Dagurin verður hildin á Før­oya Handarbeiðsskúla Heyga­vegur 27 í Klaksvík frá kl 14,00. Øll eru hjartaliga vælkomin. 70 ár Tað kennist løgið – men ikki illa - at eg í næstum man sjúti fylla. Aftur við borði slíkt ei kann fara, tí vænti eg frænda-, vina- og kenningaskara í VB-húsið við mær og mínum at minnast hin dagin – seint undir krígnum. Veitslan verður í VB-húsinum tann 21. februar klokkan 19. Tey, ið vilja gleðast við mær hendan dag, biðjast siga frá á tlf. 213415 ella 373415 í seinasta lagi tann 11. februar. Bestu nýggjársynskir. Niels Petur Nolsøe (NePtuN) Diamantbrúðleyp og 80 ára føðingardagur Hósdagin 29. januar høvdu Hansy og Franklin Michaelsen diamant­brúd­leyp, og 14. februar verður Hansy 80 ár. Dagarnir verða hátíðarhildnir í KFUM & K í Klaksvík, leygardagin 14. februar frá kl. 18 - 22. Øll eru hjartaliga vælkomin. Vinarliga sigið frá á tlf. 212557 ella 583317 áðrenn 7. februar. Gullbrúdleyp hjá Matheu og Finnbjørn Hansen, Leirvík 20. február hevur hetta fitta vakra parið verið gift í 50 ár. Í hesum sam­bandi ætla vit at feira dagin í Bygdarhúsinum í Leirvík fríggja­dagin 20. februar kl 19. Um tit ynskja at gleðast saman við gull­brúðarparinum, eru tit vælkomin at melda tykkum til á tlf 603111, 222301, 222302 ella 227362 í seinasta lagi fríggjadagin 13. februar. Vit gleða okkum at síggja tykkum. Gullbrúdleyp hjá Fríðhild og Símun Abrahamsen, Fuglafjørđur Fríggjadagin 20. febru­ar hava vit, Frí­ð­hild og Símun, verið gift í 50 ár. Tað hevði glett okk­um, um familja, vinir og kenn­ingar komu at feira gull­brúd­leyps­dagin saman við okk­um. Dagurin verð­ur hildin í Skóta­hús­inum við Løkin í Runa­vik fríggja­dag­in 20. februar kl. 18.00. Um tit ynskja at halda dagin saman við okkum, eru tit vælkomin at melda tykkum til á tlf. 212252 ella 225577 í seinasta lagi fríggjadagin 13. februar.