Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-09, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. februar 2015síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 9. februar 2015 · Nr. 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kavarudding er altíð ein avbjóðing Evald Kjølbro stjóri, Landsverk Ístaðin fyri at siga sum er, at fyritøka hansara og privata vinnan annars hava í hyggju at yvirtaka kavaruddingina og aðrar uppgávur frá Lands­ verki, so slær stjórin fyri IR Lastbilar langt undir beltið við at ákæra okkara royndu og dugnaligu maskinførarar fyri ikki at røkja sítt arbeiði nóg væl. Ein pástandur, sum eg staðiliga má vísa aftur, tí hesin einki hald hevur í veru­ leikanum. Stjórin fyri IR Lastbilar átti ístaðin at róst hesum monnum fyri teirra stóra og framúr góða arbeiði, sum teir leggja fyri dagin, so lands­vegakervið er opið fyri ferðslu og trygt at koyra eftir hjá bæði IR Lastbilum eins væl og hjá okkum øðrum. Ikki einans rudda teir kav­ an burtur, men sleipa eisini bilar leysar, ið hava rent seg fastar, tí bæði veður og koyrilíkindi eru so vánalig. Ein uppgáva, sum ikki er teim­um áløgd. Landsverk gjørdi í 2008 eina nøgdsemiskanning, har royndu maskinførararnir vóru róstir fyri teirra álítandi arbeiði í sambandi við kava­ ruddingina. Stjórin fyri IR Lastbilar sigur seg ikki ivast í, at pri­vatar fyritøkur høvdu loyst uppgávuna betri enn arbeiðs­fólkið á Landsverki. Hann vísir á, at aðra­staðni eru slík­ar uppgávur veittar út til privatar fyri­tøkur at um­sita og reka. Tilvitað ella ikki, so gloym­ir hann í hesum sam­ bandi at vísa á, at roynd­ir­ nar við slíkum útveitingum eru ógvuliga misjavnar og í fleiri førum beinleiðis mis­ eydnaðar, júst tí, at tænastan er broytt til tað verra. Tað finnast nógv dømir – eitt nú í Danmark - har kommunur fyrst hava veitt uppgávuna út og síðani tikið hana inn­ aftur. Antin tí, uppgávan ikki verður røkt nøktandi, ella gjørdist ov dýr. Hetta vísir júst, at privatu fyritøkurnar ikki altíð hava megnað at loyst hesa krevjandi uppgávu eins væl og kommunurnar sjálvar. Ikki minst vegna vantandi smidleika og høgan kostnað, har útjaðarin oftani verður sleptur upp á fjall. Virksemið nógv effek­ tiviserað seinastu árini Landsverk hevur seinnu árini umskipað og effektivi­ serað vetrarhaldið, soleiðis at borgarin merkir minst møgu­ ligt til ta støðugt minkandi játtanina til rakstur av vega­ kervinum, herundir kava­ rudding. Skipað er soleiðis fyri, at mest møguligt fæst burtur úr hvørjari krónu í játtanini. Eitt nú eru tað somu menn, ið rudda kava, sum taka sær av øðrum við­ líkahaldsuppgávum restina av árinum, tá eingin kavi ella frost er. Somuleiðis eru hesir menn ein partur av lands­ tilbúgvingini. Fleiri økir eru sostatt samantvinnaði og tongd hvør at øðrum. Ein annar fyrimunur við at hava eitt nú kavarudding liggjandi sum eina uppgávu hjá Landsverki er, at stovn­ur­ in umsitur og rekur 26 veður­ støðir, ið skráseta veður og koyrilíkindi kring alt landið. Hetta merkir, at tað loypandi verður kunnað á heimasíðuni um støðuna, eins væl og ígjøg­num fjølmiðlarnar. Ser­ liga tá veðrið er ivasamt og koyri­líkindini hareftir. Við­ merkjast skal, at tað vanliga ganga nógv ár ímillum, at líkindini eru so vánalig, sum tey vóru hesar báðar ferð­ irnar um miðjan januar og um mánaðarskiftið, og tí var avbjóðingin óvanliga stór í hesum førum. Ein onnur stór og av­ger­ andi styrki er, at verandi skip­an er sera smidlig, tí Lands­verk hevur fleiri ar­ beiðs­støðir kring landið, har fólk og maskinur eru knýtt at. Sostatt er skjótt at rykkja út allastaðni, eisini í út­jaðaranum. Tá veðurstøðirnar vísa, at líkindini eru ivasom, eru menn­inir skjótir úti við maskin­um og bilum at grava ella salta. Ikki einans eru synergi­fyrimunirnir stórir við eini slíkari heildarskipan, men fyrst og fremst skapar hetta størst møguligan trygg­ leika fyri bilførarar og onnur ferðandi. Stjórin á IR Lastbilar hevur tí einki grundarlag fyri at halda uppá, at kavaruddingin ikki virkar nóg væl. Hinvegin avspeglar tænastan sjálvandi játtanina, ið er til taks, og sum stovnurin hevur skyldu til at halda seg innanfyri. Tað er einki at ivast í, at var játtanin so og so nógv størri, hevði tænastan verið upp­ aftur betri. Óansæð, um tað er Landsverk ella onkur annar veitari, sum hevur uppgávuna um hendi. kjak Havnagerð á Skansabryggju Jógvan Arge Tjóðveldi í Tórshavnar býráð 1. Hetta er eitt ivasamt pro­ jekt. Byggiætlanin er ikki nágreiniliga hildin upp ímóti øðrum møguleikum í Tórshavnar kommunu. Her er bara við eini handa­keipu avgjørt, at bryggj­an skal útbyggjast á Skansabryggjuni og Eystara havnaøki. Aftur­ ímóti hevur Tjóðveldi skotið upp ítøkiliga at kanna umstøðurnar fyri eini góðshavn aðra­ staðni í okkara stóru komm­unu. Sund er nevnt, men kanningar kunna eins væl eisini verða gjørdar á Gulanum millum Glyvursnes og Argir og á Kollafirði, har møguleikarnir eru fleiri. 2. Staðsetingin framman fyri Skansan er meir enn ivasom. Tað er onki minni enn at bjóða náttúruni og umhvørvinum av á fleiri hermótum at leggja eina nýggja bingjubryggju út í streymasjógvin í Nóls­ oyar­firði og brimið Yviri við Strond. Hetta krevur, at bygt verður út á sjógv framman fyri býarins varðtekni, Skans­an­um. Krevur eisini eina nýggja farleið úti í brim­inum framvið Eik, Advokat­un­ um og Bústøðum yvir á Eystfallsker. Tit skuldu sæð brimið, ið har breyt í ódnaveðrinum farna vikuskifti, tá vegurin við Strond varð stongur av brimi, sum skolaði grót og tonglar heilt niðan á vegin. 3. Vit bera miklan ótta fyri, at kostnaðurin fyri hesa havnarbygging kann rygg­bróta Tórshavnar komm­unu. Nú ein ófull­ fígg­jað byggiskrá hevur sæð dagsins ljós,er kostn­ aðurin mettur til 450 mió kr, men tá er hann lágt settur og minni enn so allar kanningar gjørdar. Hann verður mangt slíkt upp á tann eina dag. T.d. eru hvørki bátahavnin ella bygningar við í kostn­ aðarmetingini. 4. Tórshavnar havn er ikki før fyri sjálv at leggja all­ar hesar pengar út úr kass­anum. Hon noyðist at læna meginpartin, nakrar 100 mió kr, til hetta stórarbeiði, sum partú skal gerast í einum høggi eftir hálvumtriðja ári. Slík lán telja við í kommunuskuldini og fara at gera sítt til, at Havnin rakar íløguloftið, sum vit eru fjart frá í dag. Gjarðað verður út við risamøguleikum, sum skula standa havnini í boði, tá liðugt er, men hetta er ikki annað enn pipp­fuglar á takinum. 5. Grundin til núverandi havnaprojektið er, at ov lítið pláss er til bæði ferða­mannamóttøku og góðs­avgreiðslu á havnar­ lagnum. Tí skal byggjast út í stórum. Hetta kann fult so væl og betri loys­ ast á annan hátt. Í okk­ ara uppskoti, sum fall í býráðnum, varð mælt til at kanna aðrar møgu­ leikar, áðrenn farið varð yvir háls og herðar at brúka pening til eina havnar­útbygging, sum land­sins býarskipanar­ nevnd ikki hevur heim­ ilað enn.Víðari útbygg­ ingar­møguleikar eru so at siga ongir, uttan so at tú byrgir alla brimstondina av niðan við Strond. 6. Fløkjan av bæði góðshavn og ferðamannahavn á Eystara havnaøki verður ikki frægari av hesi ætl­ an. Góðsflutningurin til havnina verður ætl­andi nógv størri, enn hann hevur verið, og tað elvir til nógv størri og tætt­ari tunga ferðslu. Meg­in­ parturin av ferðsl­uni til og frá havn­ar­lagnum má fara eftir ring­veg­unum. Eru ferðslu­propp­arnir ringir í dag, verða teir hvaðna verri eftir útbygg­ ing­ina. 7. Sjálvandi skulu vit hava góð havnarviðurskiftini í sjálvum høvuðsstaðnum í miðjum Norðuratlants­ havi. Alt annað er ónáttúr­ ligt og skeivt. Men heldur enn at ovtaka seg við einum stórleikaprojekti, eigur í álvara at verða hugt at hinum møguleikunum í Tórshavnar kommunu. Verður góðshavn bygd aðrastaðni, enn her er ætlað, við góðum vega- og tunnilssambandi í allar ættir, vinna vit meira fyri minni. Og Tórshavnar havn kann rættiliga leggja seg eftir at tæna og menna innanoyggja og al­tjóða ferðafólkavinnu í býar­ins hjarta. Tað er jú eitt hjarta­mál í dag. Tað fall mær fyri bróstið, tá eg mikudagin á in.fo las eina grein, har stjórin fyri IR Lastbilar finst at kavaruddingini hjá Landsverki. Her ákærdi hann menninar, sum nærum seta lívið í veð í upp til 16 tímar um samdøgrið, ikki røkja sítt arbeiði nóg væl. Sum stjóri fyri stovnin má eg tala at og staðiliga vísa aftur slíkum ógrundaðum skuldsetingum.