Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-09, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. februar 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. februar 2015 · Nr. 16 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Komedia og tragedia um eina skinflugu Heri Mohr Á Portal.fo 20. í farna mánaði lósu vit um eina harmiliga hending, ein sjúklingur, Ans­ gar Hansen, hevði uppl­ivað á Hotel Tórshavn í Keyp­manna­ havn. Serlækni á Landssjúkra­ hús­inum hevði eftir gald­ andi reglum fyriskipað AH serviðgerð á Ríkishospitali­ num, og viðgerðin gekk eftir øllum at døma væl. Men av tí at AH ikki slapp heim til Føroyar tann dagin, sum ætl­ að, varð tað neyðugt at broyta ferðaseðilin sam­svar­andi, og tað fór at kosta hon­um nakrar túsund krónur eyka! Kjak og hóttan aftur og fram tyktist at loysa fløkj­una. Tað er sera óheppið, at slíkt, sum AH skrivar um, kann fara fram eitt nú, tá ið flúgvingin verður darvað av vánaligum floglíkindum. Sjálvandi eiga kunngjørdar reglugerðir um slíkt at vera galdandi. Uttan upp á nakran hátt at blanda meg, mugu vit ikki gloyma, at Sjúklingahotellið Tórs­havn í Keypmannahavn, sum verður fíggjað av Føroya løg­tingi, verður umsitið av stjóra og starvs­fólki við starvs­ regl­um og øðr­um reglu­gerð­ um, sum skulu hald­ast. Lesarabrævið hjá AH gevur orsøk til nakrar hugleiðingar um Ríkishospitalið og øðrum tí viðvíkjandi. Sum limir í tí danska konga­rík­inum fáa vit føroy­ ing­ar ókeypis sjúkrarøkt á Ríkis­hospitalinum. Í mong ár rindaði danska innan­ ríkis­mála­ráðið hospitalinum all­ar rokningarnar fyri ser­ lækna­viðgerð og uppihald á hospitalinum. Hendan manna­ gongdin broyttist í 1988. Í 1987 setti landsstýrið/ ríkis­umboðið eina ”blokk­ nevnd,” (undirritaði var limur í hesari nevnd), sum skuldi gera fyrireikingar til at broyta ver­ andi refusiónsskipan mill­um ríkiskassan og lands­kass­an. Hetta innibar, at stats­kassans lógar­bundnu út­reiðsl­ur í Føroyum – við nøkr­um und­ an­tøkum – skuldu fíggj­ast við einum ríkis­kassa­blokki um­ sitin av lø­g­ting­inum/lands­ stýrinum sum ein inte­grer­ andi partur av inn­tøk­unum í løg­ting­sins fíggjar­lóg. Hetta varð gjørt í fullari semju mill­ um ta donsku stjórn­ina, lands­ stýrið, fólka­tingið og løg­tingið. Blokk­urin varð oyra­merktur til: Al­manna­mál, heilsu­mál, skúla­mál, maskin­skúlan og fiski­rann­sókn. Ná­greini­ligar sundur­liðingar, speci­fika­ tiónir, vórðu gjørdar fyri at vísa, hvussu blokk­urin skuldi brúkast. Av tí at Ríkishospitalið sum sagt fekk sínar rokn­ingar goldnar beinleiðis av innan­ ríkis­málaráðnum, varð hetta broytt soleiðis, at hendan fíggingin til Ríkis­hospitalið eins og helvtin av rakstrar­út­ reiðslunum hjá okkara trim­ um sjúkrahúsum var mill­um tað nógva, sum skuldi skip­ ast í ein ríkiskassablokk. Í løgtingsins fíggjarlóg 1988 var so heildarveiting (ríkis­ kassa­blokkur) § 8: 480 milli­ ónir. Og undir Heilsumál § 12: Ríkishospitalið 22 milli­ónir. Uppihald á Sjúklinga­hospi­ talinum Tórshavn í Keyp­ mannahavn hevur einki við blokkin at gera, tí tað er før­ oysk ogn og verður fíggj­að av løgtinginum. Heimastýrið skuldi ráða frítt yvir ríkis­kassa­blokk­in­ um samsvarandi nevndu ná­ greiniligu sundurliðing. Hetta skal skiljast soleiðis, at higartil galdandi donsk grann­skoðan av økjunum, sum skuldu í blokk, helt upp­at. Lands­ grann­s­koðarin (løg­ting­sins decisións­nevnd) skuldi nú ansa eftir, at blokk­urin ikki varð brúktur til annað enn tað, ið hann sam­bært lógum og semjum var ætl­aður til. Umleggingin frá refusión til blokkskipan for fram í tveim­um stigum: 1. januar 1988 fóru heilsumál, skúla­mál, maskinskúlin og fiski­rann­ sókn í blokk, og 1. juli 1993 fóru almannamál (pen­sión­ir v.m. og serforsorg o.a.) eisini í 1988-blokkin. Í av­taluni um blokkskipan, undir­skriv­að av Poul Schlüter, forsætis­ ráð­harra, og Atla Dam, løg­ manni, 20. mars 1987, er mill­um annað tilskilað, at ”Ende­lig fastlæggelse beror på op­gørelse af udgifterne ved­rør­ende indlæggelser på Rigs­hospi­talet.” Í 1998, tá ið loysingar­lands­ stýrið fekk stjórnarræðið, vóru 37,5 milliónir í blokk­in­um oyramerktar til Ríkis­hospi­ talið, og blokkurin var tá 922,6 milliónir. Meðan loys­ingar­ landsstýrið ráddi fyri borgum 1998-2001, øktist ríkis­kassa­ blokkurin til 981,9 milli­ónir. Gevið gætur: í árunum 1988 til 1998 var samsvar ár um ár millum løgtingsins játtan til Ríkishospitalið og upp­hædd­ ina til sama endamál í ríkis­ kassablokkinum. Men so fingu vit sum sagt loysingarlandsstýrið 1998-2001, sum varð sitandi til 2003, og tá broyttist nógv: Í einum bóklingi 2000 undir­skrivað av floksfor­ monn­unum, sum myndaðu lands­stýrið, fingu allir føroy­ ingar, úti og heima, at vita: – ”Í ár 2000 verður minni enn ein triðingur av tí danska stuðulinum brúktur í sam­ felagnum. Restin fer til sam­ansparing, sum skal nýtast, um búskapurin verð­ur fyri afturgongd.” – ”Sum er senda sjúkra­hús­ ini í Føroyum sjúk­ling­ar til Danmarkar í sam­bandi við ymiskar ser­viðgerðir….. Hetta eru ikki tænastur, sum føroyingar fáa ókeyp­ is. Føroysku sjúkra­húsini rinda fullan prís fyri bæði uppihald og viðgerð. Tí verður neyvan nøkur broyt­ing á hesum øki.” Heilaspuni, møsn. Úti í Tinga­ nesi ”gloymdu” tey at greiða Føroya fólki frá, at fíggingin til serviðgerðir á Ríkis­ hospi­talinum og nøkr­um øðrum sjúkrahúsum í Dan­ mark verða 100% fíggjað úr ríkiskassablokkinum. Líka mikið um tað eru fólkavaldir politikarar, ella landsstjórn ella Palleba og Marsanna, ið lúgva: lygnin er altíð ótespilig. Og tá ið kollek­tivar politiskar lygnir við stuðli frá almennum fjøl­ miðlum gera um seg, er tað mentala umhvørvið hjá fólki í viðkomandi landi í vanda. Men tað, sum hendi í 2000, var bara ouverturan til óhugnan, sum gjørdist veru­ leiki eitt á seinni, 1. januar 2002. Tá varð ríkis­kassa­blokk­ urin stungin djúpt, næstan svævaður, og stutt tíð gekk, áðrenn hann lá í fíggjarligum andaleypi: 366,4 milliónir tveitt­ar á bláman og restin, ein amputeraður blokkur, varð bundin niður sum seyð­ur. Hendan óbótagerð móti Før­oya fólki varð framd við tveimum laserprintum undir­skrivað av hvør sín­um landsstýrismanni – utt­an parafering og eingin jour­nali­sering – stytsta dagin í 2001. Í nevndu brøvum er mill­ um annað tilskilað: Dronn­ ing Ingrids Menigheds­børne­ have, Færøernes Børnehjem, Klaksvig Tekniske Skole, Thors­havns Tekniske Skole, Fær­øernes Handelsskole over­ drages vederlagsfrit til Færø­ ernes hjemmestyre. Vorðið sum jólagáva. Vón­ andi gloymdi løgmaður ikki at takka statsministaranum Føroya fólks vegna. Um hesir týdningarmiklu bygningar í okkara skúla- og al­mannaverki veruliga gjørd­ust føroysk ogn, er ilt at siga, tí teir eru ikki skrá­ settir í ognaryvirlitinum í landskassans ársrokn­skap­um. Kanska hava teir ongan góðan havt í 12 ár? At landskassin við brestin misti 366,4 milliónir árliga av fíggingini til løgtingsins fíggjarlóg, mátti sjálvandi fáa sera álvarsligar avleiðingar. Vit mugu ikki gloyma, at lands­stýrið/løgtingið ikki út­ vegaði landskassanum aðrar, nýggjar inntøkur í stað­in fyri millióninar, ið vórðu tveittar á bláman. Sum frá leið noyddist løgtingið út­ vega landskassanum nýggj­ar inntøkur, sum bøttu nakað um peningatørvin; men ikki nóg mikið. Ein ann­ars pen­ingaliga tryggur lands­kassi hevur nú í fleiri ár ikki verið førur fyri at rinda lógbundnar útreiðslur uttan við lántøkum. Skilaloysið í landskassan­ um1985-1992 við methøgari milliardaskuld og húsa­gangi tyktist ikki at vera læru­ peningur hjá ábyrgdar­leys­ um, national­istiskum politik­ arum. Nakrir politikarar, ið áttu sín part av hesi ógerð móti fólki og landi okkara, virka framhaldandi í lands­ politikki. Eitt nú var núver­ andi landsstýrismaður við heilsumálum lands­stýris­mað­ ur við fíggjarmálum, tá ið hann í 2001 skerdi ríkis­blokkin við 366,4 milli­ón­um og stongdi fyri dýr­tíðar­viðgerð av teimum 630 milliónunum, sum vóru eftir í blokkinum til heilsuverkið og almannaverkið. Hann ætl­aði sær eisini at skerja blokkin við 117 milliónum til serforsorgina. Men tað varð av ongum. Lás- og lyklakríggj uppstóð í Tinganesi, og sápu­ bløran brast. Í sjónleikinum hjá Henrik Ibsen En Folkefiende sig­ur tann djarvi Doktor Stock­ mann eina staðni: Ja, det ville være en underfundighet, – et bedrageri, en løgn, en likefrem forbrytelse imot almenheten, imot hele samfundet! Min fremstilling er så slående sann og riktig, det vet jeg. Tað var heppið, at lands­ politikarar í Danmark og Før­ oyum vórðu samdir um, at ríkiskassauppsparingin hjá Sjúkrakassagrunninum, 28 milliónir, skuldu brúkast til grannsking. Í tí árliga ríkiskassa­blokk­ inum eru p.t. einar 22 milli­ ónir oyramerktar til heilsu­ verkið/sjúkrakassar. Tað er nær­liggjandi at hugsa, nú sjúkra­kassarnir eru farnir í søg­una, at Heilsuverkið við Fróð­skapar­setrinum og Granskingar­grunninum – og vónandi viti og skili – fara at ráða yvir nøkrum av hesum nógvu millióninum og annars ansa eftir, at ”ørskapurin 2001” ikki endurtekur seg. Í 1960unum og 80un­um fór fram risastór um- og út­ bygging av sjúkra­hús­verk­ inum í Føroyum. Øll trý sjúkra­húsini: Landssjúkra­ húsið og eitt nýtt ”Stats­sjúkra­ hús,” Klaksvíkar sjúkra­hús og Suðuroyar sjúkra­hús vóru út- og um­bygd av nýggj­um. Hetta varð alt fíggjað soleiðis, at ríkis­kassin og lands­kassin rind­aðu hvør sína helvt av øllum kostn­að­in­um. Løgtingið útveg­aði lands­kass­ans helvt við lánum úr ríkis­kass­anum yvir 25 ár, minn­ist meg rætt. Fyri bert fáum árum síð­ ani brúkti landskassin 4-500 milliónir til stóra um- og út­bygging av Landssjúkra­ húsinum. 3 sjúkrahús í Føroyum, sum landskassin og ríkis­kassin fíggja við helvtarbýti umframt eitt Ríkisahospital við ókeypis serlæknaviðgerð og Hotel Tórshavn í Keyp­mannahavn til sjúk og av­varðandi. Hóast alt hetta so hoyrist, at eitt nýtt sjúkra­hús skal byggjast í Sanda­gerði á trøðni millum Landssjúkrahúsið og tann gamla Próstagarðin. Hevur Tórshavnar býráð givið loyvi til framhaldandi burtur­bein­ ing av grønum økjum í okk­ ara høvuðsstaði? Og hevur løgtingið játtað pening til slíka yvirdádigheit? Men Gud náði okkum: Í farnu viku frættu vit, at Lands­sjúkrahúsið skyldar ser­læknum 13 milliónir í ógold­ num lønum! Hvat verð­ur tað næsta úr skrelli­pos­anum? At tað føroyska sjúkrahúsverkið fer undir administratión? Um vit um eitt ár ella so fáa eina politiska samgongu a la hana í 1989, og 285 milli­ ón­ir til heilsuverkið og 117 milli­ónir til serforsorgina og 215 milliónir til pensiónir alt í ríkiskassablokkinum verða tveittar á bláman – handa­ lagið er óivað enn í lagi – verður ein uttanvelta, jurid­isk administratión eitt fait ac­ compli fyri aðru ferð í 23 ár. Og so tey ungu. Meðan tey í hesum døgum áhaldandi fáa potað í oyrini og eyguni, at tey ”elska” og ”velja” Før­ oy­ar, verða tey kanska um skamma tíð stavnsbundin, tí tað skal verða bíligari og betri hjá ungum lesandi ikki at lesa í Danmark. Í øldir hava vit føroyingar nomið føroyska/ europeiska mentan (kultur) í og úr Danmark. Nógv av okkara sermerktu mentamonnum og -kvinnum hava i longri ella styttri tíð lisið og búð í Danmark: V. U. Hammers­ haimb, Nicolai Mohr, Svabo, Jakob Jakobsen, Rasmus Effer­ søe, Fríðrik Petersen, Gud­ mund Bruun, Niels Winth­er, Chr. Bærentsen, Chr. Matras, Regin Dahl, Jørgen-Frantz Jacobsen,Tróndur Olsen, Maria Mikkelsen, Ruth Smith, Janus Øssursson, Miki­nes, Janus Djurhuus, og nógv onnur. Símun av Skarði og Rasmus á Há­skúl­anum hittust av tilvild á Askov háskúla í Danmark. Andbornir á hesum skúla og Vallekilde háskúla og eggjaðir av Ludvig Schrøder og Jacob Appel og Ernst Trier gjørdist dreymurin um ein føroyskan fólkaháskúla veruleiki. Jóannes Patursson, sum í 16 ár var eins nógv í Danmark sum í Føroyum, yrkti tann vakra sangin um Danmark Eg veit eitt land við lagi eftir M. S. Viðstein. Her nevndu eru øll farin undir grønu torvu. Stutt eftir seinna heims­ bar­daga (1939-1945) – fólka­ at­kvøðan 1946 var farin aft­ ur um bak – hittust nakrir lesandi føroyingar, kanska tíggju, í einum heimi í Keyp­ manna­havn. Gott, gam­alt før­oyskt kjak – turr grind við spiki og eplum og øl – um ta politisku støðuna í Føroyum. Eingin orðstýrari. Tað var tó ein, sum næstan ikki lut­tók í kjakinum; hann sat av­slapp­ aður og lurtaði við grindabita í hondini. Spurdur, hvat hann helt um alt hetta, svaraði hann: ”Nei, je veit ikki; je kenni mín begrensning.” Hann var úr Vági og gjørdist lands­rættardómari í Dan­mark. Tað var Dánial Nolsøe við tí virðiliga smædni, sum er eyðkennandi fyri okkum í Føroyum. Nú eitt eyðkenni við andaneyð. –––––––– Einaferð var tað ein stór skinfluga. Allar hinar skin­ flugurnar kallaðu hana Vanity, tí hon helt seg vera vakr­ari og klókari og størri og sterkari enn allar hinar skinflugurnar. Ein dagin vilt­ist hon í einum myrkum kjall­ara og kom inn í eitt nátthús, har ein apa loysti sær buksurnar. Skinflugan gjørdist øgiliga kløkk og bilsin, tá ið hon hoyrdi apuna frata. Ta ið apan hevði gjørt seg lidnan og var farin úr tí myrka kjallaranum, setti skinflugan seg, har apan hevði sitið, tí hon vildi apa seg eftir apuni og larma eins hart sum apan. Tað skuldi hon ongantíð hava gjørt, tí hon fór í fillur við brakinum og hvarv í bukkuni. Allar skinflugurnar, sum frættu, at Vanity var horvin, fóru í hjallin at verpa víggj í ný­flett­um og í nýgreipaðum á seiðatrænum undir hjals­ vegginum. P.s. Í Sosialinum nr. 12 hevur Rógvi Nybo, stud.scient.pol eina tíðargrein, sum eitur Komið og verið meira saman. Hetta er ein so vælskrivað og góð grein, at øll, ung og gomul, eiga at lesa hana við umhugsni. HM