mánadagur 9. februar 2015síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 9. februar 2015 · Nr. 16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vinna kappingina á skriviborðinum
Poul Michelsen
løgtingsmaður
Eg minnist aftur á V4-táttin
‘Førum fram yvir blankt
pussað borð’. Tátturin lýsti
eitt tíðarskeið í føroyskari
ítróttasøgu
við
nógvum
órættvísi og kærum. Feløg
mistu og fingu meistaraskap
eftir, hvør sterkastur var við
fundarborðið og ikki eftir
ítróttaavrikunum á vallun
um. Kenslan var rotin.
Nøkulunda somu kenslu
havi eg tíverri av tí, sum hend
ir í sambandi við fiskivinnu
fyrisitingina og -nýskipanina.
Í 2011 skrivaði eg eina grein,
ið eg nevndi ‘Makrelveiða –
nýggir møguleikar ella bara
enn meira klandur?’ Hendan
greinin,
sum
stendur
á
heimasíðuni hjá Framsókn
(http://www.framsokn.
fo/?p=275), er tíverri alt ov
aktuel enn.
Eingin ivi er um, at Jacob
Vestergaard og hansara sam
ráðingartoymi hava gjørt
eitt gott arbeiði, tá tað snýr
seg um at vinna føroyingum
nýggj
uppisjóvarrættindi.
Framsókn hevur allan vegin
– bæði í uttanlandsnevndini
og í løgtinginum – stuðlað
landsstýrismanninum
og
teirri tilgongd og leisti, sum
hann hevur valt.
Men tá tað ræður um at
býta hesi nýggju rættindini,
hevur
landsstýrismaðurin
eftir mínum tykki ikki dugað
væl. Býtið er órættvíst, bú
skaparliga óforsvarligt og
óskiljandi, og tað má av somu
orsøkum elva til klandur og
stríð.
Í eini grein rósar Hanus
Samró Árna Dam fyri hans
ara leiklut í tilgongdini. Tað
er rætt, at Árni Dam var
hollur – og ikki sørt avger
andi – í síni ráðgeving, men
eg haldi, at Hanus skal fara
at kanna eftir, hvussu Jacob
Vestergaard kvitteraði hon
um afturfyri hjálpina.
Hinvegin so kunnu vit
staðfesta, at limirnir í felag
num Nótaskipum hava fing
ið sømdir út um alt mark,
hóast teir bæði við alment
skipaðum mótmælum og pri
vatum lobbyvirksemi royndu
at forða fyri, at føroyingar
skuldu krevja sín rætt. Her
kemur tann rotna kenslan
aftur.
Uppisjóvarflotin hevur í
hesi truplu tilgongd fingið sín
ríkiliga part. Samanumtikið
kunnu vit frøast um, at tað
er eydnast okkum at fáa
alt tilfeingið til høldar, og
at næstan alt virksemið fer
fram í Føroyum. Tað er tó
ongin ivi um, at skipini í fe
lagnum Nótaskipum hava
fingið órímiliga stóran part
av býtinum, og at tey væl
kundu klárað seg við nógv
minni, meðan onnur føroysk
skip kundu sloppið framat.
Eg haldi tað vera ótrú
liga niðurgerandi fyri før
oyska fiskivinnu, tá Hanus
Samró sigur, at varð býtið
ikki gjørt eftir leistinum hjá
Vestergaard og Fólkaflokk
inum, var hungur og hall í
Føroyum. Eingi nýggj skip
vóru komin, sigur hann.
Eingin hevði bygt nýggj
virki. Allur uppisjóvarfiskur
hevði verðið seldur av land
inum og virkaður uttanlands.
Kinesarar og aðrir útlend
ingar høvdu átt øll rættindi.
Eingin fígging hevði verið til
taks og so framvegis.
Hanus Samró leggur enn
tá afturat, at ein kapping um
tilfeingið hevði dripið alt og
øll – fyri ikki at tosa um, hvat
ein uppboðssøla hevði elvt
til. Ein góður gamal komm
unistur hevði valla sagt hetta
betur.
Jú, víst hevði føroysk
fiskivinna klárað alt hetta
væl, hóast júst hasi úrvaldu
skipini ikki fingu alt til
feingið. Somikið av trúgv
havi eg upp á føroyskan mátt
og megi. Eg veit, at vit høvdu
haft eina munandi meira fjøl
táttaða og lønandi vinnu, um
tilfeingið var lutað øðrum
eisini. Bara ein kapping kann
prógva, um tey, sum í dag
eiga alt, duga so væl, sum
Hanus Samró heldur. Um
hesi ræðast kappingina, so er
okkurt galið. Tað er sjálvsagt
lagaligari at fáa tillutaðan sín
ríkiliga part frá tí almenna,
men um tað er gagnligt fyri
samfelagið, ivist eg í.
Hvør kann frøast um at
vinna ein dyst, um bert annað
liðið sleppur á vøllin? Málini
skrambla inn, tí tað er einki
mark fyri hesum, tá hitt liðið
situr á áskoðaraplássunum
hond uppundir kinn. Kenslan
er rotin.
Lat okkum fáa eina nýggja
fiskivinnulóggávu, sum er
grundað á frælslynt virði við
marknaðarkreftunum sum
alin at máta dugnaskap og
áræði við. Vilja tey, sum í dag
eiga øll rættindini, og sum í
dystinum longu hava skorað
nøkur mál niðurfyri, ikki
spæla við, so hava vit mestur
onnur, sum fegin vilja bjóða
av.
Vit á Smyril Line leita eftir einum grafik ara at arbeiða
fulla tíð hjá Smyril Line.
Ert tú kreativ/ur, sosial/ur, sjálvstøðug/ur og fakliga
væl fyri, og kundi tú hugsað tær, saman við øðrum,
at staðið á odda fyri at menna Smyril Line-brandið
og ymisku konseptini hjá Smyril Line? So er hettar
starvið, ið tú skalt søkja.
Um starvið:
Talan er um eitt spennandi starv, har tú kemur at
arbeiða við fleiri marknaðum og konsept-útvikling til
bæði Norrönu, farmasøluna og ferðafólkasøluna, har
høvðus marknaðirnir eru týski, danski, føroyski og
íslendski marknaðurin. Um framt hesar marknaðir, so
er Smyril Line virk ið á fleiri øðrum marknaðum – og
til farið, ið skal framleiðast, er ógvuliga ymiskt. Eitt
nú kann nevnast, at vit hava 9 heimasíður, framleiða
katalog á 8 mál um, javnan dagføra look og koncept
um borð á Norrönu til bæði matstovur og café'ir. Eisini
hava vit ein stóran tax-free handil, sum skal dagførast
við ymiskum til fari.
Tú kanst vænta, at arbeiðsmongdin er stór til tíðir og
sostatt kunnu arbeiðsdagarnir í ávísum tíðarskeiðum
gerast langir.
Hevur tú spurningar, ring ella skriva til Henny á
Líknargøtu, sølu- og marknaðar stjóra á 235900 ella
henny@smyrilline.fo.
Seinasta freist at søkja er 15. februar. Umsókn, við-
mæli og prógv skulu sendast til henny@smyrilline.fo.
Smyril Line · Yviri við Strond 1 · P.O.Box 370 · 110 Tórshavn · Faroe Islands · Tlf 34 59 00 · Fax 34 59 01 · office@smyrilline.fo · www.smyrilline.fo
SMYRIL LINE SØKIR EFTIR
GRAFISKUM SNIÐGEVA
Ert tú útlærd/ur grafikari? So er tað møguliga tær, vit leita eftir.
Um Smyril Line
Í dag er Pf. Smyril Line eitt reið ara-
virki, ið hevur gott orð á sær. Smyril
Line rekur farðleiðuna ímillum Dan-
mark, Føroyar og Ísland við bæði
ferða fólki og farmi. Felagið hevur
bygt upp eitt gott umdømi á bæði tá ið
tað snýr seg um ferðafólka flut ning og
farm. Danish Travel Award útnevndi
í 2012 Smyril Line at vera millum
trý tey fremstu ferðafólkareiðara
virk ini. Í 2014, varð Norröna eis ini
kosin at vera ársins skip. Í alt starvast
umleið 250 fólk hjá Smyril Line.
kjak