Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-09, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. februar 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. februar 2015 · Nr. 16 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur hondbóltur Tróndur Arge Tað er eftirhondin ikki so óvanligt, at føroysku úti­ seta liðini í hondbólti og fótbólti gera um seg í steypa­ kappingunum. Sum regul er tal­an um spælarar, ið hava roynd­ir úr bestu deildini, men ikki hava tíð at spæla yrkisí­trótt. Tí spæla tey við ÍF Føroyum, sum livir ein held­ur friðarliga tilveru í lægru deildunum. Tá so steypakapping er á skrá­n­ni, so hava spælararnir oftani meiri megi og evni, enn landskappingin vísir. Tað prógvaðu ÍF Føroyar hond­bóltur um vikuskiftið, tá teir vunnu heili 35-21 á IF Stadion. Hugurin er framúr Tað sigur Tróndur Krage­ steen, spælari venjari hjá lið­ n­um. Felagið hevur eina vón um at flyta upp og fáa fleiri spennandi dystir í steypa­ kapp­ingini. Ambitiónirnar eru at flyta upp, og fáa so nógv­ar stuttligar dystir i steypa­ kappingini sum møg­u­ligt. Tað gongur væl, tí vit hava í løtuni nógv gott fólk og tí at hug­urin hjá spælarunum er fram­úr at spæla hondbólt, sigur Tróndur Kragesteen. Tað kom óvart á, at ÍF Før­ oy­ar skuldi vinna so sann­før­ andi. Vit løgdu væl út, serliga í verjuni. Sum hálvleikurin leið kom meira og meira ferð á álopspælið, og vit fóru til hálvleiks á odda við seks málum. Vit samdust í hálv­ leikinum um, at vit skuldu ikki lova teimum innaftur i dystin. Vit byrja eisini seinna hálv­leik væl og tað tók ikki langa tíð, so høvdu vit økt um munin til 10 mál. Tá var dyst­urin væl meir ella minni av­gjørd­ur, greiðir Tróndur Kragesteen frá. Formaðurin fegnast um gongdina Helgi Justinussen, formaður í ÍF Føroyum, er fegin og ov­ farin um góða úrslitið móti IF Stadion. Málið er nú at hakda fram við góðu gongd­ ini í felagnum. Dysturin fríggjadagin er enn eitt dømi um, at gongdin í felagnum hevur verið ótrú­ liga postiv seinastu tíðina. Tað skal ikki verða nøkur loyna, at okkara fyrsta mál er at flyta upp í 3. deild. Dyst­ir­nir, sum verða spælir í steypa­kappingini, eru ein gular­rót til spælararnar, sum sjálvsagt blíva rættuliga spent­ir og uppsettir til hesar ser­støku avbjóðingarnar, sig­ ur Helgi Justinussen, sum er stolt­ur av sínum spælarum. Allir spælararnir vístu ein ótrú­liga positivan hugburð til dystin. Hvør einasti ein gav seg alt hann var mentur - og so eitt sindur afturat. Tað kom óvart á okkum, at IF Stadion hevði so lítið at bjóða uppá, men vit slakkaðu ongan­tíð. Av tí sama, so end­ aði dysturin við einum ótrú­ lig­um sigri við 14 málum á muni. Eg kann ikki siga ann­að enn, at eg eri ótrúliga stolt­ur av spælarunum, sigur Helgi Justinussen. Torført lutakast Lutakast hevur verið til fim­ ta umfar í steypa­kapp­ing­ini. ÍF Føroyar møta nú Høj, sum í løtuni liggur mitt í stiga­ talvuni í næst bestu deildini. - Tað er eitt sindur við bland­a­ðum kenslum, at vit hava trekt HØJ. Fyri tað fyrs­ta so er munurin á triðj bestu deildini og næst bestu deild­ini rættuliga stórur, so tað verður heilt sikkurt ein rætti­liga trupul uppgáva hjá okkum. Tá tað er sagt, so fara inn á vøllin við sama hug­bur­ið sum til seinasta dyst. Vit fara so í hvørt fall at gera okkara allar besta, og so mugu vit síggja hvussu langt tað røkkur, sigur Helgi Justinussen. HØJ er fyrrverandi lið hjá tveimum av lykla­spælaru­ num hjá ÍF Føroyum, Tróndi Kragesteen og Róki Akralíð. Tað er nokk so stuttligt, at vit aftur møta einum liði, har vit fyrr hava haft spælarar. Topp­skjúttin frá dystinum fríggja­kvøldið - Jóannes Prestá - hevur nemliga spælt við IF Stadion, áðrenn hann kom til ÍF Føroyar at spæla. Helgi leggur afturat, at ÍF Føroyar hevur ein dreym um at møta einum ligaliði. Tað var møguleiki fyri at møta stórliðnum GOG, men so bleiv ikki hesaferð. Tað hevði verið ótrúliga stutt­ligt, sigur Helgi Justinus­sen at enda. trondur@sosialurin.fo Føroyskur útisetarnir í hondbóltsfelagnum, ÍF Føroyum, gjørdu aftur bart í steypakappingini. Hesa ferð vunnu teir greitt á IF Stadion, sum til dagligt spælir tvær deildir hægri enn ÍF Føroyar ÍF Føroyar stóð aftur fyri steypaskelkinum ÍF Føroyar - Stadion. 35-21 (17-11) Málskjúttar: Jóannes Prestá 10 Rósing Rasmussen 8 Tróndur Kragesteen 7 Jens Mohr 3 Rókur Akralíð 2 Kristoffur Kristoffersen 3 Tummas Pauli Hanusarson 1 Rói Lamhauge 1 Aftast frá vinstru: Tummas Pauli Hanusarson, Rói Lamhauge, Bartal Kamban, Jóannes Prestá, Rósing Rasmussen, Rókur Akralíð, Helgi Justinussen (hjálparvenjari) Fremst frá vinstru: Kristoffur Kristoffersen, Rani Ellingsgaard, Lars Black, Jákup Apol, Jens Mohr, Tróndur Kragesteen (Leikandi venjari)