mánadagur 9. februar 2015síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 9. februar 2015 · Nr. 16
ítróttur
Róland tók met hjá Páli
Dráttur trýstir TB
Tvey føroysk met og átta juniormet blivu sett um vikuskiftið, tá Ægir skipaði fyri NS-
stevnu í svimjihøllini í Klaksvík. Serliga eitt av føroysku juniormetunum vakti ans
Nú steypafinalan nærkast, leggja kvinnurnar hjá Drátti trýst
á TB, tí vágakvinnur eru tær fyrstu, sum í landskappingini
í vetur hava megnað at vunnið á tvørakvinnum
Hilmar Jan Hansen
Tilsamans hundrað svimjar
ar úr seks feløgum kappað
ust í svimjihøllini í Klaksvík,
og var talan um 34 startir
leygardagin og í gjár. Væl
kom burturúr, tí tvey met og
átta juniormet blivu sett, og
í fýra førum vóru tíðirnar so
mikið góðar, at tær røkka til
eitt pláss á Oyggjaleikunum
á Jersey í summar.
Uttan at skula taka nakað
frá
hinum
svimjarunum,
so vakti tað altso ans, at 16
ára gamli Róland Toftum úr
Suðuroyar Svimjifelag tók
meira enn seks ára gamla
juniormetið í 200 metra
bringusvimjing,
sum
Pál
Joensen setti í november
2008.
Róland
skar
38
hundraðpartar
av
einum
sekundi av gamla metinum,
tá hann í Klaksvík svam
teir 200 metrarnar við tíðini
2:22.11 minuttir.
Heimasíðan
svimjing.
com staðfestir í sambandi
við nýggja juniormetið hjá
Rólandi, at tíðin var so mikið
góð, at hon er undir krav
tíðini
til
Oyggjaleikirnar
á Jersey í summar, sum er
2:22.32, og haraftrat svam
Róland eisini ein hundrað
part av einum sekundi skjót
ari enn Colin Bensadon,
sum vann bronsu á Oyggja
leikunum á Bermuda fyri
tveimum árum síðani.
Tvey føroysk met blivu
sett í Klaksvík, og annað av
teimum átti Cecilia Wigant
Eysturdal úr Ægir, sum í 800
metra frísvimjing megnaði
tíðina 8:58.47 minuttir, ið
rakk til at taka gamla metið,
sum Mona Simonsen setti á
Oyggjaleikum í Álandi í 2009,
tá hon vann gull. Hartil var
tíðin hjá Ceciliu eisini undir
kravtíðina til Oyggjaleikir
nar í summar, umframt at
Vár E. Eidesgaard eisini var
skjótari enn vinnaratíðin frá
Bermuda.
Hitt føroyska metið setti
Ásbjørg Hjelm úr Ægir í 50
metra bringusvimjing, tá
hon svam teinin upp á 33.72
sekund, sum eisini er nýtt
juniormet.
Hartil
megn
aði Ásbjørg eisini at seta
nýtt juniormet í 100 metra
bringusvimjing við tíðini
1:13.93 minutt, sum var ein
persónlig betring upp á
meira enn eitt hálvt sekund
av gamla metinum, sum hon
eisini átti.
Fleiri juniormet
Ein annar av ungu svimjar
unum, ið av álvara kemur
skúmandi
frameftir,
er
Sára Ryggshamar Nysted
úr Suðuroyar Svimjifelag,
sum setti ikki færri enn trý
juniormet í kappingini í
Klaksvík, tvey leygardagin
og eitt sunnudagin.
Fyrst
setti
hon
nýtt
juniormet í 100 metra bland
aðari svimjing við tíðini
1:06.74 minutt, ið somuleiðis
var væl undir kravtíðina til
Oyggjaleikirnar á Jersey, og
henda tíðin hevði rokkið til
silvur á leikunum í Álandi í
2009 og til bronsu á Isle of
Wight í 2011.
Seinni leygardagin setti
Sára eisini nýtt juniormet í
200 metra blandaðari svimj
ing við tíðini 2:21.20 minuttir,
og í gjár tók hon so triðja
juniormetið, tá á 400 metra
teininum í blandaðari svimj
ing fekk tíðina 5:00.78 min
uttir.
Í gjár var eisini sett
nýtt juniormet í 800 metra
frísvimjing, tá Vár Erlings
dóttir Eidesgaard úr Havnar
Svimjifelag svam teinin við
tíðini 8:59.27 minuttir, sum
var ein persónlig betring hjá
Vár upp á næstan 16 sekund.
Somuleiðis kom Vár væl
undir kravtíðina til Oyggja
leikirnar á Jersey, umframt
at tíðin á teimum 800 metr
unum eisini var skjótari, enn
gulltíðin hjá Emily Bashforth
av Jersey á leikunum á
Bermuda í 2013.
Leygardagin setti Signhild
Joensen úr Ægir nýtt junior
met í 200 metra ryggsvimj
ing við tíðini 2:19.24 minuttir,
sum var 22 hundraðpartar
av einum sekundi betri enn
gamla juniormetið, ið hon
sjálv setti í desember mánaði.
hilmarjan@sosialurin.fo
Róland Toftum úr Suðuroyarsvimjifelag tók eitt av gomlu juniormetunum hjá
Páli Joensen á NS-stevnuni í Klaksvík um vikuskiftið og megnaði samstundis
at koma undir kravtíðina til Oyggjaleikirnar á Jersey í summar
Mynd: Rókur í Jákupsstovu
Hilmar Jan Hansen
Tá avgerandi dystir sum
steypafinalur skulu spæl
ast, ræður um at flyta trýst
ið frá sær sjálvum og yvir
á mótpartin, og ikki kann
sigast annað, enn at tær
í
Drátti
megnaðu
hetta
meistarliga
væl,
tá
tær
leygardagin vunnu á TB,
sum tær aftur skulu møta
í steypafinaluni um viku
skiftið.
TB hevði undan dystinum
á Giljanesi ikki tapt ein ein
asta
landskappingardyst,
men í áttanda dystinum gekk
tað ikki longur, og Dráttur
vann 3-1. Fyrsta settið vann
TB trygt, so tað sá út til, at
hesin dysturin skuldi fara at
enda, sum teir plaga hjá TB,
men Dráttur svaraði aftur
beinanvegin og vann trý
sett á rað og streyk avstað
við hesum sera kærkomna
heimasigrinum.
Nú fæst so at síggja, hvat
hetta verður vert í steypa
finaluni, tí í fyrsta umfari er
tað har, at sigurin kann gera
ta stóru nyttuna, tí á stiga
talvuni er Dráttur á fimta
plássi tíggju stig aftan fyri
TB á oddasessinum. Spæli
Dráttur síni kort rætt í final
uni leygardagin, kann tað
hinvegin lættliga henda, at
hesin sigurin fer at røkka
longri, tí næsta málið er
minst eitt fjórðapláss, so
meira fæst at spæla um.
TB fekk í gjár rist skelk
in av sær aftur og gjørdi
slætt borð, tá Fleyr var og
vitjaði, tí nú var eingin sling
ur í valsinum og TB vann
3-0. Hinvegin áttu kvinnur
nar hjá Mjølni mest óvænt
aða úrslitið hesaferð, tá
tær í gjár vunnu 3-0 á KÍF,
sum annars er triðfremst
í landskappingini. Leygar
dagin høvdu tær í Mjølni
annars tapt 0-3 fyri SÍ í
Sørvági.
Í kappingini í Eikliguni
hjá monnum vístu báðir
steypafinalistarnir, ÍF og
SÍ, at finaluforminum bilar
einki. Lætt var hjá ÍF á úti
vølli í Klaksvík leygardagin
at vinna 3-0 á Mjølni, meðan
tað skuldi eitt sindur meira
til, áðrenn SÍ hevði tryggj
að sær sigurin á Fleyr, tí har
skuldu fimm sett til. Hin
vegin reisti Fleyr seg í gjár og
vann trygt á Mjølni, ið er ein
asta av liðunum, ið enn einki
sett ella stig hevur vunnið.
Eikligan kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
1 TB
8
7
1
22
7
15
20
2 SÍ
8
5
3
20
14
6
15
3 KÍF
8
4
4
16
13
3
14
4 Fleyr
8
4
4
16
15
1
12
5 Dráttur
7
3
4
14
16
-2
10
6 Mjølnir
8
4
4
13
16
-3
10
7 ÍF
7
0
7
1
21
-20
0
Eikligan menn
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
1 ÍF
7
6
1
19
4
15
18
2 SÍ
7
5
2
16
10
6
14
3 Fleyr
8
4
4
16
13
3
13
4 Mjølnir
8
0
8
0
24
-24
0
Dráttur - TB 3-1 (14-25, 25-22, 25-23, 25-20)
SÍ - Mjølnir 3-0 (25-22, 25-18, 25-12)
KÍF - Mjølnir 0-3 (16-25, 14-25, 16-25)
TB - Fleyr 3-0 (25-13, 25-21, 25-22)
Mjølnir - ÍF 0-3 (21-25, 15-25, 12-25)
SÍ - Fleyr 3-2 (25-21, 21-25, 27-25, 21-25, 15-13)
Fleyr - Mjølnir 3-0 (25-22, 25-13, 25-21)