mánadagur 9. februar 2015síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. februar 2015 · Nr. 16
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
menn hondbóltur
So vann VÍF
16 ár og ein dagur. Tað var bíðitíðin
hjá vestmenningum, sum ikki
høvdu vunnið eina mansfinalu
síðani 6. februar 1999
Jákup Mørk
6. februar 1999 spældu VÍF og
StÍF steypafinalu hjá bæði
kvinnum og monnum. Við
Ioanu Rápa sum stórskjúta
eydnaðist
kvinnunum
at
vinna steypið fyri fyrstu ferð
í felagssøguni, Kvinnurnar
hjá VÍF vunnu her sítt fyrsta
steypagull nakrantíð, meðan
meira sigursvandu menninir
vunnu fyri fimtu ferð.
At tað skuldu ganga 16 ár
og ein dagur, áðrenn næsta
steypagullið varð veruleiki,
mundu tey fæstu rokna við.
VÍF vann fleiri ferðir FM-
heitið í komandi árunum,
men ikki færri enn fýra ferðir
taptu teir í steypafinaluni
móti StÍF.
Tá FM-kappingin varð
umskipað, so vit eisini her
spældu við finaludystum,
gjørdist heilt galið hjá VÍF,
og seinnu árini hevur meira
enn einaferð verið tosað um
gull-allergi hjá VÍF, sum ofta
hevur staðið seg væl, men
sum hvørja ferð er snávað í
heilt avgerandi dystunum.
Nógv stóð á
Onkra staðni hevur hetta
eisini bitið seg fast sálarliga,
og bara við at eygleiða beink
in hjá vestmenningum móti
dystarenda,
sást,
hvussu
nógv stóð á monnum. Eli
Müller, sum saman við Agnar
og Sámal Joensen er einasti
av verandi spælarunum hjá
VÍF, sum eisini var við í 1999,
tóktist biða hægri maktirnar
um hjálp.
Vestmenningar, sum ann
ars byrjaðu illa, tóktust hava
sett seg á dystin eftir steðgin,
men nú stóð alt til at rapa.
Trygga leiðslan var tódnað
burtur í einki, og við einum
minutti eftir var bert tað
eina málið á muni.
Ingi Olsen hevði dríggjað
sær grøna kortið, men nú
fór tað á borðið, so menn
kundi sláa kalt vatn í blóðið.
Hetta bøtti tó lítið, tí nøl varð
dømt í seinsta álopinum.
Neistin hevði 20 sekund til
at skjóta útjavnandi málið.
VÍF verjan stóð tó stinn, so
eingin av skjúttunum hjá
Neistanum slapp framat.
Tað endaði við, at Rói Berg
Hansen mátti royna seg
úr sera spískum, og so var
fagnaðurin ovurstórur, tá
seinasta bríkslið hevði ljóð
að. 16 ár og ein dagur í bíðitíð
var av. VÍF hevur nú aftur
roynt seg sum vinnara av
einum finaludysti, og spurn
ingurin er, um hetta verður
katalysatorurin, sum skal
til, so VÍF nú aftur kann fáa
enn eina stórtíð í føroyskum
hondbólti.
Gylt ættarlið
Tað kann bara tíðin vísa,
men eingin ivi er um, at til
farið er til tað. Sjálvandi