Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-09, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. februar 2015síða 29

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 9. februar 2015 · Nr. 16 ítróttur hondbóltur menn eina finalu mun­ar útlendski styrkurin væl, og eingin ivi er um, at Jojic telist millum teir heilt stóru profilarnar í vetur. Men har eru so sanniliga eisini ungir menn, sum bæði megna og tora at taka ábyrgd. Áki Egilsnes og Julian Olsen skaraðu fram­ úr í final­uni, eins og teir hava gjørt tað fleiri ferðir í ár. Tveir framúr evnaríkir mál­verjar kappast um pláss­ ið millum stólparnar, og breiddin í hópinum boðar frá, at hondbólturin í Vest­ manna eigur nógv góð ár fyri framm­an, um tað eydn­ast at halda fast í ungu monn­ unum. Neistin beit frá sær Tá tað er sagt, so hoyrir eisini við til søguna, at Neitin beit væl frá sær í finaluni. Frá fyrsta bríksli vóru teir nakað nógv betur til reiðar, enn teir gulu vóru tað, og eftir fáum minuttum hevði Neistin vunnið seg fýra mál framum. Restina av hálvleikinum royndi VÍF at kuta av leiðsl­ uni, sum bara var tað eina mál­ið í steðginum. Eftir steðgin riggaði millum lítið og einki hjá teimum bláu, og tað gekk heldur ikki leingi, áðr­enn Áki Mørk tveitti grøna kortið á borðið. Hetta munaði. Neistin át seg spakuliga aftur í dystin. Meira enn tí einu ferðina hevði VÍF møguleikan at punktera uppgerðina, men teir tóku ikki av, og so gjørdist alt so nógv meira spennandi, enn tey gulu bríggjaðu seg um. Og tað var ikki, fyrr enn klokkan hevði blást seinasta ýlið, at steypið var víst. Tá hevði Neistin tvær ferðir spilt møguleikan at javna, og so kundi VÍF draga andan lættari. Jú, intensitetinum og spenninginum bilti einki. Kann væl vera, at VÍF var stórfavorittur undan dystinum, men Neistin prógvaði, at í eini finalu kann tað mesta henda, og tað er væl eisini júst tað, sum ger slíkar dystir somikið undirhaldandi. Neistin - VÍF 25-26 (13-12) 10 min: 6-3 20 min: 9-7 40 min: 15-18 50 min: 20-22 Málskjúttar: Neistin: Sjúrður K. Thomassen 9, Tommy fletcher 8, John í Innistovu 2, Jugoslav Djumic 2, Carl Herup Olsen 1, Teitur Magnusson 1, Terji Mørk 1 VÍF: Áki Egilsnes 8, Filip Jojic 6, Julian Olsen 4(1), Agnar Joensen 2, Andras Eriksen 2, Mads Eriksen 2, Hanus Chritophersen 2 Brotskøst: VÍF 2/1 Útvísingar: Neistin 2 Dómarar: Eyðun Samuelsen & Thomas Juul Thomsen Myndir: Álvur Haraldsen