Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-09, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. februar 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. februar 2015 · Nr. 16 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur – Tað er ótrúliga leingi at bíða eftir einum svarið í fýra dagar. Eitt er at eg visti, at eg fór at fáa nakrar dystir leikbann, men ikki at vita um eg skuldi spæla við steypafinaluni er torført. Tað var forferdiligt at sita uttanfyri, men fantastisk at tær vinna. Birita Wardum, Neistin Lagt til rættis: Tróndur Arge David Walsh: Sjey deyðssyndir Úr bókarúgvuni Hetta sigur ítróttarheimurin 5 skjótir David Walsh er ein av teim­ um journalistinum, sum aldrin legði hvassa pennin, tá Lance Armstrong vann síni sjeyt Tour de France súkklu­heiti. Í farnu viku umrøddi eg bókina hjá Tyler Hamilton, ið súkklaði saman við Lance Armstrong. Hetta er eitt annað sjónarhorn á eina av størstu gølunum ítróttar­heimurin hevur sæð. Tað var ikki ókeypis hjá David Walsh, at avdúka Lance Armstrong. Í nógv ár stendur nógv á írska journa­ list­inum, sum er ein av teimum fáu, ið hevur dirvið at seta torføru spurningar­ nar. Bókin umfatar eisini inn­ gangin til súkkling hjá David Walsh. Hann er ein súkklu­ elskari, sum verður presen­ teraður fyri einum veruleika, ið ikki samsvarar tað, ið hug­ myndin av súkkling er. Bókin vísir eisini hvussu nógv arbeiði liggur aftanfyri, at fella Lance Armstrong. Hóast vitnini eru heilt tætt uppá, so vil ongin vita av teimum. Í bókini verður tú nærm­ ast drigin við gjøgnum pín­ una, sum fleiri nær Lance Armstrong hava følt, tá tey hava sett føtur í spenni móti heims­stjørnuni. Ítróttarjournalistar fáa mangan eina skolu omanyvir seg. David Walsh fekk fleiri, men hann stóð fast við sítt. Í 2013, tá Lance Armstrong við­gekk at hann hevði brúkt doping, var fyrstu ferð, at David Walsh fekk altjóða viður­kenning í málinum. Les hana um... Les hana um: Tú hevur rími­ ligan stóran áhuga fyri súkk­ ling, Lance Armstrong ella/og ítróttar­journalistikki. Hevur tú fylt eitt sindur við í mál­ inum, so bókin avgjørt verd at lesa Ikki lesa hana um... Um tú akkúrat veit hvør Lance Armstrong er, ella ikki orkar fyri ítróttar­journa­list­ um. Bókin viðgerð ikki ítrótt sum so, men ferðina hjá ein­ um ítróttarjournalisti. Hvussu er hon at lesa... Veist tú nógv um málið og dámar væl at síggja hvussu mál blíva avdúkað, so er hon løtt og spennandi. Annars kann hon virka nakað langdrigin. Hvat sigur tú? Les fyrst bókin hjá Tyler Hamilton, sum vit umrøddu í farnu viku. So verður hendan bókin fleiri ferðir betri. trondur@sosialurin.fo Royn tína vitan um ítróttin her og nú! 1 Hvør vann flest gullheiðursmerki um vikuskiftið í hondbóldssteypafinalunum? 2 Hvussu eitur umstríddi verjuspælarin hjá Neistakvinnunum, sum hevði leikbann til finaluna, men slapp at lyfta steypið? 3 Hvussu eitur royndi og kendi málverjin hjá VÍF, sum lyfti steypið eftir mansfinaluna? 4 Gamal kenningur venur í hesum døgum við FC Suðuroy. Hann er úr Georgia og hevur í 2010 spælt við Neistanum, og 2011 við NSÍ. Hvør er hann? 5 VÍF venjarin, Ingi Olsen, hevur eisini roynt at vunnið steypakappingina í øðrum landi enn Føroyum. Hvørjum? 6 FC Suðuroy hevur lagt fram uppskot um broyting í Effo-deildina. Hvat er tað FC Suðuroy ynskja? 7 Tveir føroyingar skoraðu fyri Vejle um vikuskiftið. Jóan Símun Edmundsson og? 8 Hvussu eitur steypakappingin í hondbólti? Quizzin, svar: 1. H71(Fýra gull), 2. Birita Wardum, 3. Eli Muller, 4. Mamuka Toronjadze, 5. Grønlandi, 6. 12 lið í Effo deildina, 7. Sonni Ragnar Nattestad, 8. Coca Cola steypakappingin Svarini standa niðast á síðuni, men royn teg nú fyrst Í hesum táttinum umrøða vit ítróttarbøkur. Hetta eru bøkur, sum vit hava lisið og meiningarnar eru allar okkara egnu... Sitat úr ítróttarheiminum... 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... FAKTA David Walsh er ein írskur ítróttarjournalistur, sum tíðliga setti spurnartekin við Lance Armstrong og hansara yvirevnir at vinna Tour de France. Longu aftaná fyrsta sigrurin í 1999 byrjar David Walsh at seta spurningarnar, sum ongin annar torir. Í fleiri ár var David Walsh eitt banniorð í súkkluheiminum, men í dag stendur hann eftir sum maðurin, ið at seta røttu spurningarnar. ★★★★★★ Hvat var hæddar­ punktið í 2014 og hví? – Tað var at vera partur av AaB liðnum, sum vann the double í Danmark. Tað er iva­samt um tað nakrantíð hendir aftur. Hvat var tað ringasta í 2014 og hví? – Eg var var skaddur í fót­ inum í alt ov langa tíð í fjør. Til seinast kláraði eg ikki meira, og mátti undir skurð. Hetta er nokk tað ringasta eg havi upplivað í míni fót­ bólts­tíð. Havt fyri mál hevur tú sett tær fyri 2015? – Málið er fyrst og fremst ikki at blíva skaddur, so eg kann spæla so nógvar dystir sum gjørligt. Hvat gleðir tú teg mest til í 2015? – Beint nú gleði eg meg bara til kappingarbyrjan her í Dan­mark. Hvør er tín ítróttarliga fyrimynd? – Óli Johannesen. Hann er ein kongur fyri okkum úr TB. Her kann eg eisini nevna Toda Jónsson. Navn: Gilli R. Sørensen Føddur/Aldur: 8. august – 1992, 22 ár Ítróttargrein: Fótbóltur – Hetta er fantastiskt. Tað kann ikki vera betri. Hetta er hevnin fyri farna vikuskiftið. Jacklin Durhuus, Neistin, um gleðina at vinna á Kyndli í steypafinaluni – Vinur mín, steðga nú. Um tú ikki hevur skil á upplýsningunum, so skalt tú ikki tosa við meg. Zlatan Ibrahimovic við ein tíðindamann, sum hevði ilt við at minnast hvussu leingi Zlatan hevði verið skaddur