Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-09, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. februar 2015síða 31

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 9. februar 2015 · Nr. 16 ítróttur Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Teitur Joensen Pætur E. Jensen Jura er ikki ein spurningur um rættvísi. Tað er kynstrið at argumentera fyri síni søk. Men sama regla nýtist ikki at galda innan ítróttin Eitt: Tvær ferðir hetta kappingarárið hava vit upplivað, at dystir í føroysku hondbóltselituni eru avgjørdir á pappírinum. Stóru tapararnir í tí spælinum hava verið menninir hjá Kyndli og kvinnurnar hjá VÍF – hóast Neistin var felagið, sum tapti ta kæruna. Tað er altso ikki nóg gott heimaarbeiði í leiðslunum hjá feløgunum, tá mistøk av hesum slag koma fyri. Feilir vilja altíð henda, har menniskju eru íblandað, men akkurát hetta slagið av feilum eru teir, sum fyri alt í verðini ikki mugu íkoma. Tvey: Í báðum førunum hevur talan verið um mál, sum á ongan hátt kunnu metast sum tilætlað ella sum ein roynd at vinna ítróttarligan fyrimun. Kappingarreglurnar og siðvenjan at døma eftir hesum eru tó eirindaleys, og enn einaferð mugu vit spyrja, um tað ikki er upp á sítt pláss, um møguleikin fyri øðrum enn deyðarevsing – at tapa dystin – verður reistur. Gjarna við eini bót, sum merkist, tí helst skal hetta ikki kunna gerast til stuttleika. Í dag kunnu býtt og óneyðug – men meinaleys – mistøk fáa mest sum fatalar ítróttarligar avleiðingar. Og tá stendur revsingin altso ikki mát við brotið. Hartil hava hesi bæði málini og onnur við víst, at tørvur er á eini gjøllari gjøgnumgongd og dagføring av hondbóltslóggávuni, so juridiska togtoganin ikki longur kann sleppa at seta dagsskránna. Trý: Hetta er ikki fyrstu ferð, og neyvan er tað seinasta ferðin heldur. Tá nevndu býttisligu og meinaleysu mistøkini geva harðastu møguligu revsingina, so er skjótt hjá úrslitafokuseraðum ítróttaleiðarum at freistast til at gloyma øll prinsippir og fagurt tos um fair-play, góðan ítróttaanda og onnur vøkur orð, sum ikki finnast í kaldari jura. Argumentini fyri føgru orðunum ella kalda lógartekstinum skifta alt eftir, hvat tænir endamálinum best, og tá er skjótt, at virðingin líkasum fánar nakað langt burtur. Tað setir krøv til format og sømiligheit at virka sum leiðari innan ítróttin. Treyðugt so man okkurt mistakið henda, men væl signaðu hugsið um, at tit umboða eitt feløg við upp til hundraðtals íðkandi ungdómum. Er tað veruliga so, at muran, ið vit vilja leggja í hesi, er, at sigurin skal vinnast fyri ein og hvønn prís. At tað skal leitast við lykt og luppi eftir teimum minstu umsitingarligu mistøkunum, sum kunnu geva kanska avgerandi fyrimunin? So væl gagnist. ES: Skrivað undan finalunum um vikuskiftið. Vónandi fingu vit ellivu spennandi og undirhaldandi dystir, har gleðin og spenningurin um sjálvt hondbóltsspælið var í fokus. Hvat hava vit so lært? Ítróttar klumman Jákup Mørk Góður føroyskur dagur í Vejle Rebekka og Hallur best Viljormur Davidsen hevur verið fastur partur av lið­ num í skjótt 2 ár, meðan Jóan Símun Edmundsson og Sonni Ragnar Nattestad ný­ liga eru komnir til felagið. Vejle hevur aftur í dag spælt venjingardyst, og enn eina­ferð gjørdu føroysku leik­ararnir um seg. Sonni Ragnar Nattestad skoraði til 2-0, meðan Jóan Símun Edmundsson aftur í dag fekk tvey mál fyri Vejle, tá hann skoraði til 3-0 og 4-0. Sonni Ragnar Nattestad spældi í dag 60 minuttir fyri Vejle, meðan Jóan Símun Edmundsson spældi seinna hálvleik. Viljormur Davidsen var ikki við á lið­num hjá Vejle í dag, av tí at hann fekk ein snudd í sein­asta venjingar­ dystinum móti Silkeborg. Sum skilst, er talan tó ikki um nakran álvarsaman skaða hjá Viljormi Davidsen. Dysturin hjá Vejle, sum var ímóti Brabrand end­ aði við 4-0 sigri til Vejle. Brabrand spælir annars eina deild lægri enn Vejle, og hevði í dag fyrrverandi B68 leik­aran, Mads Rosenberg á liðnum. sosialurin@sosialurin.fo Rebekka Fuglø úr Treysti og Hallur Holm úr Bragdinum vunnu FM-kappingina í lendisrenning, sum var fyrrapartin í dag við yvir 80 rennarum. Samstundis sum hetta var kappingin um føroya­ meistaraheitini í lendis­ renning, var hetta eisini fimta umfar í TF-vetrar­ kapp­ingini. Renningin var í Hoydølum, og teir yvir 80 renn­arar, sum vóru til start, eru nógv mesta tal nakrantíð í hesi FM-kappingini. Heimasíðan hjá Frælsa Ítrótti Føroya veit at siga, at líkindini at renna vóru av­ bera góð og lendið var turr­ari enn væntað, nú kavi hevði verið fyrr í vikuni. Í TF-vetrarkappingini er Rigmor N. Arge úr Hvirluni framvegis á odda hjá kvinnum, men hjá monn­ unum yvirtók Hallur Holm úr Bragdinum odda­sessin frá Jan Elmari Sørensen úr Treysti. sosialurin@sosialurin.fo