mánadagur 9. februar 2015síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 7 l 9. februar 2015
Ókeypis lýsingarblað
14
Føroysk framleiðsla
Vilmund Jacobsen
Sjógæti við Norðskála, sum er veitari
av ymiskum fiskavørum til føroyska
marknaðin, byggir í løtuni virkið út við
umleið 100 fermetrum aftrat, soleiðis
at arbeiðsplanurin nú verður umleið
300 fermetrar.
Gólvini í gamla bygninginum verða
eisini gjørd av nýggjum, og virkið fær
tvær separatar kloakkir - eina til hvít
an fisk og eina til laks.
Umframt at Sjógæti eisini fær
ein sjálvvirkandi roykiovn til ávikavist
heita og kalda royking, fær virkið eisini
nógv betri umstøður við køli-og frysti
rúmum og móttøkurúmum til rávøru.
Hans Marius í Byrgi, stjóri í Sjó
gæta, sigur, at við útbyggingini og
dagføringini fer Sjógæti eisini at lúka
tey krøv, sum Heilsufrøðiliga Starvs
stovan setir til tær framleiðslur, sum
virkið hevur og fer at hava við royk
ingini.
– Vit fara í fyrsta lagi at roykja
fyri Miklagarð, og rávøran verður pri
mert laksur og makrelur. Royktan
laks kenna flestu okkara, men heitt
royktur makrelur er eisini serstakliga
góð matvøra.
Stjórin sigur, at tey eisini hugsa um
onnur fiskasløg, eitt nú kaltroyktan
svartkalva.
– Tað er føroyski marknaðurin, sum
vit hugsa um við roykingini, og eg eri
ógvuliga spentur upp á hesar nýggju
møguleikar hjá virkinum, sigur Hans
Marius í Byrgi.
Føroyski marknaðurin
Stjórin vísir á, at tað serliga er tann
feiti fiskurin, sum verður heittroyktur,
og her eru eitt nú laksur og makrelur,
men laksur verður eisini kaltroyktur.
– Tá eg arbeiddi í Danmark við
royking, var umleið 90% av ráfiskinum
heittroyktur - og eini 10% kaltroyktur.
Í Føroyum, her vit serliga brúka roykt
an fisk til eitt nú føðingardagar, kon
firmatiónir og veitslur annars, er tað
øvut.
Hans Marius vísir á, at kalt royktur
fiskur eisini verður royktur við royki og
hita, men her verður hitin ongantíð
hægri enn 28 stig, og ein slík royking
tekur einar átta tímar tilsamans.
– Tá fiskur verður heittroyktur, fær
hann ein konsistens av at vera kók
aður, men hitin fer ongantíð upp um
70 stig. Tað tekur einar 2-3 tímar at
heittroykja fisk. Heitt-og kaltroykt er
líka sum hvør sín vøra, leggur hann
aftrat.
Steðgur er í
Síðan útbyggingin av Sjógæta byrjaði
umleið hálvan november í fjør, hevur
steðgur verið í framleiðsluni á virk
inum, men stjórin væntar, at komið
verður undir land, tá februar mánaði
fer at halla.
– Tá februar mánaði er farin, vænti
eg, at alt er liðugt, og at vit tá hava
fingið neyðugu heilsufrøðiligu góð
kenningina - eisini til roykingina.
Hans Marius í Byrgi sigur, at hann
er ógvuliga spentur upp á summarver
tíðina, tá ferðafólk streyma higar til
lands og matstovurnar, sum eru farnar
at gera nógv burtur úr føroyskum fiski
og rávørum annars, væntandi fara at
hava úr at gera.
Flak og frikadellur
Høvuðsvørurnar hjá Sjógæta eru ann
ars toska-og hýsuflak, men virkið
hevur mong ymisk fiskasløg og fiska
vørur í útboði.
– Vit selja eisini fiskaflak og fiska
frikadellur, og hetta er alt úr gulllaksi,
ið vit hava samstarv við Tavuna í Leir
vík um. Gulllaksurin er sera vælegn
aður til fars og frikadellur, og tað er
serliga farsið, sum viðskiftafólk keypa.
Helst hevur tað nakað kensluna við
heimagjørdum at gera, at nógv velja
at gera frikadellurnar sjálvi.
Hann sigur, at Sjógæti gongur eini
spennandi tíð á møti.
– Eg vænti, at tá virksemið byrjar
aftur á virkinum við Norðskála, verður
brúk fyri tveimum fólkum aftrat,
soleiðis at vit tá verða eini 5-6 fólk á
virkinum, sigur Hans Marius í Byrgi.
Sjógæti byggir út
og fer at roykja
– Umframt, at umstøðurnar nú verða nógv betraðar, fáa vit eisini
ein nýggjan og sjálvvirkandi roykiovn, sum vit eru ógvuliga
spent upp á, sigur stjórin í Sjógæta, Hans Marius í Byrgi
Hans Marius í Byrgi er
stjóri í Sjógæta, og hann
er ógvuliga spentur upp
á nýggju møguleikarnar
við royking á virkinum
Virkið hjá Sjógæta við Norðskála verður nú útbygt við umleið 100 fermetrum, sum fer at gera
umstøðurnar og møguleikarnar nógv betri, umframt at eini tvey fólk fáa arbeiði á virkinum aftratw