mánadagur 9. februar 2015síða 52
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 7 l 9. februar 2015
Ókeypis lýsingarblað
20
vikutíðindi
Vilmund Jacobsen
Tað er nevniliga soleiðis, at bæði
sjúka og viðgerð kunnu geva sálarlig
og kropslig árin, sum ávirka seksuali
tetin.
Í samband við tiltøkini hjá Krabba
meinsfelagnum verður spurningurin
reistur um, hvørjir møguleikar eru fyri
at viðgera seksuellar trupulleikar í
samband sjúku og viðgerð, og spurt
verður eisini, hvussu heilsustarvsfólk
kunnu ráðgeva í truplum spurningum
um kynslív.
Tað verða tær báðar, Anette Højer
Mikkelsen, serfrøðingur í sexolog
iskari ráðgeving, kliniskur sjúkra
røktarfrøðingur, cand.cur. og Birgitte
Schantz Laursen, serfrøðingur í sexo
logiskari ráðgeving og lektor, fara at
ráðgeva og undirvísa um hesar spurn
ingar.
Tær starvast báðar á Sexologisk
Center á Universitetssjúkrahúsinum
í Ålborg.
Í Havn og Vági
Kunnandi tiltakið um seksualitet og
prostatakrabba verður á Hotel Før
oyum hóskvøldið 12. februar frá
klokkan 19-21.30. Tiltakið er fyri
menn, ið hava ella hava havt prostata
krabba og makum teirra.
Sama tiltak verður eisini í Fjar
lestrardeplinum í Vági fríggjakvøldið
13. februar frá klokkan 18-20.
Sjálvt heitið á hesum báðum til
tøkum – ávikavist í Havn og í Vági –
er: Seksulogisk ráðgeving, tá seksuali
teturin verður ávrikaður av sjúku og
viðgerð.
Anette Højer Mikkelsen og Birgitte
Schantz Laursen fara at tosa um
likamligar og sálarligar trupulleikar,
ið kunnu standast av viðgerð fyri
prostatakrabba og um, hvørjir møgu
leikar eru fyri at fáa hjálp.
Krabbameinsfelagið sigur, at tær
báðar fara eisini røða um evni sum
inkontinens – tað, at trupult kann vera
at halda uppá vatnið – um venjingar
av kokubotni og um hjálpitól.
Tilmelding til tiltøkini, sum eru
ókeypis, fer fram við at ringja á tlf.
317959 ella umvegis teldupost
poula@krabbamein.fo - í seinasta
lagi mikudagin 11. februar klokkan
12 - til tiltakið í Havn - og í seinasta
lagi hósdagin 12. februar klokkan 12
til tiltakið í Vági.
Eisini undirvísing
Í samband við, at tær báðar, Anette Højer
Mikkelsen og Birgitte Schantz Laursen,
eru í Føroyum, verður í samstarvi við
Landssjúkrahúsið eisini skipað fyri undir
vísing fyri heilsustarvsfólki – læknum,
sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum
– og øðrum.
Undirvíst verður í Gestaborðstovuni
á Landssjúkrahúsinum hósdagin 12.
februar frá klokkan 14-16.
Krabbameinsfelagið sigur, at heit
ið á undirvísingini er: Hvussu kann
sjúka og viðgerð ávirka seksualitet,
og hvussu kunnu heilsustarvsfólk á
bestan hátt ráðgeva í seksulogiskum
spurningum og í størri mun draga
seksualitetin inn, sum ein náttúrligan
part av heilsuarbeiðnum?
– Tilmelding til undirvísingartiltakið
á Landssjúkrahúsinum, sum eisini
er ókeypis, fer fram við at ringja á
tlf. 317959 ella umvegis teldupost
poula@krabbamein.fo í seinasta lagi
mikudagin 11. februar klokkan 12,
sigur Krabbameinsfelagið.
Seksuellir trupulleikar
av sjúku og viðgerð
Í døgunum 12. og 13. februar skipar Krabbameinsfelagið fyri kunnandi tiltøkum um, tá krabbamein
ávirkar seksualitet - og í samstarvi við Landssjúkrahúsið verður eisini undirvíst í, hvussu heilsustarvsfólk
kunnu ráðgeva í seksulogiskum spurningum sum ein náttúrligan part av heilsuarbeiðnum
Hvørjir møguleikar eru fyri at viðgera seksuellar trupulleikar í samband sjúku og viðgerð - og hvussu kunnu heilsustarvsfólk ráðgeva í truplum spurningum um kynslív?
Anette Højer Mikkelsen og Birgitte Schantz Laursen (mynd)
koma til Føroya at greiða frá um prostatakrabba og kynslív, og
tær fara eisini at hava undirvísing fyri heilsustarvsfólki