mánadagur 9. februar 2015síða 54
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 7 l 9. februar 2015
Ókeypis lýsingarblað
22
Sjóberið FD 115
Austin hjá
Frits Jensen
Skipssøga
Bilurin
við Óla Olsen
Líðarfossur VA 217 nevndist hesin
báturin sum nýggjur og næstu mongu
árini. Lias í Rættará smíðaði hann í
1918 til Joen Magnus Olsen, keyp
mann í Sørvági. Farið var tá 8,77 tons,
slættbygt við flatari hekku, hevði eina
mastur og átta hesta dan-motor.
Í 1971 varð Líðarfossur seldur
Jógvan Jákupi Lauritsen í Sørvagi
og fekk navnið Sæurðardrangur VA
217. Sama árið varð motorurin, ein
25/30 hesta gamma diesel, skiftur
út við nýggjan 65 hesta bukh diesel.
Um 1975 var Sæurðardrangur seldur
Olvheðini Jacobsen í Klaksvík og
nevndur Kedron KG 28. Eitt sindur
seinni var hann seldur Dagfinni
Petersen og øðrum í Miðvági og kall
aðist síðan Kedron VA 22.
Um 1980 keypa Ragnar Magnus
sen á Argjum og aðrir bátin, sum
fær navnið Sjóberið TN 69. Nøkur fá
ár seinni, í 1983, selja teir Ewaldi F.
Weihe á Skála motorbátin, sum fram
vegis kallast Sjóberið, men hevur
nummarið FD 115. Ewald F. Weihe
fiskar hummara og setur onkra línu
at fáa at kóka.
Nú liggur so væl fyri, at Jógvan Háfjall hevur sent okkum nakrar skipatekningar. Vit plagdu áður at
síggja vøkru tekningar hansara í bløðunum, og stuttligt er, at hann hevur tikin táttin upp aftur.
Lesarar eru vælkomnir at senda okkum gamlar bilmyndir
saman við stuttum teksti og upplýsingum til:
maggi@sos.fo
Bilurin á myndini er ein Austin frá
40-unum hjá Frits Jensen í Havn.
Myndin er tikin uttan fyri bilverk
staðin hjá Sigird av Reyni í Rættará.
Fólkini eru Ella og Frits Jensen.
Frits Jensen gjørdi nógv burturúr
at hava flottar og væl útgjørdar bilar.
Hesin hevur t.d. eyka pyntilistar,
tokulyktir og hvítar dekksíður.
Frits var dani, sum flutti til Før
oyar í 1948 og arbeiddi á sum bil
smiður á verkstaðum hjá Sigird av
Reyni í Rættará. Seinni átti og rak
hann Esso støðina í Gundadali og
bleiv Fiat umboðsmaður í Føroyum.
Á skeltinum oman fyri garasju
hurðarnar stendur DOMI Service.
DOMI, sum stendur fyri Dansk
Oversøisk Motor Industri, var ein
donsk fyritøka, sum umboðaði
ensku bilmerkini Morris, MG, Riley og
Wolseley. Sigird av Reyni var umboð
fyri DOMI í Føroyum.
Myndaeigari: Eivind av Reyni