Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-09, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. februar 2015síða 55

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 7 l 9. februar 2015 Ókeypis lýsingarblað 23 lýsing Tórshavn: Vegurin Langi 41, Hoyvík, Tel 35 30 40 Klaksvík: Klingrugarður 3, Tel 47 30 40 Varaleiðari til plátuverkstaðið Starv á Reyni Service Vegna økt virsemi søkja vit eftir einum verkførara afturat til plátuverkstaðið. Tú kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við verandi verkførara á størsta plátuverkstaðnum í landinum. Ein gevandi og skipaður gerandisdagur saman við dugnaligum og dámligum starvsfelagum. Arbeiðs- og ábyrgdarøki: • kundamóttøka • skipan og stýring av arbeiði • uppfylging av kundum • upprætta ordrar og fakturera Vit leggja dent á, at tú: • ert fyrikomandi og tænastusinnað/-ur • ert búgvin og kanst arbeiða sjálvstøðugt • klárar at hava fleiri bilar í luftini • ert von/vanur við at arbeiða við teldu • ert ábyrgdarfull/-ur • hevur hóskandi arbeiðsroyndir Tað er ein fyrimunir, um tú kennir yrkið og hevur kunnleika til plátuskaðar. Løn og setanartreytir eftir nærri avtalu. Starvið verður sett skjótast til ber, men vit kunnu bíða eftir rætta fólkinum. Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sámal av Reyni, stjóra, á tlf. 222500 ella við t-brævi til rs@reyniservice.fo. Vinarliga send umsóknina til rs@reyniservice.fo. Umsóknarfreistin er mánadagin 20. februar 2015. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Tað eru meiri enn 60 ár síðan, at virksemið hjá Reyni Service byrjaði. Reyni Service umboðar í dag Toyota og Lexus í Føroyum, og gevur hetta okkum møguleikan at lata føroyingum bilar í hægsta dygdarflokki. Tey seinastu nógvu árini hevur Toyota ligið ovast í samband við sølu av nýggjum bilum, og kann tað sanniliga kallast Føroya mest selda bilmerki. sansir.fo VØRN • YVIRI VIÐ STROND 3 • POSTRÚM 1238 • 110 TÓRSHAVN • FØROYAR • TEL 311065 • FAX 313981 • WWW.VORN.FO • VORN@VORN.FO S T A R V S L Ý S I N G Í sambandi við øktar uppgávur, søkir Vørn eftir einum løg- frøðingi afturat, at byrja skjótast til ber. Starvsinnihaldið er løgfrøðislig ráðgeving til stovnin sum heild. Vørn er stovnur undir Fiskimálaráðnum og stovnurin er skipaður í deildir. Hesar eru í løtuni Fiskiveiðieftirlitið, Bruna- eftirlitið, MRCC/Tórshavnradio og Veðurstøðin. HØVUÐSUPPGÁVURNAR Í STARVINUM ERU M.A.: • At ráðgeva leiðsluni á deildunum á landi og umborð á skipunum í løgfrøðisligum spurningum, serliga innan fiskiveiðieftirlit, brunaeftirlit, tilbúgving, revsirættarligar spurningar og fyrisitingarrætt. • Fyrireika revsimál, at lata ákæruvaldinum. • Menna mannagongdir og mál fyri stovnin. • Ráðgeva og málsviðgera í sambandi við umsiting av fiskiloyvum, avhendingum av skipum v.m. • Eftirkanna reglur um avmarkingar av útlendskum eigara- skapi og miðsavnan av loyvum verða hildnar. • Ráðgeva um privatrættarligar sáttmálar, so sum sáttmálar um sleip, fjarskiftislinjur, tryggingar v.m. • Ráðgeva í tilbúgvingarmálum og um brunalóggávu. • Viðgera starvsfólkamál. • Skriva hoyringarskriv av ymiskum slag. Tann setti kann vænta sær eitt starv við sera fjølbroyttum upp gávum í mennandi og yrkisligum umhvørvi. Hevur tú áhuga, áræði og dugir væl at samstarva og eisini at vera í sjálvdrátti, er Vørn rætta staðið. Umsøkjarin skal hava ella vera um at hava lokið prógv sum løgfrøðingur (cand. jur. ella líknandi). SETANARTREYTIR Lønar- og setanartreytirnar eru sambært sáttmála mil l- um Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingarfelag Føroya. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Setanin fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at ringja til Vørn á tlf. 291011 og tosa við Hannus Petersen, løgfrøðing. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. UMSÓKNIR Umsókn saman við avriti av prógvum og møguligum við- mælum skulu sendast til: VØRN Yviri við Strond 3 Postsmoga 1238 110 Tórshavn Umsóknin skal verða Vørn í hendi í seinasta lagi 16. februar 2015 klokkan 12.00. Til ber eisini at senda umsóknina sum teldupost til: journal@vorn.fo Vørn søkir eftir LØGFRØÐINGI